mánadagur 8. august 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. august 2016 · Nr. 89
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
1 til 6
FÓTBÓLTUR
Eftir eina heldur keðiliga
gongd hjá B36 seinastu tíðina,
eydnaðist tað sunnudagin at
reisa seg. Talan var um fyrsta
B36 sigurin á heimavølli
síðani miðskeiðis í mai. Verri
sær út hjá AB, sum um eina
viku skal spæla lagnudyst
á útivølli móti TB. Talan
er tá helst um seinasta
útkall hjá argjamonnum
FYRSTI HEIMASI
Í NÆRUM TRÍGG
TAÐ HEVUR ONGANTÍÐ GINGIÐ VERRI
Úrtøkan 9 stig í 19 dystum er lakasta avrikið hjá AB nakrantíð
í Effo-deildini. Hini árini tá AB er flutt niður, hevur AB í
báðum førunum havt 11 stig aftaná 19 umfør.
DYSTURIN
HESA VIKUNA
4
TÓRÐUR THOMSEN
Var aftur tøkur eftir skaða.
Fekk einki gjørt við málið, og
hevði tvær góðar bjargingar
tíðliga í fyrra hálvleiki.
3
ANDRIAS ERIKSEN
Kom í onkrar trýstar støður
tíðliga í dystinum, tá innleggini
hjá AB lógu væl. Var mest sum
arbeiðsleysur í verjuni allan
seinna hálvleik
3
JÓNAS TÓR NÆS
Kom sum heild væl framvið
gjøgnum allan dystin. Spældi
tó yvirfyri besta leikaranum
á liðnum hjá AB í Símuni
Samuelsen.
3
HØRÐUR ASKHAM
Eitt sindur á sama hátt sum
Andriasi Eriksen. Hevði nógv
at gera fyrsta korterið, men so
hasaði AB trýstið av. Í seinna
hálvleiki var avrikið sannførandi
4
GESTUR B. DAM
Var aftur at síggja á vinstra
bakkinum, og hann var eisini
maðurin sum avgjørdi dystin.
Átti frálíkt upplegg til avgerandi
málið í dystinum.
4
HANUS
THORLEIFSSON
Tóktist væl upplagdur og vann
luftbóltir og nærdystir fyrstu
løtuna. Átti eisini avgerandi málið
í dystinum til 2-1.
5
RÓALDUR
JAKOBSEN
Besti maðurin á liðnum hjá B36
sunnudagin. Fordeildi spælið væl,
og skoraði útjavnandi málið til
1-1 uppá frálíkt fríspark.
4
ELI F. NIELSEN
Kom væl frá uppgávuni sum
balansuleikari á miðvøllinum.
Var tryggur á bóltinum, og var
sterkur í nærdystunum.
3
HANNES
AGNARSSON
Tað eydnaðist ikki líka væl hjá
unga stjørnuskotinum sum
til seinasta dyst. Men hann
spældi tó ein fínan dyst, har
arbeiðsinnsatsurin var í topp.
3
LUKASZ
CIESLEWICZ
Var nógv á bóltinum, og er
altíð avgerandi. Var tó ikki so
avgerandi sum onkuntíð fyrr, tí
hann kom hvørki á máltalvuna
ella átti upplegg til nakað mál.
2
JÁKUP Á BORG
Spældi fyrstu 40 minuttirnar
í dystinum, men tóktist tíðliga at
vera skaddur. Fekk eitt gult kort
fyri eina frustratión. Mátti lata
seg útskifta av skaða.
1
JÓGVAN SKEEL
NOLSØE
Avloysti Jákup á Borg seint í
fyrra hálvleiki. Fekk eitt býtt gult
kort tá fyri eina hevnisøku, og
fekk seinna gula kortið í seinna
hálvleiki fyri enn eina hevnisøku.
Tóktist frustreraður.
SPÆLARAMETING
André Olsen
Felags fyri liðini sum sunnu
dagin møttust í Gundadali
var, at bæði liðini høvdu havt
eitt lutfalsliga miseydnað
kappingarár. B36, sum var
heimalið, hevur í ár ikki liv
að upp til støðið tey bæði
undanfarnu árini, tá felagið
í báðum førum hevur verið
føroyameistaraheitið. Undan
dystinum sunnudagin, hevði
B36 eisini bara vunnið ein av
teimum seinastu sjey dyst
unum í Effo-deildini, har lið
ið bert hevði skotið trý mál.
Hjá gestunum til dystin
sunnudagin, AB, hevur hetta
kappingarárið eisini hilnast
stak illa. Undan dystinum
lógu teir átta stig niðanfyri
niðurflytingarstrikuna, har
AB bert hevur megnað at
vunnið ein dyst í hesum
kappingarárinum.
AB byrjaði betur
Hóast munurin undan dyst
inum á stigatalvuni var
greiður, og hóast B36 spældi
á heimaliðið, sást tó tíðliga
sunnudagin, at tað var lítil
munur á liðunum. AB hevur
í summarsteðginum fingið
nógvar nýggjar leikarar, og
hendan dagin munaði tað
væl. Tað var eisini AB sum
kom til tær meira vanda
miklu
støðurnar
fyrstu
løtuna, har B36 málverjin,
Tórður Thomsen, vardi væl
fyri í tveimum førum, tá AB
var líka við.
B36,
sum
kanska
sat
meira á bóltinum, byrjaði
dystin við sama trupulleika
sum hevur eyðkent liðið
í ár. Tað var at teir høvdu
tað eitt sindur trupult í
fyrra hálvleiki við at spæla
seg fram til teir heilt stóru
málmøguleikarnar.
Tað var tí heldur ikki
óuppiborið at AB legði seg
á odda 1-0, tá gott og væl
tjúgu minuttir vóru farnir
av dystinum sunnudagin.
Eftir fínt gjøgnumbrot frá
Símuni Samuelsen í vinstru
síðu, endaði gott AB spæl við
at Patrik Johannesen slapp
til skot beint uttanfyri brots
steigin hjá B36. Hann smekk
aði til, uttan at Tórður Thom
sen í B36 málinum hevði
nakran møguleika, og so var
AB á odda 1-0.
Róaldur við eini perlu
Málið skelkaði heimaliðið,
sum sjónliga sá ørkymlað
út. Millum annað fekk B36
liðskiparin, Jákup á Borg,
eisini gult kort fyri at vísa
frustratiónir móti dómara
num, Dagfinni Forná.
B36 hevði tað eisini trup
ult við at spæla seg fram
til heilt stóru málmøgu
leikarnar eftir at AB kom á
odda, og ein sat við kensluni
av, at tað helst fór at vera
ein deyðbóltur sum fekk B36
innaftur í dystinum. Og tað
var eisini júst tað sum hendi.
Eftir at B36 fekk eitt heldur
bíligt fríspark nakað væl
uttanfyri AB brotssteigin,
fór Róaldur Jakobsen til
bóltin og skeyt frísparkið.
Frísparkið
kundi
neyvan
verið skotið nógv betri. Við
frálíkari ferð tók Róaldur
Jakobsen og smekkaði bóltin
í handara málhorn, har AB
málverjin, Heðin Stenberg,
var fullkomiliga seldur í AB
málinum. Eitt fantastiskt
mál, og so var javnvág í dyst
inum aftur og 1-1.
Trýstið kom ongantíð
Útjavnandi
málið
tíggju
minuttir
áðrenn
hálvleik
gjørdi tað, at í hálvleikinum
væntaði man eitt tungt B36
trýst frá byrjan av í seinna
hálvleiki.
Men trýstið kom ongan
tíð av álvara í seinna hálv
leiki. AB gav sum heild nógv
betri mótstøðu til B36 enn
man væntaði áðrenn, og
teir gjørdu tað trupult hjá
heimaliðnum at fáa spælið
at koyra. Og so hóttu teir