Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. august 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. august 2016 · Nr. 89 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HAVNARÚTBYGGING Mortan Østerø Hóskvøldið í farnu viku, sam­tykti Tórshavnar Býráð enda­liga at fara undir hundr­ að­tals millióna-verk­ætl­an­ ina at útbyggja havna­øki á Eystaru bryggju. Býráðið hevði kallað inn til eyka­ bý­ráðs­fund at taka enda­ liga støðu til stóru út­bygg­ ingina, eftir at málið um Skansabryggjuna í ver­a­ndi líki, hevur verið vent og snar­ að í nevndum, hoyr­ing­um og fjølmiðlum síðani 2014. Málið varð samtykt við átta atkvøðum fyri, einari í móti og tveimum blonkum atkvøðum. Býráðið tók av tilboðnum frá J&K Petersen, ið kemur at kosta um 465 milliónir krónur. At fáa til vega fíggingina, verður neyðugt at læna slakar 300 milliónir og býráðið sam­ tykti at gera lána 250 milli­ ónir krónur við fastari rentu, aðrar 50 milliónir við skift­ andi rentu, og skulu lánini gjaldast aftur yvir 20 ára skeið. Í gerðabókini verður við­ merkt, at útbyggingin er til­trongd, serliga hav­andi í huga, at seinasta havnar­ út­bygg­ing í Havn var í 1997, tá ið uttasti parturin av mol­anum varð breiðkaður. Somu­leiðis verður víst á, at virk­semi er vaksið nógv síðani útbygg­ingina. Víst verður á, at verandi um­ støður á Eyst­aru bryggju eru langt frá nøkt­andi, tí dýpið fram við Eys­tara mola er ov grunt og inn­siglingin ov lítil. Serliga um summarið verður trongligt niðri á kei- økinum, við mongu ferða­ manna­skipinum og nógva virk­seminum. Av tí sama metir Tórs­havnar býráð, at einasti møgu­leiki at betra munandi um umstøðurnar á Eystaru bryggu í Tórshavn, er at leingja molan á Skansa­ bryggjuni, og at víðka ver­andi øki suðureftir og eystur­eftir. Hóast kommunan ásann­ ar, at tørvurin á størri út­ byggingum ikki er bráð­ neyðugur, meta tey, at tørv­urin kann vísa seg seinni. Harumframt verður mett, at staðsetingin í Havn er ein fyrimunur fyri brúkaran. Nærum allur farmur í bingjum og trailarum, kem­ ur longu um bryggjuna í Tórshavn, og sostatt hevði flutningurin til bróðurpartin av brúkarunum verið stuttur. Nógv mótstøða Skansabryggjan hevur møtt nógvari mótstøðu síðstu árini, og tað hevur drigið verk­ætlanina út. Arkitektar, umhvørvisverndarfelag, forn­minnissavnið, politik­ arar og borgarar hava gjørt vart við seg og onkur hevur enntá savnað undirskriftir móti ætlanini. Nógva trýst­ ið og metingar frá Yvir­frið­ ingar­nevndini, førdu við sær drúgvar hoyr­ingar og til­lagingar í upp­runa­upp­ skotinum um útbygg­ing­i­na. Mill­um annað varð Skansa­ bryggjan flutt suður­eftir frá uppruna­stað­setingini, til tess at taka hædd fyri útsýn­ inum framm­an fyri Skansan. Tórshavnar Býráð samtykti í farnu viku ta umstríddu havnarútbyggingina, ið kemur at kosta 465 milliónir krónur 465 MILLIÓ TIL ÚTBYGG Soleiðis kemur Skansabryggjan at síggja út