Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. august 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. august 2016 · Nr. 89 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Barbara Holm Summar Festivalurin takk­ aði fyri seg náttina til sunnu­ dagin og enn einaferð má stað­festast, at fleiri góðar kon­sertir vóru á skrá í Klaks­ vík um vikuskiftið. Ein, sum skaraði framúr var tann, sum lokali klaks­ víks­bólkurin helt hóskvøldið. Danny and the Veetos megn­ aðu av álvara at fáa Vágsbø at kóka við kendum og minni kendum løgum. Fríggja­ kvøldið var tað helst Boyz­ life og Highasakite, sum áttu størstu konsertirnar, með­an leygarkvøldið bjóðaði Her­ mas Houseband og fleiri fram­úr føroysk nøvn. - F r í g g ja kv ø l d i ð bjarg­ar festivalskránni hesa­ ferð, segði Uni Leitisstein Han­sen, tónleikaummælari við Vikuskiftis Sosialin í síðstu viku og ivaleyst var nak­að um tað. Ikki einans orsaka av konsertskránni, men eisini tí, at veðrið var av tí allarbesta í Klaksvík fríggja­dagin og kvøldið. Leygardagurin gjørdist tó verri enn vónað og regni ávirk­aði festival so mikið, at skráin varð broytt munandi. Signar í Homrum skuldi eftir ætlan trína á stóra pallin í Klaksvík seint um nátt­ina, men ístaðin fór hann á pall klokkan 16.00 leygar­dagin. Veðrið ávirkaði eisini soleiðis, at Páll Finnur Páll vóru tiknir av skránni í síðstu løtu, tí stundir vóru ikki til at fáa allar kon­sert­ir­ nar avviklaðar eftir um­støð­ unum. Summar Festival fyri­reik­ ar­arnir kendu seg noydd­ar at taka útlendsku Her­mas Houseband framum før­ oysku Páll Finnur Páll og giv­ið er, at fólk vóru ymisk á máli um tað avgerðina. Kortini letur til, at festi­ val­ur­in sum heild spældi væl av og festivalgestir kun­ nu fegnast um, at tveir út av trimum døgum høvdu fram­ úr veður, hóast síðsti dag­ ur­in ikki endaði sum hann skul­di. Her á síðuni síggjast mynd­ir frá ársins Summar Festi­vali. Í Vikuskiftis Sosiali­num komandi ber til at lesa eitt størri ummæli av ávísum konsertum á Summ­ ar Festivalinum. Tað verð­ur Leivur Thomsen, sum um­ mæl­ir. barbara@sosialurin.fo SUMMAR FESTIVALURIN 2016 SUMMAR FESTIVALURIN Nógv fólk, stórar konsertir og gott veður myndaðu Summar Festivalin hesaferð. Hóast síðsti dagurin varð merktur av regni og vindi, so eydnaðist kortini fyrireikarunum úr Klaksvík at avvikla enn ein fínan festival