mánadagur 8. august 2016síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 8. august 2016 · Nr. 89
Vilmund Jacobsen
Fyrstu ferð, Ågot var inni og
landaði, høvdu teir 50 tons,
aðru ferð 75, triðju ferð 115,
fjórðu ferð 55 - og seinast
høvdu teir umleið 95 tons.
Hetta gevur sløk 400 tons
tilsamans, síðan teir byrjaðu
at taka ímóti fiski í Umanak-
fjørðinum.
Men, tað er ikki bara Ågot,
sum er í Grønlandi og tekur
ímóti fiski frá grønlendskum
jollufiskimonnum.
Vesturleiki liggur uttan
fyri Umanak, og nú liggur
eisini Chr. Høj í fjørðinum og
tekur ímóti svartkalva.
Símun í Vátutoft, sum er
kokkur umborð á Ågot, sigur,
at teir liggja longur inni í
Umanak-fjørðinum og taka
ímóti. Teir liggja við eina
bygd, sum kallast Ikerassak.
Fimm føroyingar eru í
senn umborð á Ågot í Grøn
landi, og teir fara heim eftir
ávísum skifti.
Fríggjadagin, tá Fiskamark
naður Føroyar gjørdi sínar
metingar fyri hesa vikuna,
var bara eitt línuskip til
fiskiskap.
– Skipið kemur inn at
landa í dag og hevur mest
av toski, svartkalva og so
nakað av blálongu og lira.
Okkurt
línuskip
fer
væntandi út aftur í næst
um, og væntandi loysa
nøkur línuskip hesa vikuna.
Streymurin verður góð
ur, og veðurútlitini eru
hampilig.
–
Men,
hóast
hetta
vænta vit ikki nógvan út
róðrarfisk, tí fleiri útróðrar
menn pussa bátarnar upp
– ella hava tikið sær summ
arfrí.
Á Fiskamarknaði Føroya
vita tey eisini at siga, at
hetta er vánalig fiskitíð hjá
útróðrarbátum.
vilmund@sosialurin.fo
Summarið er vánalig fiskitíð
hjá útróðrarbátum, og í
løtuni liggja fleiri línuskip
Portrið til
Nólsoyarbygd verður
snøggað og málað, nú
ovastevna stundar til.
Tað er Jákup av Skarði,
sum eigur myndina
Eins og undanfarin ár
fara klaksvíkingar aftur
í ár at skipa fyri stóra
familjutiltakinum - Føroya
Sjómannadegi - sum
í ár verður í døgunum
15.-21. august.
Batar eru í
upsaveiði
Fríggjadagin vóru flestu
partrolarapør til fiskiskap.
Nøkur fiska svartkalva,
og restin fiskar upsa.
– Fiskiskapurin eftir
upsa er brúkiligur, meðan
hann nú er heldur lakari
eftir svartkalva.
Tað vita tey á Fiskamark
naði Føroya at siga.
Tað er langt síðan,
at fiskiskapurin eftir
upsa hevur verið sagdur
at vera brúkiligur.
So, her er vónandi okkurt
gott og positivt í væntu.
Partrolarapørini,
sum eru til fiskiskap,
koma inn at landa, sum
henda vikan gongur.
Trý partrolarapør eru
framvegis á gulllaksaveiði,
og tað plaga tey at vera
til nakað út á heystið.
Um djúpvatnstrolararnar
verður sagt, at tríggir fiska
svartkalva og fáa eisini
nakað av kongafiski.
– Vit vænta, at ein djúp
vatnstrolari landar hesa
vikuna, men hinir báðir
koma neyvan inn at landa
fyrr enn í næstu viku.
Ein frystitrolari er eisini
byrjaður túr, og hesin
fiskar svartkalva.
Fríggjadagin vóru seks
trolbátar til fiskiskap; fýra
vóru á landleiðini, og tveir
eru á Íslandsrygginum.
– Teir á landleiðini koma
væntandi inn at landa í
dag og hava eina blanding
av toski, reyðsprøku,
tungu og havtasku.
Lagt verður aftrat, at
teir, sum fiska á Íslands
rygginum, helst koma inn
at landa síðst í hesi vikuni
og hava mest av toski,
svartkalva og blálongu.
Tvey garnaskip eru eisini
til fiskiskap, og tey fiska
bæði svartkalva. Væntandi
kemur annað skipið inn
at landa í dag - og hitt
kemur helst síðst í vikuni.
– Fiskiskapurin hjá
garnaskipunum er
brúkiligur, vita tey
á Fiskamarknaði
Føroya at siga.
vilmund@sosialur
Fáir húkar
í sjónum
Føroyska frystilínuskipið Ågot hevur nú landað fimm
ferðir í Grønlandi, síðan skipið byrjaði at taka ímóti
svartkalva frá grønlendskum jollufiskimonnum
Føroysk skip
taka ímóti fiski
í Grønlandi
Tað eru fáir húkar í sjónum undir Føroyum í løtuni,
men væntandi loysa nøkur línuskip hesa vikuna