hósdagur 4. august 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. AUGUST 2016
SOSIALURIN 88
17
Soleiðis gert
tú súrdeiggj:
Blanda 1 súpiskeið av rug
mjøli við tvær súpiskeiðir av
vatni – gjarna lunkað. Lat
standa í tveir dagar á køks
borðinum – uttan lok. Ella
onkra aðrastaðni. Okkurt
stað, har tað er eitt sindur
heitt. Ikki á vesinum. Okkurt
stað, har bakteriufloran í
luftini er eitt sindur lættari
at hugsa um, enn hon á
vesinum. Eftir tveir dagar
koyrir tú eina súpiskeið
av rugmjøli í blandingina
og rørir runt. Nú kanst tú
koyra lok á. Lat standa yvir
nátt. Morgunin eftir eigur
tú at síggja smáar bløðrur í
súrdeigginum, og tað luktar
(møguliga) søtt, eitt sindur
av edikki og eitt sindur av
øl. Tað er ymiskt, hvussu tað
luktar, alt eftir júst hvat fyri
bakteriur og soppasporar
ráða í júst tínum súrdeggi.
Um tær ikki dámar luktin,
byrja so av nýggjum, og vóna
at okkurt annað setur búgv
í súrdeigginum næstu ferð.
Dámar tær luktin, so hevur
tú fingið eitt nýtt kelidjór.
Gev tí mat og drekka hvørt
kvøld – tvær súpiskeiðir av
rugmjøli, og tvær av vatni.
Fimta dagin stoytir tú
næstan alt súrdeggið burtur
– lat umleið 1-2 cm upp eftir
ílatinum vera eftir. Gev tí
nú mat og drekka, og lat tað
standa til um kvøldið. Nú er
klárt at brúka.
Orsøkin til at tú stoyt
ir so nógv burtur, er fyri at
fáa javnvág millum hvussu
stórt súrdeiggið er, og hvussu
nógvan mat tað fær.
Súrdeiggið kann goym
ast á køksborðinum, og
hetta er best, um tú bakar
ofta. Tá skal tað hava mat
og drekka hvønn ella annan
hvønn dag. Hin møguleikin
er at goyma tað í kulda
skápinum. Tá kann tað
standa í minst tvær vikur
uttan mat og drekka. Minst
tó til at taka tað fram nakað
væl áðrenn tú bakar, so tað
nær at koma í gongd aftur úr
kuldaskápsdvalanum.
og gera drýl við súrdeiggi (nei, eg
havi enn ikki verið á matstovuni.
Men tað verður skjótt! Eg havi bara
hoyrt um drýlin) – og so kunnu tit
herma eftir mær… og møguliga,
møguliga, verður tað hetta, ið
kveikir neistan til eitt genialt
hugskot?
Súrdeiggjdrýlur
Jóan Pauli Joensen skrivar í bókini
‘Bót og biti’ at hvat ið drýlur var,
upprunaliga var meira definerað av
formi, heldur enn av smakki; so eg
veit ikki um drýlurin eg her berði
fram, kann kallast drýlur – hann
líkist ikki einum vanligum drýli,
men smakkar sum ein (hvussu
mundu drýlar smakka í 1842?).
Eg elski drýl, men tað keðiliga
er, at hann verður so skjótt turrur.
Hetta loysir súrdeiggið. Súrdeiggið
ger drýlin so deiliga saftigan – og
hann heldur sær í fleiri dagar.
Genialt! Hetta er nógv lættari
enn at baka rugbreyð – hey bíða,
hetta er eitt slag av rugbreyðið.
Heimabakað go home! Drýlurine
er komin fyri at vera!
Minnst til at geva súrdeigginum
at eta og drekka nakrar tímar und
an tú ætlar tær at baka.
Rør fyrst saman:
• 4 dl av vatni
• 200 gram av rugmjøli
• 2 tsk av natron (eg havi
hugsað um, hvørt tað man
vera betur at koyra hetta
í beint áðrenn tað verður
bakað – sum salti. Men eg
havi ikki roynt tað enn. Tað
verður næstu ferð)
• 2 msk av súrdeiggi
Tá ið hetta er væl rørt, rørir tú
eisini 200 gram av hveitimjøli uppí.
Koyr lok á bollan/grýtuna og lat
standa til morgunin eftir (8 – 16
tímar), ella ímeðan tú ert til ar
beiðis. Eg eigi so fáar bollar, so eg
brúki ofta eina grýtu).
Tá ið á leið 8 tímar eru farnir
rørir tú 2 tsk av salti út í deiggi.
Baka síðani drýlin í ovninum í á
leið 20-30 min við 200 hitastig.
Tað ber til at baka drýlin beint
á bakipappíri, men hann verður
eitt sindur flatur, tí deiggið er eitt
sindur vátt. Eg baki í einum fati.
Tá verður drýlurin eisini so deiliga
fýrkantaður, at eg sleppi frá at
bekymra meg um at smyrjibreyðini
til Ovastevnu eru ójøvn í stødd
– síggjast til smyrjibreyð á Ova
stevnu ;)
Prei
vur tú trupuleikar við at fanga
øttu bakteriurnar? Royn so at
yra eitt lítið sindur av hunangi,
ogurt ella rivnum súrepli í at
byrja við. Tað lættir um.
Er nakað betur enn nýbakað breyð?
Ýr hevur nú givið
súrdeigginum navn -
Hon eitur Paulina. Tað er
eitt undir at súrdeiggið
hevur yvirliva mítt
hektiska summar. So
man standurin ikki
vera so galin, sum eg
onkuntíð haldi. Løgið at
hetta summarið er við
at fara framvið. Løgið.
Ógvuliga løgið. Men tað
ger eini, eg leingist eftir
myrku vetrarkvøldunum