mánadagur 8. august 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. august 2016 · Nr. 89
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Birita Arge
Tað
eru
ymiskar
meiningar um rað
festingarnar hjá bý
ráðnum í Tórshavn
ar kommunu.
Vit hava fingið
eina nýggja trappu í miðbýnum
í havn, trappan er flott og nógv
brúkt. Hon kostar nógvan pening,
og hon er góð til tey sum hava
yvirskot at brúka hana.
Í gjár bleiv ein nýggj bryggja
samtykt, nøkur eru glað og onnur
ikki. Tað sigst at bryggjan skal
skapa arbeiðspláss, og at tað er
stórur tørvur á henni, men ein
stór lántøka má gerast, til at fíggja
bryggjuna. Um Tórshavnar havn
eigur so mikið av peningi, hví er
so tørvur á so stórari lántøku? Og
hví skal hon liggja mitt í býnum?
Hví verður ikki lurtað eftir býar
skipanarnevndini? Og vit hava
fingið onnur ting, sum vit eisini
hava fingið at vita, at tað er stórur
tørvur á, uttan at tað er veruleikin.
Ein bygningur er umvældur fyri
nógvan pening, til vinnuna at leiga,
tá bygningurin er liguður, finnur
man útav at kommunan ikki hevur
loyvi til tess, tí hon so er í kapping
við vinnuna. Bygningurin stendur
nú tómur. Hví fer man undir at gera
slíkt, uttan at kanna hvat er loyvi
til áðrenn?
Vit hava ovmikið av vinnu
stykkum á Karlamagnusarbreyt
og fleiri nýggj eru komin aftaná á
Hjalla. Tey standa tóm, aftur pen
ingur sum er brúktur, uttan at tørv
ur er á hesum.
Kommunan hevur keypt bygn
ingar í býnum, tann eini er blivin til
bussterminal og so hava vit eisini
fingið minutteljara, so at vit síggja
hvussu nógvir minuttir tað eru til
bussurin fer.
Kommunan hevur tikið stór lán
til at fíggja alt hetta við.
Vit hoyra um eldri sum sita
óhjálpin heima, hví fáa tey ikki tað
sum teimum tørvar og hví fáa tey
ikki hjálp?
Nógv starvsfólk hjá Tórshavnar
kommunu hava stress, hví fáa tey
ikki betri arbeiðsumstøður?
Fleiri mugu flyta av landinum, tí
tey hava ongan bústað, hví fáa tey
ikki hjálp og hví verða leigubústaðir
ikki bygdir?
Kommunan hevur skipanir av
ymiskum slag, sum ikki eru nóg
góðar, og eru tað børn í líða neyð
undir hesum skipanum. Hví verður
hetta ikki raðfest?
Skúlin á Fløtum er ikki raðfestur
enn, og ganga tey børnini í fleiri
ymiskum bygningum runt í havn
ini. Bygningar og vegir verða ikki
víðlíka hildnir.
Vit hoyra góðar røður, sum nógv
eru glað um at hoyra, sum handla
um næstakærleika og at hjálpa
hvørjum øðrum, men hvussu sær
hetta út í praksis. Hví eru tað so
nógv sum líða neyð í Tórshavnar
kommunu, og hví verður raðfest
soleiðis?
Mahatma Gandhi sigur:
“En nations storhed måles ved,
hvordan den behandler sine
svageste medlemmer.”
Vit eiga nógv stór og flott ting, nógv
klappa og eru ovurfegin um alt tað
sum býráðið setur í gongd, býurin
er blivin so flottur og góður, og alt
er simpulten so gott, men er tað
ikki onkur sum verður gloymdur í
Tórshavnar kommunu? Hví verður
peningurin sum er brúktur uppá á
óneyðug ting, ikki brúktur til at øll
hava tað gott í Tórshavnar komm
unu?
Annfinn Brekkstein
Býráðslimur í Tórshavnar
Kommunu fyri Sambandsflokkin
Høvuðsstaðurin
má
til
eina
og
hvørja tíð verða
kappingarførur.
Tórshavnar Kom
muna kann ikki standa og hyggja
at, meðan møguleikarnir fyri
menning sigla framvið
Tað er ongin sjálvfylgja, at
okkara høvuðsstaður gerst eitt
stað, har fólk og vinna trívist og
mennist.
Og nei, tað er heldur ongin
sjálvfylgja, at okkara høvuðsstaður
eisini gerst eitt altjóða trekkplástur
fyri vinnuligt virksemi, tiltøk, ráð
stevnur og vitjanir av ymiskum
slag.
Tí ber heilt einfalt ikki til at seta
seg afturá og bara lata standa til, og
annars bara síggja fyri sær vandar
og vanlukkur, tá arbeiðast skal við
framburði.
Býráðssamtyktin,
hóskvøldið
4. august 2016, um at útbyggja
Tórshavnar Havn fyri 465 mió. kr.,
er ein liður í at tryggja vinnuligan
framburð og menning langt inn í
framtíðina.
Fíggingin av íløguni er eisini væl
viðgjørd - og ongi fíggjarlig óráð
eru tikin. Lántøkan hjá Tórshavnar
Havn verður umleið 300 mió. kr. og
restin verður fíggjað yvir gjaldførið.
Verkætlanin ella íløgan í havna
útbyggingina er ein liður í at menna
verandi og nýggj arbeiðspláss, og
skapa inntøkur.
Vit vilja hava fólkavøkstur, men
tað gerst bara við at skapa kapp
ingarførar vinnukarmar og møgu
leikar, sum skapa arbeiðspláss og
búskaparvøkstur.
Trygg og spennandi arbeiðspláss
í kommununi eru allar fyrsta
treytin fyri, at fólk vilja festa búgv
og kunnu trívast og mennast.
Við
hesari
havnaútbygging
verða uppaftur betri møguleikar
at víðka um maritima virksemið,
ferðavinnuvirksemið o.a., og harvið
menna verandi og nýggj arbeiðs
pláss.
Framtíðin kemur av sær sjálv
um, men tað gerð framburður ikki.
Arbeiðspláss ikki ein sjálvfylgja
í høvuðsstaðnum
Raðfestingin í Tórshavnar kommunu
KJAK
Vit átala tann eirindarleysa fiski
vinnupolitikk, ið verður førdur mótið
avísum feløgum og skipabólkum,
sum fiska á Føroyagrunninum.
Tann áhaldandi skerjingin, sum
verður løgd fyri Løgtingið, er við til
at máa alt støði undir vinnuligari
botnfiskaveiðu við Føroyar.
Áður vóru omanfyri 30.000
brúktir fiskidagar í húkaflotanum.
Í dag verða einans brúktir 6- 7.000
dagar. Í dag eru bert 14 línuskip
í vinnu samanborið við 24 fyri
fáum árum síðani. Í snellu- og út
róðrarbólkinum er bert ein viðfán
ingur av tí, sum tað var. Og bert
uml. 25 smáir og stórir útróðrar-
og snellubátar vera í dag fult
riknir. Veiðutrýstið frá hesum
skipabólkunum er minkað niður í
næstan onki.
At snellubátar, ið bert fiska
upsa, verða skerdir, kunnu vit als
ikki góðtaka.
Línu-, útróðrar og trolbátar
hava áhaldandi roynt at tillagað
seg til broyttar umstøður og keypt
fiskidagar. Feløg hava keypt sær
dýr rættindi, ið eru horvin sum
døgg fyri sól.
Í dag eru einans 6 trolbátar í
vinnu, har tað áður vóru 17 trol
bátar.
Royndin undir Føroyum er met
lág, og er veiðan eftir tosk og hýsu
ikki hægri enn tað, sum ICES hevur
tilmælt. Vit vilja vísa á, at óbrúktir
fiskidagar ikki skaða nakran stovn,
og tí er skeivt at taka hetta beinið
undan teimum, ið hava brúkt tíð,
pengar og eitt heilt arbeiðslív at
laga seg til fortreytirnar, sum enn
eru galdandi.
Eisini vilja vit vísa á, at skipini í
bólki 2 fiska nógvan tosk og hýsu,
og at hesir als ikki verða skerdir
næsta fiskiár og ongin ætlan er at
hava pulju til útluting av døgum.
Hetta uppskotið hongur ikki sam
an.
Vit átala harðliga, at Løgting
ið nú ætlar at lóggeva við aftur
virkandi kraft soleiðis, at dagar
vera tiknir frá skipum fyri at
geva til teir, sum mangla dagar.
Hetta er ringur fyrisitingarsiður,
og ivast vit í, um hetta yvirhøvur
er lógligt. Í 2007 bleiv samtykt, at
tágaldandi loyvi skuldu halda fram
til 31. desember 2017. Tí kunnu vit
av røttum spyrja, hvør meiningin
er at við hesum ógvusliga niður
skurðinum
fyri
næsta
fiskiár,
tá vit um fáar dagar koma inn í
seinasta tíðarskeiðið í verandi
lóg um vinnuligan fiskiskap. Alt
landið bíðar eftir útspælinum frá
fiskivinnunýskipanarnevndini, so
vit mæla til at dagarnir komandi
fiskiárið verða óbroyttir.
Um landið ikki tolir núverandi
søguliga lága veiðutrýstið, so verð
ur veruliga neyðugt hjá okkum at
leggja skipini og bátarnar.
Runavík, 3. august 2016.
Felagið Línuskip
Felagið Trolbátar Meginfelag
Útróðrarmanna
Ætlan er at gera óneyðugan
niðurskurð í fiskidøgum næsta ár