Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. august 2016síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 8. august 2016 · Nr. 89 Ynsktu at bíða Mortan Østerø Tá ið uppskotið um Skansa­bryggjuna kom fyri bý­ráðið hós­kvøld­ið, løgdu bý­ráðs­lim­irnir fyri Tjóð­veldi fram upp­skot at út­seta at­kvøðu­greiðsl­ una til eftir býráðs­valið 8. november, men tað varð felt við átta at­kvøð­um móti trim­um. – Vit í minnilutanum hava roynt at ávirka hesa stóru ætlan til tað betra. Vit hava spælt út, at bingjuhavnin kanska hevði ligið betri aðra­ staðni í kommununi, og at gott skil hevði ver­ið í, at bygt Skansa­bryggj­una og Eystara havnar­økið út til eina super ferða­ vinnu­havn, sigur Jógvan Arge, vara­borgar­stjóri og býráðs­limur fyri Tjóðveldi. ´Tilsamans verður tal­ an um nógvan læntan pen­ing, sum býráðið nýta til fígg­ing av stóru verk­ ætlanunum í løtuni, og tað undrar varaborgarstjóran, at man ikki ynskir at bíða við so stórum íløgum, nú býráðsvalið stendur fyri dyr. – Tað var ikki gamalt at binda komandi býráð til stórar útreiðslur beint áðrenn eitt nýtt býráð tekur við. Við útlitinum til, at byggiætlanir, sum hava verið undir fyrireiking í ára­vís, fara at binda komm­ununa og havnina til eina hálva milliard í skuld, verður skotið upp, at avgerðin um at útbyggja Skansa­bryggjuna verður útsett til nýtt býráð hevur tikið við 1. januar, sigur Jógvan Arge. HAVNARÚTBYGGING Seinasti dyggi smeiturin fyri verkætlanina kom, tá ið býarskipanarnevndin hjá landinum sendi lands­stýris­ kvinnuni við komm­unu- og umhvørvis­mál­um um hendi, eitt skriv, sum frámælti útbygg­ingini. Sambært býar­skipanarnevndini, var stað­setingin í Havn óheppin vegna nógvu ferðsluna, sum kom at standast av øktum virksemi, umframt, at tað neyvan sømdi seg, at havnar- øki skuldi fylla somikið nógv í býarmyndini. Tey mæltu til, at ein loysn var funnin burturi frá bygt øki, soleiðis at borgarar høvdu minst møguligan ampa av havnar- og flutningsvirkseminum. Landsstýriskvinnan, Sir­ ið Stenberg, valdi tó ikki at fylgja tilmælinum at steðga havnarútbyggingini, og so­ statt kundi Tórshavnar Bý­ ráð fara undir at bjóða ar­ beiði út. Nú verður bygt Mortan Østerø Eitt av oddafólkunum í stríð­num fyri at fáa Havn­ ar­útbyggingina samtykta, er Sjúrður Olsen, formaður í Vinnunevndini hjá Tórs­ havnar Býráði. – Hetta hevur ómetaliga stóran týdning fyri allan býin, og vit vænta, at Skansa­bryggjan verður klár at taka í nýtslu um trý ár, segði hann við Rás2 fríggja­dagin. Hóast Sjúrður Olsen er bjartskygdur um ætl­ an­ina, var hon ikki utt­ an mót­støðu. Sein­astu árini hava fjøl­miðlarnir ver­ið á tremur við lesara­ brøvum, ið hava funn­ist at ætlanini um útbygg­ ing­ina vegna vant­andi atlit­um til umhvørvi, trivn­að og estetitikk. Málið hevur sostatt verið til nógvar hoyringar og er tillagað nakað, síðani sína byrjan. Formaðurin í Vinnunevndini er eisini sannførdur um, at tað ikki vendist aftur nú. – Nei, nú er alt liðugt. Vit hava brúkt trý ár um hettar her. Mótstøðan hevur ikki bara kenst sum ein mótstøða móti verk­ ætlanini, men móti allari Havnini. Tað hevur verið ótrú­liga frustrerandi at bíða eftir endaligu avgerð­ ini, og nú avgerðin er tikin, er tað ein øðiligur lætti, sigur Sjúrður Olsen. Nøkur mótstøðufólk bíð­aðu uttanfyri býráðs­ salin, meðan málið var til við­gerðar, men teimum sýnir formaðurin í Vinnu­ nevndini ikki nógvan ans. – Man kann altíð be­ stilla nøkur fólk at standa við blikkum á Vaglinum – tað er eingin trupulleiki. Vit vita eisini hvør tað er, sum hevur bestilt tey, tað haldi eg øll vita. Hatta kemur ikki at flyta nakað, sigur Sjúrður Olsen. NIR ING Kostnaðarmetingin er 465 milliónir krónur, harav lánitørvurin er 300 mió. Láni skal gjaldast yvir eitt 20 ára skeið Uml 92.000 m2 av gróti verður nýtt Havnalagið verður víðkað uml. 95.000 m2 Atløgusíðan uml. 880 m Útbyggingin væntast liðug um 3 ár Fakta: Upprunaiga Skansabryggjan Sjúrður Olsen, formaður í Vinnunevndini hjá Tórs­havnar Býráði Jógvan Arge, vara­borgar­stjóri og býráðs­limur fyri Tjóðveldi