Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. august 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. august 2016 · Nr. 89 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 LANDSBANKIN OG VÁÐARÁÐIÐ Endurstovnaði Landsbankin og Váðaráðið fáa stórar heimildir í føroyska fíggjarheiminum FULLAR HEIMILDIR TIL LANDSBANKAN OG NÝGGJA VÁÐARÐIÐ Árni Gregersen Tað er staðfest, at ideologiskt ella hugsjónarligt er tað stórur munur á støðutakan til ein landsbanka, millum vinstra og høgra í Føroyum. Vit høvdu ein Lands­ banka í nøkur ár, men tá ið sein­asta samgonga tók við eftir valið í 2011, var av­gjørt at niðurleggja Lands­bankan og leggja upp­gáv­ur­nar hjá bankanum undir Gjald­stov­ una og Hag­stovuna. Eitt gjaldstovuráð var sett á stovn í endanum av 2012, sum skal taka sær av at hava eftirlit við landsins ognum og skuldum. Annfinn Vitalis Hansen, advokatur er formaður og Teitur Samuelsen, stóri í Tunnilsfelagnum, er næst­ for­maður. Triði limurin í stýrinum er stjórin á Hag­ stov­uni, Sigur Poulsen, bú­ skaparfrøðingur. Fráfarna samgongan helt hetta vera eitt nóg gott og nóg sterkt am­boð at hava eftirlit við før­oyska búskapinum, men sam­gong­ an sum tók við 15. september í fjør, hevur eina heilt aðra áskoðan. Í samgonguskjalinum verður sagt, at Landsbankin verður endurstovnaður og í morgin fer Løgtingið undir 1. viðgerð av uppskotinum frá lands­stýriskvinnuni við fíggjar­má­lum, Kristinu Háfoss, Tjóðveldi, um júst at endurstovna Landsbankan. Við í uppskotinum er eis­ ini, at eitt Váðaráð verður sett á stovn, sum hevur til enda­máls at fylgja við fíggjar­ligu og búskaparligu gongd­ini í samfelagnum. Tað áliggur Váðaráðnum at koma við ávaringum, um tað held­ ur, at búskaparligir vanda­ sjógvar eru fyri framman Landsbankin Tað hevur altíð verið stríð mil­l­um høgra og vinstra um føroyskan landsbanka. Høgra síðan í tingsalinum hevur ført fram, at ein lands­ banki í veruleikanum bert er ein almenn útreiðsla afturat. Sagt verður, at teir stovn­ ar sum eru og sum van­liga taka sær av búskapar- og fíggj­arviðurskiftunum hjá tí almenna, saktans makta at loysa tær uppgávur á økin­um, saman við privatu fíggingarstovnunum í Før­ oy­um. Hin síðan í tingsalinum heldur hinvegin, at tað er av­ ger­andi, at almenni fíggjar­ geirin verður savnaður á ein­um stað. Ein landsbanki haldi tey er neyðugur, tí so kann hesin stovnur taka sær av allari umsiting av skuld og ognum landsins. Vit høvdu ein landsbanka í nøkur ár, sum tók sær av hesum viðurskiftum, men tá ið nú fyrrverandi samgongan sat við valdið, avgjørdi hon at avtaka bankan og leggja uppgávurnar, sum bank­ in hevði havt, undir Gjald­ stovuna, Hagstovuna og seta eitt Gjaldstovuráð á stovn. Samgongan segði, at ein slíkur bygnaður eins væl kundi røkja tær upp­gáv­ur­ nar, sum Lands­banki Føroya annars hevði havt um hendi. Men nú verður so stríðið um Landsbanka Føroya tikið upp av nýggjum í Løg­ tinginum. Stórar heimildir Í morgin fer tingið so undir 1. viðgerð av uppskotinum um at seta Landsbankan og Váðaráð Føroya á stovn aftur. Grundleggjandi skal Lands­bankin virka fyri fíggj­arligum støðufesti í Før­ oyum. Stórur dentur verður eisini lagdur á, at hann er óheftur av politisku skip­ anini. Ein onnur uppgáva hjá stovninum er av greina fíggjar- og búskaparstøðuna fyri almennu Føroyar. Við í uppskotinum er eisini, at Landsbankin skal vera skrivstova hjá Váða­ráð­ num. Í staðin fyri, at almennu Føroyar – tað vil siga lands­ kassin og almennir stovnar – brúka privatu peninga­ stovnarnar til at útvega lán, so skal Landsbankin loysa hesar uppgávur. Bankin skal eisini tryggja, at landið altíð hevur nóg mikið av tøkum peningi til at gjalda fyri tær skyldur, lands­kassin og almennu stovn­arnir hava. Í lógini stendur, at lands­ kassin altíð skal hava tøkan pening til tað sums varar til 15 prosent av brutto­tjóðar­ úrtøkuni árið framm­an­und­ an. Í hesum døgum vil hetta kravið siga, at landskassin altíð skal hava 2,3 milljardir krónur í tøkum peningi. Landsbankin skal eisini tryggja, at landsins tøki pen­ ingur verður so væl rentaður sum til ber, tó á ein tryggan hátt. Í lógaruppskotinum verð­ ur eisini sagt, at Landsbankin kann røkja somu viðurskifti fyri føroysku kommunurnar. Landsbankin fær heimild at krevja upplýsingar frá øllum føroyskum fyritøkum og stovnum. Hesi skulu so lata upplýsingarnar innan ávísa freist. Bankin skal eisini røkja alla skuld hjá almennum stov­n­um og grunnum, sum koma undir lógina. Tað vil siga, at hvørja ferð ein al­ mennur stovnur ella eitt al­ment felag skal hava eitt lán, so kann hetta ikki gerst uttan samtykki frá Lands­ bankanum. 20 milljónir Tá ið Landsbanki Føroya eftir uppskotinum fer at virka 1. januar, so hevur hann fingið 20 milljónir krónur í stovningarfæi. Raksturin verður í stór­ an mun fíggjaður av tí sam­ sýning, bankin fær fyri at umsita skuld og ogn landsins. Lógin sigur, at bankin fær fýra promillu av tí pen­ingi, sum sambært lógini altíð skal vera tøkur hjá lands­ kass­a­num. Við bruttotjóðarúrtøkuni, sum vit kenna nú, svarar hetta til, at bankin fær góðar níggju milljónir krónur í rakstrarpeningi um árið. Tá ið Landsbankin var avtikin seinast, fluttu fleri av starvsfólkunum við í Gjald­ stovuna ella Hag­stovuna. Í lógini verður sagt, at starvs­fólk eisini kunnu flyta aftur í Landsbankan, sum altso samgongan nú stovn­ setir aftur. Sigurð Poulsen var stjóri í gamla Landsbankanum. Hann er í dag stjóri á Hag­ stovu Føroya. arnig@sosialurin.fo Kristina Háfoss, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, hevur lagt uppskotið um landsbanka og váðaráð fram Sigrud Poulsen var stjóri í Landsbanka Føroya, sum fráfarna samgongan niðurlegði