hósdagur 4. august 2016síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
FRÍGGJADAGUR 5. AUGUST 2016
SOSIALURIN 88
- Páll á Reynatúgvu kemur eitt
sindur inn á tað, tá ið hann inn
leiðir, men tá løgmaður roynir at
leita sær íblástur úr meira stór
slidnum retorikki enn tí norður
lendska, so kundi hann tosað í
størri vendingum um, hvussu vit
stjórna og skulu savnast um leið
Føroyar. Hann kundi allarhelst
ongantíð toppað ársins ella ára
tíggjunar sitat hjá Honnu Jensen
um at “vit skulu hava eitt samfel
ag, sum strekkir seg longri enn mín
sannføring”, men hann kundi gjørt
meira burturúr hesi broytingar
tíð, sum hann kallar tað. Í staðin
er høvuðsboðskapurin um hetta
heldur pragmatisku við hugtøkum
sum “onkuntíð er man í minniluta,
aðra tíðir í meiriluta”. Tað er so ikki
serstakliga stórsligið, sigur Turið
Nolsøe.
Tað er annars ikki altíð so væl
sæð at tosa kensluborið og patos
kent og at statsleiðarar tosa fað
irliga til tjóðina, men spyrt tú
Turið Nolsøe, so er tað ein retorisk
tilgongd, sum vit kundu nýtt gott
av.
- Eg haldi ikki vit skulu óttast
at tala til kenslurnar hjá fólki við
etos og patos, sigur Turið Nolsøe. Sí
aðrastaðni á síðuni, júst hvat ethos
og patos merkir innan retoriska
heimin.
Tað ger løgmaður partvíst í
røðuni, tá ið hann nýtir tey fimm
fólkini, sum nýliga eru flutt aftur
til Føroya. Og tað er helst ein orsøk
til tað.
- Aksel V. Johannesen er ikki
at meta sum ein karakterfullur
røðari. Hann kann tykjast heldur
tamur, men við at nýta hesi fólkini
styrkir hann um sítt egna ethos ella
kensluliga samband við lurtaran
umframt identifikatión millum tað
hann sigur og tey, sum lurta, heldur
Turið Nolsøe.
Stórt lop innan
uppboðssøluna
Í røðuni nevnir løgmaður ymisk
viðurskifti, sum hava stóran týd
ning í dagsins samfelag. Eitt nú
verður fiskivinnu uppboðssølan
tikin fram í røðuni hjá løgmanni.
Og har er tað ein áhugaverd
retorisk snilda, sum løgmaður ger
brúk av.
- Hann byrjar við at tosa til tey,
sum seta spurnartekin við upp
boðssøluna og endar síðani sína
argumentatión við at vísa á, at inn
tøkurnar av uppboðssøluni mill
um annað kunnu fíggja ein stóran
part av viðgerðini hjá krabba
meinssjúklingum. Og tað er kanska
eitt lop, sum er ov langt fyri summi,
sigur Turið Nolsøe.
Men kortini er tað ein háttur at
gera tað trupult hjá fólki, at vera
ímóti uppboðssøluni.
- Og aftur er tað heilt konkret
dømi og identifikatiónin er við til
at gera evni greitt, og gera tað tor
førari at vera í móti uppboðsøluni,
vísir Turið Nolsøe á.
Tey, sum taka undir við roynd
aruppboðssøluni halda tó ivaleyst,
at tað er ein fínir háttur at greiða
frá týdninginum av at broyta
fiskivinnuna á hendan hátt.
Øðrvísi uppbýti av
røðu løgmans
Hetta er fyrstu ferð, at Aksel
V. Johannesen hevur talað til
fólki sum løgmaður á Ólavsøku.
Og tað sæst eisini aftur, tí røða
hansara er øðrvísi samansett enn
undanfarnar løgmansrøður. Mest
eyðsýnt er, at røðan er býtt í tveir
partar. Ein røða til fólki og síðani
eitt stórt fylgiskjal til politikarar
» Men tá løg
maður sjálvur
tosar um “okk
ara” land, so er
undrunarvert, at
hann ikki sigur
hvørji hini so
er, sigur Turið
Nolsøe og vís
ur til setanar
røðuna hjá Suna
Merkisstein«
» Røðan var samanum
tikið fín. Eg haldi tó
ikki hann skal óttast
at tosa í stórslignum
vendingum, og sjálvur
siga okkurt sum er vert
at sitera, sigur Turið
Nolsøe frá«