Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-04, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. august 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. AUGUST 2016 SOSIALURIN 88 23 restina av skránni heldur nógv, og tað sæst aftur á leygardegnum á Summar Festivalinum. Hermas Houseband ein katastrofa Leygardagurin er sum heild minni áhugaverdur fyri tónleika­um­ mælaran, hóast fleiri góð og spenn­ andi føroysk nøvn eru á skránni. – Tað sermerkta við Summar Festivalinum hesaferð er, at leyg­ar­ dagurin er mest sum ein føroyskur dagur burturav. Og tað ímyndi eg mær, at nógvir festi­valgestir fara at fegnast um, sigur Uni L. Hansen. Tað er kortini ikki tónlistarliga spennandi fyri ein, sum gongur javn­an á konsertir kring landið. – Men eg gleði meg at hoyra Sign­ar í Homrum á stóra palli, sum hann avgjørt hevur uppiborið. Og ikki minst at hoyra Føroya størsta gospelbólk, Iam, trína á pallin aftaná nógv ár, sigur Uni L. Hansen. Týska-syngiðvið-løtan, er tó ikki serstakliga spennandi. Hon er heldur ein beinleiðis vanvirðing av størsta pallinum, sum føroyingar ha­va í dag. – Pallurin á Vágsbøi er nógv tann størsti og flottasti pallurin í landinum. Hann átti at verið við­ farin við virðing. Tí skilji eg ikki, at Hermas Houseband skal spæla har, sigur Uni L. Hansen. Eftir hansara tykki, er tað als ikki nóg gott, at ein slíkur bólkur slepp­ur at spæla á Summar Festi­ valinum. – Einaferð var tað eitt sum at Abba Show, og hetta er at meta við tað. Um man ynskir eina syngið-við løtu á Summar Festivalinum, so kundi man gjørt tað við før­oysk­ um nøvnum heldur enn at fáa ein týskan bólk heim til tað, sigur Uni L. Hansen. Ein annars útlendskur bólkur er á skránni, og tað er Boyzlife. Tann bólkurin er samansettur av tveimum sangarum úr ávikavist Boyzone og Westlife. – Eg vænti tað kann blíva fína­ sta slag. Eg varð im­poneraður av Ronan Keating, sum spældi á festivalinum fyri nøkrum árum síðani, og hava hesir ein góðan bólk og duga at framføra, so skal tað nokk blíva gott, sigur Uni L. Hansen. Samanumtikið er hann tó sann­ førdur um, at tað er fríggjakvøldið á Summar Festivalinum, sum bjargar skránni í Klaksvík hesa­ ferð. Highasakite er einasta áhuga­ verda útlendska navnið, meðan tey føroysku bera restina av inni­ haldinum. BARBARA@SOSIALURIN.FO Elektroniski bólkurin Highasakite tað, sum Uni L. Hansen gleðir seg mest til – Skalt tú byrja ein festival, so er tað eingin feitari máti enn at gera tað við Lenu Andersen, heldur Uni L. Hansen Hermas Houseband. Týska- syngiðvið- løtan, er tó ikki serstakliga spennandi. Hon er heldur ein beinleiðis vanvirðing av størsta pallinum, sum føroyingar ha­va í dag, heldur Uni L. Hansen