Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-04, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. august 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN 88 FRÍGGJADAGUR 5. AUGUST 2016 HEVÐI SLEPT DREYMINUM UM LAND­S- LIÐIÐ Tá Sølvi Vatnhamar fyri fýra árum síðani flutti niður til Danmarkar í lestrarørindum, slepti hann dreyminum um at koma á føroyska landsliðið. Tvey ár seinni broyttist tó alt. Í dag er hann millum lyklaleikararnar á landsliðnum og ein av størstu profilunum í heimligu føroysku kappingini ANDRÉ OLSEN Ein av mest eyðsýndu leikarunum í før­ oysk­um fótbólti í ár, hevur verið Víkinga og landsliðsprofilurin, Sølvi Vatnhamar. Við sínum 12 málum í bæði lands og steypa­ kapping, er hann kanska lyklaorsøkin til at Vík­ ingur framvegis er við í FM-stríðnum, umframt at teir aftur í ár eru partur av finaluni um Løgmanssteypið. Hevði slept dreyminum um landsliðið Men at seinastu árini skuldu fara at ganga so væl fót­bóltsliga, hevði Sølvi Vatnhamar sjálvur ikki vænta fyri fáum árum síðani, tá hann flutti niður til Dan­markar í lestrarørindum, har hann rað­festi lestur framum fótbólt. - Eg minnist at tá eg á sumri í 2012 flutti nið­ ur til Danmarkar at lesa, slepti eg eitt sindur tankanum um fótbólt, og fór at raðfesta øðr­vísi, har eg hugsaði fyrst og fremst um útbúgving. Tað var á sumri í 2012. Eg hevði tá havt onkur góð kappingarár í Føroyum. Millum annað eitt ár tá Brian Kerr var landsliðsvenjari, har fleiri vildu hava meg á landsliðið. Men fyri uttan at vera úttikin til eina venjingarlegu í Spania orsakað av nógvum avboðum, varð eg ongantíð úttikin, og tá eg flutti niður at lesa, hugsaði eg, at tað aldrin fór at eydnast at koma á a-landsliðið. Fekk brádliga møguleikan Sølvi Vatnhamar var eisini lutfalsliga gamal tá hann á fyrsta sinni var úttikin til a-landsliðið í einum týdningarmiklum dysti. Tað var til dupult-dystin á heysti í 2014, tá Føroyar møttu Norður Írlandi á útivølli, og Ungarn á heimavølli. Og tað var heldur tilvildarligt, at Sølvi brádliga fekk møguleikan frá byrjan. Sølvi var tá 28 ára gamal. - Eg minnist at eg sat á bonk­ inum allan dystin niðri í Belfast, har tað ikki gekk serliga væl. Lands­liðsvenjarin tók síðani og broytti fleiri pláss á liðnum til dystin sum kom tríggjar dagar aftaná, og sum var á heimavølli móti Ungarn. Tá fekk eg møguleikan frá byrjan á fyrsta sinni, og eg minnist mill­um annað eisini at Brandur Hendriksson Olsen eisini fekk møguleikan í tí dystinum. Føroyar taptu tann dystin móti Ungarn tepurt 1-0, men leik­liga fingu føroysku leikarar­ nir uppreisn, har liðið spældi ein góðan dyst. Aftaná tann dystin, fór brád­liga at ganga skjótt hjá Sølva í lands­liðs­sam­ anhangi. Ein mánað aftaná fekk hann aftur møguleikan frá byrjan, tá Føroyar spældi á útivølli móti Grikkalandi. Ótrúligt nokk eydnaðist tað Føroyum at vinna trupla útidystin niðri í Athen 1-0, har Sølvi Vatnham­ar átti ein avgerandi fót við í málinum. Síðani tá 30 ÍTRÓTTUR