Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-04, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. august 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 FRÍGGJADAGUR 5. AUGUST 2016 SOSIALURIN 88 og onnur, sum hava áhuga í at vita meira um ætlanirnar hjá samgonguni. - Tað er ein áhugaverdur máti at gera tað uppá. Fyrimunurin er at hann fær hildið eina røðu, sum ber dám av høvisrøðu. Men vansin við tí er, at tað eru fleiri viðurskifti, sum onkursvegna tykjast ógreið. Tú fært ikki alt at vita í røðuni, men má leita tær nærri upplýsingar. Og tá vænti eg, at mong ikki fáa allar ætlanirnar hjá samgonguni við, sigur Turið Nolsøe. Tað eru tveir setningar, sum ganga aftur í røðuni. Ein er, at vit eru í einari broytingartíð. Ein onnur er, at hetta er okkara land. - Ein má tí spyrja, hvørji eru vit, og hvørji eru hini, sigur Turið Nolsøe. Her setur hon eisini spurn­ar­ tekin við, hví løgmaður ikki setur Føroyar í eitt størri perspektiv, tá ið hann nú rør uppundir hugtøkini “vit” og “hini”. - Spurningar sum yvirgangur og flóttafólk eru ivaleyst spurningar, sum allir heimsins leiðarar hava á munni í hesum døgum. Men her heima verður tað so at siga ikki nevnt, sigur Turið Nolsøe. Tað er kanska skilligt, at Ólav­ søku­røðan ikki er júst høvið, har slíkir spurningar skulu fylla ov nógv, tí tað er tíðin, tá vit fegnast um okkara land og okkara mentan. - Men tá løgmaður sjálvur tosar um “okkara” land, so er undrun­ ar­vert, at hann ikki sigur hvørji hini so er, sigur Turið Nolsøe og vís­ur til setanarrøðuna hjá Suna Merkisstein. - Hann nam júst við teir spurn­ ing­ar, sum fylla nógv hjá fólki í dag. Og eg saknaði, at løgmaður eisini setti Føroyar í ein altjóða kontekst, sigur Turið Nolsøe. Góður endi Tað er ein sera vanligur háttur innan røðuskriving, at onkur fyrimynd í samfelagnum, yrkj­ arar, rithøvundar og líknandi, verða endurgivnir. Og soleiðis var eisini í ár. Hesaferð kunnu vit siga, at løgmaður gjørdi júst tað, sum hann sjálvur eggjaði til – leitaði sær íblástur frá einum, sum júst er komin aftur til Føroya. - Sissal Kampmann átti enda­ orð­ingina hjá løgmanni og tað helt eg vera sera áhugavert. Serstakliga tí, at hennara skaldskapur hevur mangan verið atfinningarsamur móti føroyska samfelagnum, og helst er signalvirðið í tí, at man skal eisini tora at finnast at sínum egna sam­felag, sigur Turið Nolsøe. Umframt hetta vóru slagorðini hjá samgonguni – eitt samhaldsfast, tíðarhóskandi og sjálvbjargið sam­ felagið eisini nevnt. Heitið á sam­ gonguskjalinum er jú júst hesi trý orð. - Løgmaður gjørdi við hesum greitt, at tað er hetta, sum sam­ gong­an framvegis arbeiðir ímóti, hóast summar ætlanir fyri hvussu man ítøkiliga røkkir hesum vóru ógreiðar. Tær vóru tó at lesa í fylgiskjalinum, vísir Turið Nolsøe á. Í røðuni bar tó til at staðfesta, at tann áður so samríkjasinnaði for­maðurin í Javnaðarflokkinum í stóran mun tosaði til full­veldis­ sinnaðar føroyingar. - Tað var áhugavert at fáa stað­ fest enn einaferð, tá stjórnar­ skipanin soleiðis verður kallað eitt sam­leika­prógv. At løgmaður kanska er bliv­in meira fullveldissinnaður í sín­um retorikki, sigur Turið Nolsøe. Hetta minnast við røðuna fyri Sum nevnt var hendan røðan øðr­ vísi enn aðrar løgmansrøður eina­ mest tí, at Aksel V. Johannesen valdi at býta røðuna upp í tveir partar. Ein fólksligan og ein ítøkiligan part. Men tað er neyvan tað, sum fer at standa eftir. - Eg vænti fólk fara at minnast hesa røðuna útfrá, hvussu hann tos­aði beinleiðis til og við tann sam­ felagsbólkin hann siteraði. Tað ger tað ógvuliga fólksligt, men eg vænti ikki sjálvur løgmaður stendur eft­ ir í minninum fyri annað enn tey nevndu fólkini, sigur Turið Nolsøe. Røðan var tó eisini serstøk í tann mun, at hetta er fyrstu ferð, at Aksel V. Johannesen hevur talað til tjóðina á Ólavsøku sum løgmaður. - Røðan var samanumtikið fín. Eg haldi tó ikki hann skal óttast at tosa í stórslignum vendingum, og sjálvur siga okkurt sum er vert at sitera, sigur Turið Nolsøe frá. Løgmansrøðan og fylgiskjalið kunnu lesast á tinganes.fo 26 ára gamla havnagentan Turið Nolsøe lesur retorikk á kandidatstøðið í lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Seinastu mánaðirnar hevur hon verið í starvslæru í Tórshavnar Kommunu, har hon millum annað hevur gjørt reklamufilmarnar um flyta til Tórshavn, sum løgmaður siterar í sínari Ólavsøkurøðu. Tríggir retoriskir hættir at røkka fólki Innan retoriska fakið eru tríggir yvirskipaðir hættir, sum kunnu nýtast, tá ið umræður at røkka tínum málbólki RETORIKKUR Er læran um at frambera sjónarmið síni væl skrivliga og munnliga. Retorikkur verður mangan sagdur at verða røðulist. Ein meira nágreinilig definering av retorikki ljóðar, at tað er fakið, sum ger teg føran fyri at skilja grundleggjandi reglur fyri, hvussu tú ávirkar onnur fólk við tínari røðu og so vítt gjørligt fær tey at halda tað sama sum tú. Fakið er sostatt eitt reiðskabsfak, sum í sær sjálvum ikki snýr seg um eitt ávíst fakøkið, men meira sum lærir teg at samskifta tað tú vilt við øll onnur menniskju. Aristotelse hevur í frágreiðing um retorikkin sagt, at tað er eitt viðføtt evni hjá øllum menniskjum, men sum við so nógvum øðrum evnum kan tað dyrkast og venjast við at nýta ávís háttaløg. Ethos Hesin háttur snýr seg um trúðvirðið hjá móttakaranum. Tað er umráðandi at hava álit á røðaranum, tí annars trýrt tú ikki tí, sum sagt verður. Tað eru ymiskir mátar at stuðla uppundir títt “ethos”. Summi undirbyggja síni argumentið við at vísa á onnur við somu hugsan. Onnur, sum til dømis løgmaður í hesum føri, undirbyggir sínar hugsanir um Føroyar við at sitera útisetar, sum eru flutt heimaftur. Patos Hesin háttur er bygdur á kenslur. Patoshátturni hevur riggað, um tað hevur eydnast tær at vekja kenslurnar hjá móttakarunum. Um ein til dømis kann seta seg inn í støðuna hjá øðrum fólkum, er tað orsaka av patosháttinum. Patos kann mangan gera tungt tilfar meira skilligt mill­um annað tí, at móttakarin kann skapa sær eina mynd av tí, sum tosað verður um, og tað er sjálv­ sagt umráðandi fyri uppfatanina av málinum. Logos Hesin hátturin vendir sær til logiska partin av framførsluni. Logoshátturin er intellektuellur og væl undirbygd argumentatión. Alt faktakent í tínari røðu stuðla uppundir logos. Dømi um logos er – tú burdi vant meira, tí kanningar vísa, at tað er sunt fyri kroppin.