Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. august 2016síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 8. august 2016 · Nr. 89 LANDSBANKIN OG VÁÐARÁÐIÐ Árni Gregersen Tað kemur sjálvandi altíð illa við hjá teimum, sum skulu taka endaligu politisku avgerðirnar í Føroyum, um vit ikki eru vitandi um brotasjógvar í búskapinum ella hóttanir sum eru á veg í fíggjarheiminum. Tí er uppskot nú lagt fram um at seta á stovn eitt váðaráð, hvørs uppgáva fyrst og fremst verður at halda eyga við búskaparligu gongdini. Hesin stovnur skal so koma við almennum útmeld­ ingum um gongdin fer av leið ella álvarsligar hóttanir eru móti føroyskum búskapi. Síðani níti-árini hava Føroyar verið raktar av kreppum, sum í stóran mun eru komnar óvart á alemnnu Føroyar. Í hvussu so er hevur tað verið soleiðis, at vit ikki hava fingið beinleiðis ávaringar frá nøkrum virkandi stovni um, at støðan hevur verið hóttandi. Í farnu øld kom ráðgevandi nevndin hjá danska forsætisráð­ harranum við einum áliti tvær ferðir um árið, men hetta álit var ikki altíð tikið í fullum álvara av politiska myndugleikanum. Nú vil samgongan hava, at hetta arbeiðið verður gjørt av ein­um óheftum váðaráð. Løgmaður velur fimm limir og fimm varalimir til hetta arbeiðið. Uppgávurnar Fyrst og fremst skal nýggja váða­ ráðið eygleiða gongdina í fíggjar­ kervinum, sum heild. Sær ráðið váðar fyri framm­ an, so skulu hesir almanna­kunn­ gerðast, so teir ikki koma óvart á samlaðu skipanina. Gerast hesir váðar hóttandi, so skal ráðið koma við ávaringum og verður støðan uppaftur trupl­ ari, so skal váðaráðið koma við tilmælum. Við øðrum orðum er talan um trý sløg av ávaringum, sum hava hvør sína styrki og sum almennu Føroyar skulu fyrihalda seg til. Kemur váðaráðið við tilmæli um okkurt, so skal hetta fylgjast. Vil onkur stovnur ikki fylgja til­mælinum, so skal stovnur skrivliga boða frá, hví hann velur ikki at gera, sum tilmælið sigur. Stovnarnir og tað almenna fáa vanliga ein tríggja mánaða freist at gera eftir tilmælinum – ella skrivliga boða frá, hví tilmælið ikki verður fylgt. Í høvuðsheitum skulu allar frá­boðanir frá váðaráðnum eru í út­gangsstøði almenn, men metir ráðið, at talan er um nakað, sum kann ávirka fíggjarliga støðu­festi, so kann hetta gerast bein­leiðis til stovnar ella tað al­ menna. Tað vil siga, at tá ið tað kanska brennur á av álvara, so er tað ikki givið, at ávaringar ella tilmæli frá váðaráðnum eru almenn. Í viðmerkingunum til lógar­ upp­skotið verður sagt: – Føroyar hava fulla ábyrgd av stórum parti av fíggjargeiranum, nevnliga pensjón, trygging og real­kredittøkinum, men bank­ ar­nir eru framhaldandi undir donsk­um ræði. Tørvur er á einum føroyskum váðaráði umboðandi teir mynd­ ug­leikar, ið virka fyri fíggjar­ ligum støðufesti í Føroy­um í samsvari við altjóða til­mæli. Neyðugt er við eftirliti tvørt­ur um ymisku partarnar í fíggjar­ geiranum, eitt nú vinnurekandi grunnar og bankar. Løgtingið setti í verk eina §19 kanning í kjalarvørrinum á kreppuni, og tilmælið var, at ymsu eftirlitini ikki eiga at virka undir ymiskum myndugleikum. Eitt føroyskt váðaráð, ið verður makroprudentiellur myndugleiki í Føroyum, tryggjar, at umboð fyri allar partar, ið hava við før­ oyska fíggjargeiran at gera, so hvørt meta um samlaða system­ iska fíggjarváðan í Føroyum. Í viðmerkingunum verð­ur eisini sagt, at peninga­upp­hædd­ irnar í Føroyum eftirhondini eru vorðar og verða so stórar, at neyðugt er við einum samlaðum eftirliti. Tá ið øll hava goldið 15 prosent í pensjón, tá verður mett at saml­aða pensjónsuppsparingin í Føroyum fer at vera um 20 milljardir krónur. Víst verður eisini til, at summar fyritøkur eru vorðnar so stórar og fíggjarliga ógvusligar, at tær ávirka samlaða búskapin. Tí er neyðugt við eftirlitinum. Førleikarnir Fyri at hava stýr á føroyska búskapinum, so er eisini neyðugt, at vit hava fólk við førleikum til at halda skil á hesum. Tí skal Landsbankin eisini vera ein greiningarstovnur, sum almennu Føroyar kunnu leita sær ráð hjá. Hetta er eisini galdandi fyri kommunurnar. Lógin er soleiðis í dag, fleiri stovnar,s um arbeiða við fígging, eru undir føroyskum eftirlitið, meðan bankarnir framvegis eru danskt málsøki. Í uppskotinum verður sagt, at arbeitt verður viða t finna eina loysn á hesum spurningi, men hetta er ikki greitt enn. Í uppskotinum um at endurstovna ein føroyskan landsbanka, verður eitsini skotið um at seta eitt váðaráð á stovn Váðaráðið skal ansa eftir tí samlaða føroyska búskapinum Her við Strond í Havn helt Landsbankin til fyrr. Nú verða allar uppgávurnar loystar í Albert Hall á Argjum. Hava eftirlit við kappingarneytum Føroysku peningastovnarnir eru ikki serliga fegnir um, at teir nú skulu kappast við Landsbanka Føroya Árni Gregersen Kanska kemur tað ikki óvart á, men Felagið Før­ oysk­ir Peningastovnar er ikki serliga fegið um, at Lands­bankin verður endur­ stovnaður. Peningastovnarnir síggja tað sum teir fáa ein kapp­ ingarneyta, sum ikki arbeiðir undir somu treytum, sum privatu peningastovnarnir. Í viðmerkingunum til lógar­upp­skotið sigur for­ mað­urin í felagnum, Árni Ellef­sen, stjóri í Bank Nordik, at tað neyvan kann vera rætt, at sami Landsbanki, sum skal veita lán til komm­ unur og almennu Føroyar sam­stundis skal vera eftir­ litsmyndugleikin hjá kapp­ ingarneytunum. Árni Ellefsen vísir eis­ ini á fleiri treytir, sum eft­ir meting felagsins eru kapp­ ingar­avlagandi: – bankin er undantikin øll­ um skattum og avgjøldum – bankin ikki er fevndur av lógini um fíggjarligt virksemi – bankin ikki er undir eftir­ liti av Fíggjar­eftir­litinum, men skal hava eftirlit við sær sjálvum - bankin einki avkastkrav hevur – landið veðheldur fyri út­ lánum bankans – bankin, samstundis sum hann er kappingarneyti, hevur rætt til at útvega sær upplýsingar frá peningastovnunum við heimild til revsing, um hesar ikki verða latnar. – Við uppskotinum er tað sostatt greitt, at ein almennur stovnur skal kappast við peningastovnarnar á einum ójøvnum grundarlagi. – Harumframt er tað ein greið mótsøgn í, at Lands­ banki Føroya skal virka sum eftir­litsmyndugleiki hjá før­ oyska fíggjarkervinum, sam­ stundis sum hann sjálvur skal vera partur av tí, sigur Árni Ellefsen, formaður í Fe­ lagnum Føroyskir Pen­inga­ stovnar. Árni Ellefsd, stjóri í Bank Nordik, er formaður í Felagnum Føroyskir Peningastovnar