hósdagur 4. august 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. AUGUST 2016
SOSIALURIN 88
12
NELI HELDARSKARÐ
K
lokkan er farin eitt
sindur av 11 mikudagin
3. august, tá ið Wim
Wenders møtir eitt
sindur ov seint upp til sín egna
tíð indafund, har føroysku fjøl
miðlarnir fjølmentir eru møttir
upp. Hetta er tann umvenda verð,
tí at tað er tað nakar, sum hevur
tann eginleikan at møta ov seint
upp til ymiskt, so man tað vera
føroyingar.
Wim Wenders er ein blíður
maður, og hóast týski filmsstjórin
er blivin heili 70 ára gamal, so er
hann framvegis virkin innanfyri
filmslistina. Hann hevur stjórnað
kendar filmar sum Wings of Desire,
Buena Vista Social Group og Salt
of the Earth. Hendan mikudagin
er Wenders ílatin sermerktar
bláar skógvar við samsvarandi
bláum hosum, og eisini er hann í
einum rættiliga leysum, brún um
klædningi. Ikki júst tann klædna
stílurin, ið føroyingar eru vanir við.
Hevur tikið upp í
fimm londum
Orsøkin til, at Wenders er í Før
oyum er, at hann seinastu vikuna
hevur gjørt upptøkur í Føroyum til
komandi film sín, Submergence, ið
eftir ætlan verður frumsýndur á
stóra filmsfestivalinum í Cannes
í mai 2017. Cannes er ein býur í
sunnara partinum av Frak landi.
Talan er um ein film, ið landa
frøðiliga spennir víða, tí at hann
er blivin upptikin í heili fimm
londum.
Vit byrjaðu í Berlin í Týsk landi,
og síðani fóru vit til sunnara part
in av Frakland. Eftir hetta fóru vit
aftur til Berlin, áðrenn vit fóru
til Madrid og útjaðarar í Spania.
Síðani gekk leiðin til Djibouti í
Afrika, áðrenn vit endaðu films
upptøkurnar her í Føroyum, sigur
Wim Wenders við Sosialin.
Tá ið filmsupptøkurnar skulu
gerast í so nógvum londum, so er
sjálvsagt, at tað tekur drúgva tíð
at fáa allar upptøkurnar í kassan.
Upptøkurnar til filmin byrj aðu
fyrst í apríl, og nú eru vit komin
til august. Vit hava brúkt langa
tíð upp á upptøkurnar til hendan
filmin, tí at vit hava havt steðgir
í hvørjum landi, har vit skuldu
fyri reika upptøkurnar. Onkuntíð
vikur, og onkuntíð eisini longri enn
tað. Men tilsamans hava vit brúkt
fýra mánaðir upp á upptøkurnar
til filmin, greiðir Wim Wenders frá.
Ein øðrvísi filmur
enn allir aðrir
Submergence verður eitt sindur
meira enn tveir tímar til longdar,
og av hesum fara føroysku upp
tøkurnar í filminum at fylla umleið
10 minuttir. Men hvat eru tað fyri
nakrar upptøkur, ið Wenders hev
ur tikið upp í Føroyum?
Vit hava tikið ymsar upptøk
ur á sjónum nærhendis Tind hólmi.
Eisini í einari holu, har vit sigldu
ígjøgnum og høvdu eina heila
dialogscenu. Síðani tóku vit eina
langa scenu upp við einum fossi
nær við Bøi, har Alicia Vikander
var við. At enda tóku vit upp á
flog vøllinum og á nøkrum vegum
nærhendis, sigur Wenders um
føroysku upptøkurnar.
Alicia Vikander er 27 ára gom
ul, og er hon filmsleikari úr Svøríki.
Hon hevur verið við í filmum
sum Testament of Youth, Ex
Machina, og fyrr í ár vann hon
ein Oscar fyri sín leiklut í film
inum The Danish Girl.
Tá ið Wenders verður biðin um
at samanbera sín komandi film við
aðrar av sínum mongu filmum, so
sigur hann, at hesin veruliga skilir
seg úr mongdini.
Hesin filmurin er øðrvísi enn
allir aðrir, ið eg áður havi gjørt.
Talan er um ein sannan ævin
týrafilm við heimspolitiskum
dimen sjónum. Filmurin er eis
ini upp livingarríkur og er kær
leiks filmur burturav, ið eisini er
hjartaskerandi. Eg havi ongantíð
havt so nógvar torførar, ymiskar
og serligar upptøkur sum í hesum
film inum, sigur Wim Wenders, ið
veruliga meinar hvørt eitt orð.
Ein vinningur at
sleppa til Føroyar
Tá ið filmsupptøkurnar skulu ger
ast í so nógvum ymiskum lond um,
har Djibouti man sigast at vera
tað mest fjarskotna, kundi ein
møguliga ímyndað sær, at hug
urin at koma til Føroyar at gera
tær allar síðstu upptøkurnar ikki
hevur verið tann allar besti. Men
Wim Wenders staðfestir at enda,
at hann er ómetaliga glaður fyri at
hava tikið tær síðstu upptøkur nar
í júst Føroyum.
Aftaná alt tað harða arbeiðið,
ið vit gjørdu í Afrika, so haldi eg,
at tað at koma til Føroyar var
ein vinningur fyri okkum. Tær
føroysku upptøkurnar eru tær
síðstu fil filmin, og tað var ein
sannur heiður at taka tær upp her,
sigur Wim Wenders at enda.
Wim Wenders fór av landinum
klokkan 15 mikudagin, og nú er eitt
drúgt arbeiði fyri framman at fáa
mongu filmsupptøkurnar í eina
sam anhangandi eind.
Seinastu vikuna hevur kendi, týski filmsstjórin, Wim Wenders,
verið í Føroyum og gjørt filmsupptøkur til komandi film sín,
Submergence. Sosialurin hevur hitt hann til eitt prát
EIN HEIÐUR
AT TAKA UPP Í
FØROYUM
Kendur filmsstjóri í Føroyum:
FAKTA:
Navn: Wim Wenders
Yrki: Filmsstjóri
Aldur: 70 ára gamal
(føddur 14. august
1945 í Düsseldorf)
Hevur stjórnað filmum
sum Wings of Desire,
Buena Vista Social Club
og Salt of the Earth.
Um
filmin Submergence:
Filmurin snýr seg um
bretan, James More,
ið er tikin til fanga í
eystara partinum av
Afrika av jihadistum.
Í "Greenland", sum
helst skal ímyndast
at vera Føroyar, er
Danielle Flinders klár
at kava undir vatni við
einum undirvatnsbáti
fyri at bjarga mannin,
ið hon elskar. Síðani
verður filmshyggjarin
leiddur aftur til farnu
jólini, har James og
Danielle hittust á
fronsku strondini og
gjørdust forelskað.
FILMUR