hósdagur 4. august 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. AUGUST 2016
SOSIALURIN 88
22
BARBARA HOLM
S
ummar Festivalurin er á
skránni um vikuskiftið og
ivaleyst leita túsundtals
føroyingar sær til Klaks
víkar hesar dagar. Uni Leitisstein
Hansen er ein teirra, sum ætlar sær
á festival. Skráin er áhugaverd í tí
stóra heila, men sumt kundi verið
betur, heldur útvarpsmaðurin
og tónleikaenthusiasturin. Viku
skiftis Sosialurin hevur hitt Una
L. Hansen til eitt prát um tað, sum
fyllir tónleikapallin í Føroyum
hetta vikuskiftið.
Highasakite tað mest
áhugaverda yvirhøvur
Av konsertunum, sum hava verið í
summar í Føroyum, er elektroniski
bólkurin Highasakite tað, sum Uni
L. Hansen gleðir seg mest til.
– Hetta er uttan iva tann bólk
urin, sum eg eri mest spentur uppá
at hoyra, sigur Uni L. Hansen.
Norski bólkurin hevur í ár spælt
á Roskilde festivalinum í Danmark,
á Glastonbury festivalinum í
Bretlandi og í heyst skal bólkurin
á umfatandi konsertferð í USA.
Men áðrenn hetta kemur bólkurin
til Klaksvíkar at framføra fríggja
kvøldið.
– Eg haldi eg tori at siga, at
hetta er tann útlendski bólkurin,
sum hevur verið mest spældur í
útvarpinum hjá Kringvarpinum
ár. Trý løg hava verið í a-umfar í
Kringvarpinum og fløga teirra er
tann, sum eg havi lurtað mest eftir
í ár, sigur Uni L. Hansen.
Føroyingar kenna kanska ikki
væl bólkin, men givið er, at talan
er um ein sera áhugaverdan bólk,
sum er í støðugari menning.
– Bólkurin spælir elektroniskan
popptónleik við kanti í og fløgan er
óluksáliga góð, sigur Uni L. Hansen.
Men tað er ikki bara hetta navn
ið á fríggjakvøldsskránni, sum Uni
ætlar sær at lurta eftir. Sum heild
er hann sannførdur um, at fríggja
kvøldið tónlistarliga verður tað
mest spennandi kvøldið.
– Eg gleði meg eisini til 200,
sum má sigast at vera tað minst
»summarfestival-sliga« navnið á
skránni. Og tað er uppá tíðina, at
hasi freku, provokerandi løgini
eisini vera á Summar Festivalinum,
sigur Uni L. Hansen.
Samstundis fegnast hann um,
at fríggjakvøldið eisini bjóðar eina
framførslu frá The Reverends, sum
hann heldur áttu at spælt meir.
– Tað er satt at siga eitt ordans
herðaklapp, at Summar Festi
valurin hevur megnað at fáa The
Reverends á pallin. Bólkurin er
ótrúliga góður og átti at spælt meir,
heldur Uni L. Hansen.
Góð byrjan við Lenu
Hósdagurin er eisini áhugaverdur,
heldur tónleikaummælarin. Tí
Summar Festivalurin bjóðar tá
eina brakandi byrjan við føroysku
Lenu Andersen.
– Skalt tú byrja ein festival, so er
tað eingin feitari máti enn at gera
tað við Lenu Andersen, heldur Uni
L. Hansen.
Eisini Danny and the Veetos
lokka ummælaran hetta kvøldið
og eru tað glóðheitið bólkurin úr
Klaksvík og songkvinnan við tí
vøkru røddini, sum eru hæddar
punktið hetta kvøldið.
Men høvuðsnavnið? Hann hev
ur ikki stórvegis áhuga.
– Cliff Richard fari eg at lurta
eftir, tí nú er hann her, og so kann
man tað sama uppliva hann. Men
tað er als ikki nakað, sum fangar
meg, sigur Uni L. Hansen.
Høvuðsnavnið í Klaksvík í ár
hevur, eftir hansara tykki, ávirka
Uni Leitisstein Hansen, tónleikaummælari
– Allur fríggjadagurin á Summar Festivalinum er øgiliga spennani og hósdagurin
er eisini fínur. Leygardagurin er tó ikki so áhugaverdur fyri meg, sigur Uni
Leitisstein Hansen, tónleikaummælari, um ársins Summar Festival
FRÍGGJAKVØLDIÐ
BJARGAR
FESTIVALINUM
SUMMAR FESTIVALURIN
Danny and the Veetos lokka ummælaran hetta kvøldið
200 – tað er uppá tíðina, at hasi freku, provokerandi løgini eisini vera á Summar Festivalinum