Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-04, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. august 2016síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. AUGUST 2016 SOSIALURIN 88 32 Tráin Petursson Nónklett MYND: HEINESEN MYNDIR Yrki: Stuðul í skúla og krambakallur Bústaður: Havn Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin? Lívfrøðingur. Tað vísti seg tó, at eg ikki dugdi tey lívfrøðiligu fakini. Hvat átti hitt kynið at vita um títt kyn? At tað ikki er nakað, ið menn kunnu, sum kvinnur ikki eisini kunnu. Hvat áttu børn at vita um tað, at vera vaksin? So lítið sum møguligt. Hvat var tann seinasti dreymurin tú gjørdi til veruleika? Veitt satt at siga ikki. Mínir veruligu dreymar henda ikki yvir nátt. Eg droymi um at enda fátækaradømi, taka fullveldi og sovorðið. Mál, sum henda í framtíðini! Um tú tordi, so hevði tú….. Slept øllum og farið og fjakka einsamallur í nakrar mánaðir. Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað? Um vit deildu virðini betri ímillum okkum, og samstundis vrakaðu ógvusligu brúkaramentanina og óendaliga ynski um at vaksa um búskapin uttan atlit til fólk og umhvørvið! Nær vart tú seinast veruliga ovfarin? Tá ið eg tjekkaði mína bankakonto aftaná seinasta býtúr. Tað var sgu ikki so gott! ;) Tað seinasta tú hevur lært er, at …. At tey rópa níggjufalt hurrá fyri donsku drotningina. Níggju ferðir, er tað veruliga neyðugt..? Tann støðugt ringa samvitskan snýr seg um, at tú? Hmm, komi ikki í tankar um nakra ringa samvitsku beint nú, so tað er á heilt góðari leið. Enda setningin: Føroyar áttu….. At tikið loysing og stovnað republikkina! – Vit mugu tora at tosa um sex og samtykki við tey ungu, so tey skilja hvar mørkini ganga. Nakað soleiðis søgdu tær báðar Ása á Neystabø og Elin Winther Poulsen í samrøðu við útvarpið. Umboðandi Amnesty International Føroya Deild og Sig frá átakið hjá Almanna­ málaráðnum, eru tær við til at seta gongd á stórt átak um samtykki. Eitt hugtak, sum vit øll áttu at tosa meira um. Fyrr í ár bar til at lesa um før­ oysk­ar kvinnur, sum hava verið fyri neyðtøku í Føroyum. Helst vóru tey mong, sum vórðu skelkað av at síggja, at tað vóru so nógvar før­oyskar kvinnur, sum høvdu verið fyri slíkum seksuellum ágangi. Samstundis er ein kanning gjørd millum tey ungu, har spurt var um ymiskar støður og hvørt kvinnan kann sjálv hava skyldina í, at hon verður neyðtikin. Skelkandi nógv av teimum ungu hildu, at tað kundi hon. Men lat tað vera sligið fast – tú kanst ongantíð hava ábyrgdina av, at tú verður neyðtikin. Ikki um tú ert lætt ílatin. Ikki um tú út­strálar hug. Ikki um tú ert farin inn í kamarið, men síðani angrar. Óansæð hvat, so er tað ongantíð ov seint at siga, at eg tími ikki at hava sex kortini. Amnesty International, Føroya Politi, Fólkaheilsuráðið og Sig frá eru farin undir átakið sum eitur Sex krevur samtykki. – Endamálið er at varpa ljós á, at sex uttan samtykki er brot á kynsliga sjálvræðið hjá tí einstaka, siga tey í tíðindaskrivi. Tey vilja gera ung fólk tilvitað um at seta egin mørk og at virða mørkini hjá hvørjum ørðum og samstundis at fáa vaksin at tora at taka hetta prátið við tey ungu, soleiðis at vit øll tora at tosa um sex og samtykki. Lat okkum byrja at tosa um hetta evnið við tey ungu vit kenna, so at vit vónandi fáa sligið fast, at tað er ongantíð í lagið at trýsta onkran til sex og tað er ongantíð tín skyld, um tú verður neyðtikin. Komið og tosið um sex og samtykki!