Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. august 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. august 2016 · Nr. 89 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Línuskipið Klakkur stendur í løtuni á bedingini hjá skipa­ smiðjuni MEST í Havn, har ymiskt viðlíkahald verð­ur gjørt. Bethuel Johannesen, skip­ari, sigur, at Klakkur varð tikin upp týsdagin í síðstu viku, og ætlanin er at fáa skipið av aftur mið­ skeiðis í hesi vikuni. – Ætlanin var at mála skipið, men nú verður tað ivasamt, tí tað er vorðið so vátt í veðrinum, og vit ætla ikki, at skipið skal standa leingi uppi. Bethuel Johannesen sig­ ur, at zinkini skulu skiftast, og skipið skal í øllum førum botnmálast. Eysturgrønland – Eg vænti, at vit fara til Eysturgrønlands, tá vit loysa aftur. Har eiga vit eina lítla kvotu á 60 tons, sum nústaðni er útskrivað. Hetta er ikki nógv at fara so langa leið eftir, men soleiðis eru umstøðurnar nú einaferð. Bethuel Johannesen sig­ ur, at tá Klakkur hevur verið í Eysturgrønlandi, verð­ur væntandi farið aftur undir Føroyar at royna. – Vit hava eisini møgu­ leikan at fara til Íslands, har vit eiga umleið 200 tons eftir. Um gongdina higartil í ár, sigur skiparin, at hon hevur verið á leið sum í fjør, tá Klakkur fiskaði fyri umleið 32 miljónir krónur. vilmund@sosialurin.fo – Eg vænti, at vit fara til Eysturgrønlands, tá vit loysa aftur. Har eiga vit eina lítla kvotu á 60 tons, sum nústaðni er útskrivað, sigur Bethuel Johannesen, skipari Klakkur á beding 47 ára gamli, Henrik Weihe Joensen, er nú byrjaður í starvinum sum kommunustjóri hjá Tvøroyrar kommunu. Hann tók við starvinum hin 1. august og skal fyribils starvast her í eitt ár, meðan Jónleyg J. Bech er í farloyvi. Vilmund Jacobsen Um ein lítlan mánaða - ella í døgunum 5.-11. september - verða Vest­ mannadagar í Vestmanna Nógv ymiskt verður á skránni hesar dagar og mill­um tiltøk, sum ikki áður hava verið á Vest­ manna­døgum, verð­ur eitt nú spurnar­kapp­ing og sjavs­kapping í Vektar­búð­ ini, undir­vísing í line-dansi, hugleiðingar um virksemið hjá John og Niels hjá John, barnabiografur og fram­ sýning av ymiskum lutum hjá Bygdarsavninum. – Aftrat hesum verða eisini fleiri av vælumtóktu tiltøkunum undanfarin ár endurtekin, eitt nú máln­ ingaframsýning, opið hús á báðum dagstovnunum, tó­ nleikakafé’ir í Vektarbúðini - og ikki at gloyma hugna­ liga morgunmatin í ítrótt­ arhøllini leygarmorg­unin. Úr Vestmanna verð­ur sagt, at góð tónleika­til­tøk verða ávika­vist fríggja­ kvøldið og leygar­kvøldið á Vestmanna­døgum. – Fríggjakvøldið verð­ur hugnaligt Syngið við til­ tak, har Kári P. og Martin Joensen fara at lut­taka. Hetta kvøldið enda­r við dansi við Brim.
Leygar­ kvøld­ið verður liva­ndi tónleikur, har RoWan, Poul Arni Holm úr Harmadun og Finnur Koba og Høgni Reistrup fara at framføra. Lagt verður aftrat, at leygarkvøldið á Vestmann­ adøgum endar við góðum dansi við Jens Marna Band. Í august hevur Ingi Suni Jacobsen málninga­ framsýning í býráðs­ skrivstovuni hjá Vága kommunu í Sandavági Lívsmót og lívsgóðska Týsdagin 6. september skipar Krabbameinsfelagið fyri hugnaløtu fyri fólki, sum eru sjúk av krabbameini. Tiltakið verður í hølunum hjá felagnum á Grønlandsvegi 58 í Havn frá klokkan 13-15.30 henda dagin. - At vera raktur og fáa viðgerð fyri krabbamein kann vera sera tyngjandi. Viðgerðin hevur ofta hjáárin við sær, og sálarliga kann tað eisini vera torført. Tú óttast, hvussu alt fer at ganga, og um viðgerðin fer at hjálpa. Krabbameinsfelagið vísir á, at tað at hitta onnur í líknandi støðu kann gera stóran mun, og tað minkar um óttan at sleppa at práta við onnur, seta orð á og deila upplivingar. - Hetta gevur størri lívsmót og lívsgóðsku, soleiðis at dagligu avbjóðingarnar gerast lættari, sigur felagið. vilmund@sosialurin.fo Kári P og Martin fara at syngja við Línuskipið Klakkur stendur í løtuni á bedingini hjá skipasmiðjuni MEST í Havn Mynd: Vilmund Jacobsen