hósdagur 4. august 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Retoriskt ummæli av Ólasvøkurøðu løgmans
ROYNDI AT
TEKKJAST
UNGUM
ÚTISETUM
Barbara Holm
S
um siður er trein Aksel
V. Johannesen á tingsins
røðarapall Ólavsøkudag,
og helt sína fyrstu ólav
søkurøðu sum løgmaður. Skulu
vit samanbera hesa røðu við aðrar
úti í heimi, so er hendan mest at
meta sum til dømis “state of the
union” røðan hjá amerikanska
forsetanum, har stingast skal
út í kortið tað, sum skal henda á
politiska økinum komandi ting
setuna. Í so máta er hetta ein
púra politiska røða. Men tað er
onkursvegna eisini ein høvistala
í tann mun, at tað er tjóðarhátíð
føroyinga og tí ávirkar tað tónan
í røðuni. Men fyrstu og fremst er
tað politiska vegastrekkið, sum
koyrast skal eftir komandi árið,
sum verður fráboðað.
- Tað fyrsta eg havi hug at siga
um røðuna er, at hon var væleydnað
í tann mun, at løgmaður gjørdi sær
púra greitt, hvønn hann vildi tosa
við. Hann tosaði beinleiðis til ungar
útisetar, hóast hann eisini nevndi
aðrar samfelagsbólkar í røðuni,
sigur Turið Nolsøe.
Tað hevur tó eggja til eitt ávíst
kjak um, hví tey, sum ikki eru flutt
av landinum í lestrarørindum, ikki
vórðu líka nógv tikin fram í røðu
løgmans.
- Har kann man siga, at fyri at
okkurt hjarta skal banka fyri einari
røðu, er neyðugt at velja hvønn
man tosar við. Tað er vónleyst at
tosa við øll í einari og somu røðu,
sigur Turið Nolsøe.
Eitt annað ógvuliga sermekt
við røðuni er, at tað vóru ung fólk,
sum nýliga eru flutt heim aftur til
Føroya eftir loknan lesnað, sum
vóru reyði tráurin í røðu løgmans.
Hann nevndi fimm ung fólk við
navni og nýtti teirra egnu orð fyri
at lýsa, hví tey vóru flutt aftur til
Føroya og hvat Føroyar hevur at
bjóða hesum.
- Tað er ein fínur máti at siga
nakað, uttan at tað eru eins egnu
orð. Men kanska skal løgmaður
ansa eftir at hann ikki bert nýtir
onnur at tosa fyri seg, og sjálvur
eisini kemur við slagkraftigum orð
ingum, sigur Turið Nolsøe.
Løgmaður nýtti fimm fólk –
vanligt í retoriska heiminum verða
trý slík dømi mett at vera tað besta.
Men hesi fimm fólkini vórðu nýtt
sum inngangur til hvør sítt evnið.
- Tað riggaði tó sum heild væl at
nýta hesi sum útgangsstøðið fyri
tey ymsu brotini. Og eg vænti, at
júst hatta verður tað, sum fólk fara
at minnast røðuna fyri, sigur Turið
Nolsøe.
Burdi tosa um kjakmentan
og fólkaræði
Tað politiska innihaldið í røðuni
kann ein hava sínar hugsanir um.
Men tað hoyrir ikki hesari greinini
til, hóast tað var eitt, sum Turið
Nolsøe saknaði í røðu løgmans.
- Eitt, sum hevur fylt nógv í
Føroyum í samband við eitt nú
hjúnabandslógina, er kjakmentan
ella kanska mangul uppá sama,
sigur Turið Nolsøe.
Orsøkin til, at hon tekur tað
fram sum eitt punkt, sum løgmað
ur kundi havt tikið við røðuna er, at
henni saknaði, at røðan legði meira
dent á fólkaræði og hvussu vit
kjakast, tá hesi hava verið í brenni
deplinum við teimum stórmálum
sum hava verið á breddanum.
FRÍGGJADAGUR 5. AUGUST 2016
SOSIALURIN 88
18
Tað, sum setti størstan dámin á Ólavsøkurøðuna hjá løgmanni var, at
hann hann gjørdi nógv burturúr at tekkjast ungum útisetum, og tað haldi
eg riggaði væl. Men røðan var onkursvegna ov lítið merkt av tí vit kunnu
kalla tí “statsmansliga” aspektinum, sigur Turið Nolsøe, retorikari
» Tað var áhugavert at fáa staðfest
enn einaferð, tá stjórnarskipanin
soleiðis verður kallað eitt samleika
prógv. At løgmaður kanska er bliv
in meira fullveldissinnaður í sínum
retorikki, sigur Turið Nolsøe.«