mánadagur 8. august 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. august 2016 · Nr. 89
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB
Eri burturstaddur, so
ongin viðmerking um
dystin. Men helst er
tað nógv ið eg ikki
skilji tá tað snýr seg
um hvørjir leikarar
vera brúktir.
KRISTIAN JOENSEN KÍ
Nú eru bara 8 dystir
eftir. Fyrst er tað
HB í Gundadali.
Vit liggja Nr 1 Vit
liggja Nr .. Huh!!! Ein super
Summarfestivalur. Koyr á KÍ!
SÆBJØRN LEITI ÍF
7-1 tað sigur alt
men vit mugu
bara gloyma
handan dystin
Koyr á ÍF
ALLAN ENGHAMAR HB
-
LISSI MOURITSEN B36
Eitt vælspælandi B36 lið sum
vann ! Má flenna - Guð veit - at
Argjamenn burdu eftirhándini vita
hvussi leikur fer framm tá teir
møta okkum ! Einaferð og Altíð
og so beint í hjartanum - B36 !
JAN B. ANTHONIUSSEN NSÍ
Tað er ein absurd
kensla at sita
við, aftaná at
hava vunnið 7-1,
at man saktans
kundi havt skorað
fleiri mál aftrat! Ófantaliga gott,
dreingir! Meira av hasum! Góðir !!
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Tað eru átta umfør eftir av
landskappingini, og støðan
í bæði toppi og botni er
nett tann sama, sum hon
var undan vikuskiftinum.
Harvið er tað eitt umfar
færri hjá Víkingi og NSÍ at
taka KÍ, og harvið er tað eitt
umfar færri hjá B68 og AB at
taka Skála og TB.
Hetta var triðju ferð í ár, at
øll heimaliðini vunnu. Fýra
tey bestu vunnu tilsaman
21-3. So nógvum so stórum
skrædlum skal leitast langt
aftur fyri at finna – um tey
yvirhøvur eru at finna!
Hjá B36 eru marginalirnir
smáir. Hesaferð koppaðu teir
tvífaldu meistarunum til
fyrimunar. Eftir ólavsøku tap
ímóti Víkingi eydnaðist tað
at vinna grannauppgerðina
ímóti AB 2-1.
Hanus Thorleifsson, sum
hevur verið skaddur stóran
part av árinum, skoraði
sigursmálið ímóti AB:
-Kravið er at spæla í Eu
ropa næsta ár, og tað er fram
vegis ætlanin. Hetta var ikki
so væl spældur dystur, men
vit fegnast um stigini og at
vit megnaðu spælið síðstu
løtuna, hóast vit vóru undir
mannaðir.
AB málverjin Heðin Sten
berg gevur sær og liðfeløg
unum ein møguleika aftrat:
-Nú
skulu
vit
spæla
ímóti TB á útivølli, og tann
dysturin verður heilt av
gerandi fyri, um vit skulu
hava møguleika at halda
fram í bestu deildini.
Páll er flúgvandi
Summarfestivalurin
fekk
luft undir veingirnar fríggja
kvøldið, tá ið KÍ frammanfyri
stórari fjøld vann 5-0 á Skála.
Súni Olsen fluktaði til 1-0 í
fyrsta minutti, og tað ásann
aði Skála venjarin Pauli Poul
sen oyðilegði fyritreytirnar
hjá gestunum:
-Okkara spæliætlan fekk
skot fyri bógvin, tá ið teir
skoraðu so skjótt. Men vit
reistu okkum, og sum fyrri
hálvleikur leið, spældu vit
upp til teir. Vit høvdu tveir
góðar møguleikar at javna,
men vit tóku ikki av. Í steðgi
num høvdu vit góða kenslu,
men eftir steðgin datt liðið
saman, tá ið teir eitt korter
undan leikloki øktu til 3-0.
Tað var ikki gott av okkum,
at tað skuldi enda 5-0, sigur
Skála venjarin Pauli Poulsen.
Páll A. Klettskarð vann
nærdystirnar í luftini og á
vøllinum, og hann var trí
faldur KÍ málskjútti:
-Teir brúktu nógva orku í
fyrra hálvleiki, tá ið tað var
torført hjá okkum, tí teir lógu
so tætt í okkum. Eftir steðgin
loysnaði tað, og uppleggini
hjá Jóannesi Bjartalíð og
hinum vóru framúr góð. Vit
kenna okkum at vera væl
fyri, og so fáa vit at síggja,
hvussu langt tað fer at røk
ka. Nú savna vit okkum um
stóru avbjóðingina ímóti HB
á útivølli, sigur Páll A. Klett
skarð.
Sølvi skoraði
ársins mál
5-1 á heimavølli ímóti B68 ber
við sær, at Víkingur framvegis
er fremsti avbjóðarin hjá KÍ í
kappingini um FM heitið.
-Vit savna okkum um
okkara avbjóðingar. Vit mu
gu vinna á KÍ á heimavølli, og
so er neyðugt hjá okkum at
taka av, um KÍ snávar í ein
um øðrum dysti, sigur Jón
Krosslá Poulsen. Hann varð
skiftur inn og skoraði fyri
fyrstu ferð, síðani hann varð
Víkinga spælari:
-Tað er sjálvandi góð
kensla. Annars er tað 1-0
málið, sum vit minnast best.
Eftir horna og út frá fluktaði
Sølvi Vatnhamar úr stórari
fjarstøðu og upp í málkrókin.
Hetta mundi vera ársins mál,
heldur Jón Krosslá Poulsen.
B68 miðverjin Oddur Høj
gaard ásannar, at nú sær tað
torført út:
Tað kemur sjáldan fyri, at favorittarnir vinna
so stórar sigrar, sum liðini á europeisku
plássunum vunnu í hesum umfarinum
EFFO-DEILDIN
SKRÆDLINI
VÓRU
SØGULIGA
STÓR