Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-04, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. august 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 FRÍGGJADAGUR 5. AUGUST 2016 SOSIALURIN 88 hevur Sølvi Vatnhamar alla tíðina verið fastur maður á føroyska landsliðnum, og hann var millum annað eis­ini millum bestu leikararnar á føroyska liðnum, tá Føroyar eitt hálvt ár aftaná sigurin niðri í Athen, endurtók bragdið ímóti Grikkalandi, og vann 2-1 á Tórsvølli. Sølvi Vatnhamar sigur, at tað als ikki var líka at vinna á útivølli móti Grikka­ landi, sum tað var at vinna á heimavølli á Tórsvølli. - Sjálvandi var tað ótrúliga stuttligt at vinna á úti­ vølli móti Grikkalandi, men ein merkti ikki veruliga stemningin tá. Tað var nakað heilt annað at vinna heimadystin, har tað tóktist sum um at øll høvdu eina optimismu um at tað fór at bera til einaferð afturat. Eg minnist við ótrúliga góðum minnum aftur á tann dagin, har næstan alt landið var í ekstasu tað summarkvøldið í juni 2015. Spældi nógv ár í næstbestu deildini Sum heild hevur Sølvi Vatnhamar verið lutfals­ liga gamal hvørjaferð tá hann hevur fingið sítt stóra gjøgnumbrot í føroyskum fótbólti. Sum 21 ára gamal, hevði Sølvi Vatnhamar millum annað ongantíð spælt í bestu føroysku deildini, og tað var ikki fyrrenn at barndómsfelagið LÍF legði saman við GÍ í 2008, at fyrsti dysturin í bestu deildini kom. Spurdur um hann møguliga ongantíð hevði komið at spælt í bestu føroysku deildini, um ikki LÍF legði saman við GÍ, svarar Sølvi. - Eg minnist at tað var ein fundur millum leikararnar í Leirvík áðrenn LÍF legði saman við GÍ, har vit vóru spurdir um hvussu framtíðin sá út, um vit ikki løgdu saman við GÍ. Eg svaraði tá, at eg var í ferð við at blíva 22 ára gamal, og hevði sum málsetning um at spæla í bestu føroysku deildini. So eg vildi gjarna hava eina samanlegg­ing. Annars hevði stórur møguleiki verið fyri, at eg hevði farið at spælt við onk­rum øðrum felagið. So tíbetur løgdu vit saman. Eftir tað hugsar Sølvi held­ ur skemtiliga um, hvussu tað mundi hava havt verið, um hann bara hevði spælt í LÍF alla sína fótbóltsleið, og um hvussu lívið hjá honum kundi verið broytt, um hann hevði verið upplivilsini í Vík­ ingi og á landsliðnum fyri uttan. Men Sølvi Vatnham­ ar leggur dent á, at tíðin í LÍF var ein góð tíð, og at hann á hvørjum ári tá hann spældi við LÍF fekk tilboð frá øðrum eyst­uroyarfeløgum, sum vildu hava hann at spæla við teimum, men at hann takkaði nei. Skaði mundi for­ komið fótbóltinum Bert fá ár eftir at Sølvi byrjaði á besta liðnum hjá LÍF, gjørdist hann so mikið álvarsliga skadd­ur, at vandi var fyri at hann ong­antíð kom at spæla fótbólt aftur. Hóast Sølvi alla tíðina hevði mót um at koma fyri seg aftur, var tað ein drúgvur skaði sum hann hevði. - Sjálvur skaðin var ikki so álvar­ sam­ur. Tað var ein menisk skaði. Men eg fekk hospitalsjúku (bruna) í knæðið, sum gjørdi at tað bleiv nógv drúgvari enn vænt­að. Bara tað at fáa brunan vekk úr knænum tók umleið 5 mánaðir, og alla ta tíðina lá beinið í einum skinnara. - Tað var ein ræðulig tíð. Serliga tí at hugurin til at spæla fótbólt tá var so góður, og tí at man ikki fekk gjørt nakað við tað. Tað gekk nærum eisini eitt ár frá tí at eg varð skaddur inntil eg spældi aftur, so tað var ógvuliga hart sum 18-19 ára gamal. Í dag merkir Sølvi Vatnhamar einki til skaðan sum hann hevði tá, men hann sigur at serliga ein persónur eigur tøkk fyri, at hann kom fyri seg tá. - Eftir at eg fekk skinnaran av beininum, gekk tað ótrúliga long tíð áðrenn eg fekk strekt knæðið 100%. Tað manglaðu alla tíðina nøkur prosentir í. Eg minnist at eg gekk til Benadiktu Ellingsgaard á Kambsdali, og at hon var treisk fyri at fáa meg frískan aftur. So í veruleikanum eigur hon eina stóra tøkk fyri, at eg yvirhøvur kom fyri meg aftur sum fótbóltsspælari. Steypafinalan í 2009 var serlig Tá Víkingur á fyrsta sinni spældi í bestu deildini í 2008, var tað sum sagt fyrsta ferðin at Sølvi Vatnhamar spældi í bestu føroysku deildini. Hann sigur at munurin millum tað, og at bert hava spælt við LÍF í næstbestu deildini var stór­ur. - Eg minnist at tað fyrsta árið lógu vit í miðjuni av bestu deildini, har úrslitini vóru eitt sindur skiftandi. - Tað var ikki fyrrenn í 2009, at vit fyri fyrstu ferð tóku stigið upp í oddin av føroyskum fótbólti. Tá merkti eg hvussu stórur munur tað var at spæla teir dystirnar í mun til at hava spælt á heimavølli móti Royn og Sumba fá ár frammaund­an. Hetta var meira stuttligt. - Fyrsti stóri dystur sum eg spældi var steypafinalan á ólavsøku í 2009, tá vit vunnu 3-2 móti EB/Streymi. Nakrir av leikarunum á liðnum hjá Víkingi høvdu roynt at vunnið finaluna við GÍ í 2005, men fyri teir flestu var hetta nak­að heilt nýtt og fremmant. Sølvi sigur tí eisini, at steypasigurin í 2009 ikki ordi­liga kann samanberast við allar hinar steypasigrarnar. - Steypafinalan í 2009 er heilt avgjørt tann mest serliga fyri meg persónliga. Tað er kanska serliga tí at talan var um fyrsta stóra dystin hjá felagnum Víkingi, og tí at tað var fyrsta ferðin at man vann nakað sum fótbóltsspælari. So hon stendur eitt sindur øðrvísi í minninum enn hinar, hóast tað sjálvsagt hevur verið fantastiska stuttligt at vunnið steypakappingina hvørjaferð. Tórsvøllur eigur bestu minnini Tá Sølvi Vatnhamar verður spurdur, hvør hansara størsta fótbóltsuppliving hevur verið, tekur tað ikki so leingi hjá honum at svara. - Sum heild eru allir teir dystirnir sum eg havi spælt á Tórsvølli mínar størstu fótbóltsupplivingar. Tá hugsi eg bæði um allar tær seinastu steypafinalurnar við Víkingi har vit hava vunnið, og so eisini teir landsdystirnar sum eg havi spælt á Tórsvølli. So saman við steypafinaluni í 2009, eru allir teir dystirnir á Tórsvølli bestu fótbóltsupplivingar­ nar sum eg havi havt. Vil vinna FM-heitið við Víkingi Eftir stovnanina í 2008, hevur Víkingur verið ein sólskins­ søga í føroyskum fótbólti, har felagið tey seinastu nógvu árini hevur verið ein fastur partur av oddinum. Felagið hev­ ur mill­um annað vunnið kappingina um Løgmanssteypið fimm ferðir, umframt at teir fyri tveimum árum síðani fingu tað føroyska metið, fyri at vera tað føroyska felagið sum komið longst í evropeiskum samanhangi nakrantíð. Men hóast sólskinssøguna og góðu gongdina hjá fel­ag­ num, er tað eitt sum nívur Sølva Vatnhamar. Og Sølvi er ikki tann einasti í Víkingi sum eftirlýsir tað. - Ein kann siga at felags fyri øll tey sum eru í Víkingi er, at FM-heitið manglar. So fótbóltsliga er eitt FM-heitið við Víkingi stóri málsetningurin hjá mær, og eg vóni at tað kemur at eydnast einaferð. Sølvi Vatnhamar sigur at enda, at ein partur til at tað hevur gingið so væl seinastu árini hevur eisini verið stuðul­ in frá familjuni, har serliga unnustan eigur eina stóra tøkk. - Tað fer ótrúliga nógv tíð til fótbóltin, og tað eru dagar, har eg havi verið lítið og einki heima, orsakað av arbeiði og venjing. So uttan ótrúliga stuðulin frá familjuni og unnustuni hjá mær, sum stuðla mær treystaleyst, ivist eg í, um tað hevði komið at gingið líka væl hjá mær. MYNDIR: SIGMAR MØRKØRE Fakta um Sølva Vatnhamar Føddur: 05-05-1986 Aldur: 30 Felag: Víkingur Dystir í Effo-deildini: 202 Mál í Effo-deildini: 41 Landsdystir: 11 Mál á landsliðnum: 1