Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. august 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 8. august 2016 · Nr. 89 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Zlatan Ibrahimovic og José Mourinho hava longu vunnið sítt fyrsta steyp við Manchester United. Stuttsøgdu tíðindini eru í høvuðsheitum merkt av fótbólti, men innihalda eisini áhugaverda søgu um ein belgiskan OL-luttakara, sum er beiggi ein terrorist STUTTSØGD TÍÐINDI FÓTBÓLTUR Árligi Community Shield- dysturin ímillum meistaran og steypavinnaran í Onglandi í farna kappingarári varð leikt­ur í gjár. Dysturin var ímillum meistaraliðið Leicest­er og Manchester Uni­ted, sum vann FA Cup í síðsta kappingarári. Dyst­ ur­in endaði 2-1, og kanska ikki heilt so óvæntað var tað nýggja keypið hjá Uni­t­ed, Zlatan Ibrahimovic, sum av­ gjørdi dystin sjey minuttir áðr­enn dystarlok. Fram­ man­und­an høvdu Jessie Lingaard og Jamie Vardy skorað fyrstu tvey málini í dysti­num. Manchester United váttaði í gjár, at Paul Pogba er ávegis til læknakanning í felag­ num. Harvið er sera sann­ líkt, at 23 ára gamli frak­ lend­ingurin verður dýr­asti fót­bóltsleikari nakran­tíð - keyps­prísurin sigst at liggja um 100 milliónir pund! Talan er um sama spælara, ið Uni­ ted lat fara fyri onki í 2012. Nú stundar til Premier League, sum byrjar komandi viku­skiftið. Flestu av lið­ unum hava sostatt spælt sínar síðstu venjingardystir nú. Millum annað Liverpool, ið spældi heili tveir dystir hetta vikuskiftið, har avrik­ ini vóru sum dagur og nátt. Leygardagin vann Liver­pool ein knúsandi 4-0 sigur ímóti Barcelona, men longu sunnudagin var dyst­ur aftur, og tá tapti Liver­pool líka knúsandi 4-0 ímóti týska Mainz. Betur hevur at vera Arsenal- fjeppari í vikuskiftinum. Arsenal var í eldinum bæði fríggja­dagin og sunnudagin, og í báðum førum spurdist sigur burturúr. Fríggjadagin knús­ti Arsenal norska Vik­ing sundur við heili 8-0. Sunnudagin var tor­ før­ari uppgáva á skrá, tá ið Manchester City tók ímóti í Göteborg. Talan bleiv um ein tættan dyst, sum Arsenal vann 3-2. Ein av stóru upplivingunum í EM-endaspælinum í summ­ ar var bert 18 ára gamli Renato Sanches hjá Portu­ gal. Unglingurin spæl­di sera sann­førandi, og longu undan EM var greitt, at hann skifti til Bayern München fyri heili 260 milliónir. Bundesligan byrj­ar 26. august, men Re­na­to Sanches verður ikki við hjá Bayern München tá, tí at hann er blivin skadd­ur í lærvøddunum. Hin 33 ára gamla hollendska stjørnan, Rafael van der Vaart, er framvegis í sam­ ráð­ingum við danska FC Midt­jylland um eitt skifti til felagið. Sum skilst eru tað fíggjarlig viðurskifti, ið skulu fáa upp á pláss, áðr­enn FC Midtjylland kann skriva sáttmála við leik­aran, ið helst verður størsta stjørnan í donsku Super­liguni nakrantíð. OL í Rio er byrjað, og har verð­ur fótbóltur eisini leikt­ ur. Danmark fekk sín fyrsta sig­ur í gjár, tá ið danir vun­ nu 1-0 ímóti Suðurafrika við máli frá Robert Skov. Fram­manundan høvdu dan­ ir spælt ein dyst í bólka­ spæli­num, har tað end­aði 0-0 ímóti Irak. Síðs­ti bólka­ spæls­dysturin hjá Danmark verður spæld­ur hósnáttina, tá ið brasilska vertstjóðin, sum hevur Neymar í hópi­num, tekur ímóti. HONDBÓLTUR Hondbólturin er eisini byrjaður í OL. Danmark, ið van­liga plagar at teljast ímill­um sterkastu hond­ bólts­tjóðirnar, spældi sín fyrsta dyst í gjár. Dysturin var ímóti Argentina, og vóru danir greiðir favorittar undan dystinum. Tað eydn­aðist eisini Danmark at vinna ein rættiliga tryggan sigur áljóðandi 25- 19. Komandi dysturin hjá donsku hondbóltsharrunum verð­ur spældur týskvøldið ímóti Tunesia. TENNIS Ein av størstu favorittunum til at vinna single-kappingina hjá monnum, serbiski Novak Djoko­vic, má longu takka fyri seg eftir fyrsta umfar í OL. Í gjár tapti Djokovic, ið telist ímillum heimsins bestu tennis­leikarar, nevniliga púra óvæntað ímóti argent­ inska Juan Martin del Potro. Djokovic luttekur tó fram­ vegis í double-kapp­ing­ini hjá monnum. Betri gekk tað hjá donsku Caroline Wozniacki, sum vann sín fyrsta dyst 6-2 ímóti kekkisku Lucie Hradec­ká. Størri mót­støða er tó fyri framman, tá ið dupulti Wim­ ble­don-vinn­arin, Petra Kvi­ tova, bíð­ar Wozniacki. Kvi­ tova er nummar 14 á heims­ styrkis­listanum, meðan Woz­ni­ac­ki er nummar 54. TAEKWONDO Belgia hevur ein rættiliga umstríddan luttakara í stríðs­ítróttini Taekwondo í hes­um olympisku leikunum. Talan er um 21 ára gamla Mourad Laachraoui, sum ikki hevur gjørt nakað skeivt sjálvur, men tað hevur beiggi hansara so sanniliga. Eldri beiggi hansara, Najim, var nevniliga tann eini av tveimum sjálvmorðs­bumbu­ monn­unum, ið framdu yvir­ gang á flogvøllinum Zaven­ tem 22. mars í ár. Najim og Mourad vuksu upp saman, og báðir tyktust at vera púra van­ligir, inntil Najim flutti til Sýria í 2013, har hann bleiv radikaliseraður. - Tú velur ikki sjálvur familju tína, segði Mourad Laachraoui á tíðindafundi í mars. Mourad Laachraoui vann EM í taekwondo í mai. ZLATAN TRYGGJAÐI FYRSTA STEYPIÐ TIL UNITED