mánadagur 8. august 2016síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 8. august 2016 · Nr. 89
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
3
HEÐIN STENBERG
Fekk ikki gjørt stórvegis
við málini, og stóð sum heild
fínt. Men útspørkini hjá honum
sunnudagin eydnaðust ikki so
væl.
2
SØRIN SAMUELSEN
Var tann leikarin, sum hevði
tað truplast sunnudagin. B36
leikararnir sloppu bæði rundanum
og afturum høgra bakkin.
3
DIMITRIJ JANKOVIC
Stýrdi fínt á liðnum hjá
AB, og hevði sum heild gott
tamarhald á í sínum støðum.
Men var við til at lata tvey mál
ígjøgnum.
3
RÓI DANIELSEN
Kom sum heild væl frá
dystinum, men var eisini við til
at lata tvey mál ígjøgnum. Var
eisini maðurin sum Jógvan Skeel
Nolsøe í báðum førunum hevndi
seg inná.
3
JÓNAS STENBERG
Stríddist sum heild væl á
bakkinum, og tók onkrar langar
túrar framvið í álopsstøðu.
3
KÁRI NIELSEN
Var bindiliðið á liðnum hjá
AB, sum helt liðnum saman.
Gjørdi tað sum hann skuldi, men
var ikki beinleiðis eyðsýndur.
3
DAN Í SOYLU
Var nógv á bóltinum í fyrra
hálvleiki, har hann setti nógvar
umstillingar í gongd. Nakrar av
avleveringunum lógu væl, meðan
aðrar kundu ligið betri. Fínt avrik.
4
PATRIK
JOHANNESEN
Er klárt tann mest vandamikli
maðurin á liðnum hjá AB og er
eisini toppskjýtti. Kom eisini á
máltalvuna sunnudagin
3
DION B. SPLIDT
Hevði onkur farlig innlegg í
fyrra hálvleiki, og var nógv við í
spælinum hjá AB. Datt eitt sindur
út úr dystinum í seinna hálvleiki.
4
SÍMUN SAMUELSEN
Var besti leikarin hjá AB
sunnudagin. Var ein støðug
hóttan, og fleiri ferðir eydnaðist
tað honum eisini at koma framvið
verjuleikarunum tá hann bjóðaði
av.
2
SÍMIN HANSEN
Royndi at stríðast sum
fremsti maður, og kom til onkrar
støður. Men tann avgerandi
neyvleikin manglaði, og í
seinna hálvleiki tóktist hann
frustreraður.
2
RASMUS DAN
SØRENSEN
Kom inn seinastu tjúgu
minuttirnar, men megnaði
ongantíð av álvara at seta seg
ígjøgnum í dystinum.
alla tíðina í umstillingum,
har serliga Símun Samuelsen
á vinstra vongi var væl upp
lagdur á liðnum hjá AB.
Væl spælt álop
avgjørdi dystin
Men tað var B36 sum vann
dystin.
Avgerandi
málið
kom gott og væl ein hálvan
tíma fyri leiklok, og tað var
enn eitt fantastiskt mál frá
B36. Álopið byrjaði afturi
hjá Gesturi Dam á vinstra
bakki, sum setti ferð á
frameftir.
Hann
spældi
eitt-tvey við Lukasz Ciesle
wicz, sum spældi Gest púra
leysan innanfyri AB brots
steigin. Og tá so Gestur kom
einsamallur móti málverj
anum, trillaði hann bóltin
við stórum yvirskotið yvir
til ein púra frían Hanus
Thorleifson, ið bert skuldi
seta innaru síðuna á bóltin,
soleiðis at støðan var 2-1.
Óvanliga nógvar
spentar støður
Tað sum eftir var av dyst
inum, royndi AB at trýsta
B36,
men
teir
megnaðu
heldur ikki at hótta nakað
serligt. Eitt gott korter fyri
leiklok, kundi ein eisini trúð,
at tað kundi fara at blíva eitt
sindur lættari fyri AB, tá B36
áleyparin, og fyrrverandi
AB leikarin, Jógvan Skeel
Nolsøe, fekk sítt seinna gula
kort fyri hevnisøku. Men
tann fyrimunurin sá út til at
muna lítið fyri AB.
Sum heild var eyðkenni
fyri dystin kanska eisini, at
talan var um óvanliga nógv
ar støður við frustratiónum,
har menn fóru at skumpast
ella skeldast. Hetta útloysti
eisini níggju gul kort í ein
um annars lítið hart spæld
um dysti.
Hvør orsøkin til nógvu
frustratiónirnar
mundi
vera, kunnu tað vera fleiri.
Ein orsøk kann helst vera,
at talan var um tvey lið, sum
ikki hava havt viðvind sein
astu tíðina, og tí kundi tykj
ast eitt sindur ørkymlaði á
vøllinum sunnudagin.
B36 hevur reist seg
Við sigrinum hevur B36
nú meira ella minni vent
ringu gongdini, sum eyð
kendi liðið áðrenn tað fór
í summarsteðg. Teir hava
nú vunnið tveir av trim
um dystum aftaná summ
arsteðgin,
har
teir
bert
hava
tapt
á
heimavølli
móti Víkingi í einum dysti,
sum B36 annars væl kundi
havt vunnið. Tað verður tí
ein kapping fyri B36 ímóti
grannunum úr HB um sein
asta plássið, sum gevur
europeiska atgongd til kom
andi kappingarár.
Seinasta útkall hjá AB
Verri sær út hjá liðnum sum
tapti sunnudagin, AB. Teir
hava framvegis átta stig upp
til
niðurflytingarstrikuna,
nú tað bert resta átta dystir.
Teir skulu tí helst vinna um
leið helvtina av teimum dyst
unum, sum teir hava eftir at
spæla. Fyri AB er komandi
vikuskiftið meira ella minni
seinasta útkall. Teir skulu
tá til Trongisvágs, har TB
tekur ímóti. Vinnur AB tann
dystin, kunnu teir minka
um munin til TB niður til
fimm stig, meðan ein ósigur
kann vaksa um munin upp
til ellivu stig. Tann dysturin
hevur tí ótrúligan stóran
týdning fyri botnstríðið í
Effo-deildini, sum væl kann
vera avgjørt um eina viku.
SPÆLARAMETING
Myndir: Bjarni Enghamar
1 til 6
FÓTBÓLTUR
Bæði málini hjá B36 vóru
sum eftir bókini. Fyrra var
ein frísparksperla frá Róaldi
Jakobsen, meðan tað seinna
var eitt frálíka væl spælt
álop, har teir spældu seg
ígjøgnum allan vegin.
Nógvu støðurnar við
frustratiónum í dystinum,
har menn í fleiri førum fingu
býtt gul kort. Dysturin var
annars ikki hart spældur,
men tað vóru óvanliga
nógvar frustreraðar støður.
STÓR AFTURGONGD HJÁ B36
Í mun til í fjør og fyri tveimum árum síðani, er talan um stóra
afturgongd hjá B36 á stigatalvuni. Teir liggja nú á fimta
plássið við 32 stigum. Tað er 10 stig færri enn teir høvdu sama
tíðarskeið í fjør, og 14 stig færri enn aftaná 19 umfør í 2014.
GURIN HJÁ B36
JAR MÁNAÐIR
B36-AB 2-1 (1-1)
0-1: Patrik Johannesen 19.
1-1: Róaldur Jakobsen 36.
2-1: Hanus Thorleifsson 63.
Dómari: Dagfinn Forná
B36: Tórður Thomsen – Jónas þór Næs, Andrias H. Eriksen, Hørður
Askham, Gestur B. Dam – Róaldur Jakobsen, Eli Falkvard Nielsen –
Hannes Agnarsson (Benjamin Heinesen, 90.), Lukasz Cieslewicz, Hanus
Thorleifsson (Pætur Petersen, 77.) – Jákup á Borg (Jógvan Skeel Nolsøe,
38.)
Gult kort: Jákup á Borg, Jónas þór Næs, Jógvan Skeel Nolsøe, Róaldur
Jakobsen
Reytt kort: Jógvan Skeel Nolsøe 72. (tvey gul)
Venjari: Eyðun Klakstein
AB: Heðin Stenberg – Sørin Samuelsen, Rói Danielsen, Dmitrije Jankovic,
Jónas Stenberg – Kári Nielsen (Sandri Færø, 84.), Dan í Soylu (Bárður
Olsen, 75.), Dion Splidt (Rasmus Dan Sørensen, 68.) – Símin Hansen,
Patrik Johannesen, Símun Samuelsen
Gult kort: Rói Danielsen, Patrik Johannesen, Símin Hansen, Sørin
Samuelsen
Venjari: Trygvi Mortensen