mánadagur 8. august 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. august 2016 · Nr. 89
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SVIMJING
DREYMURIN ER A
OL er í hondum og Pál Vitalis Joensen er til reiðar. Tíðirnar
hjá honum ikki eins góðar nú, sum tær hava verið, men
vónirnar eru har. - Hann er ein so nógv meira royndur svimjari
nú, og tað hevur meira at siga til nakað so stórt, sum OL
jú er, sigur fyrrverandi venjari hansara, Jón Bjarnason
Pál Joensen bar Merkið til setanina
á Maracanã fríggjakvøldið
Pætur Albinus
Seint seinnapartin fríggjadagin,
kl.17.34, loypur Pál Vitals Joensen í
hylin í OL í Rio de Janeiro. Hetta er
aðru ferð, at hann luttekur í OL –
fyrstu ferð var í London í 2012, har
hann luttók í 400m frí, 1500m frí og
4 x 200m frí. Tá rakk hann ongari
finalu. Besta úrslitið var eitt 10.
pláss í 400m frí.
Hesaferð luttekur Pál, sum nú er
vorðin 25 ára gamal, einans í 1500m
frí.
Dreymurin
Fyri at hava best møguligu fyri
reikingarnar, so hevur Pál Vitalis
Joensen borið seg undan at vera við
í nakrari samrøðu áðrenn summar
leikirnir í Rio de Janeiro eru av.
Eina upptakt skulu vit tó ikki
snýtast fyri, og tí hava vit tosað
við tann mannin, sum kennir hann
best av øllum sum svimjara, nevni
liga Jón Bjarnason, ið var venjari
hansara árini 2006 til 2012.
Jón, sum nú er høvuðsvenjari
hjá Suðuroyar Svimjifelag meðan
Pál svimur í Danmark, hevur ein
dreym kláran fyri hann hetta OL.
- Dreymurin er at náa finaluna.
Til OL verður tempo í innleiðandi
øgiligt, og klárar ein finaluna, so
kann kann alt henda. Tað verður tó
øgiliga trupult. Men sjálvandi, um
hann svimur sína bestu tíð, so er
tað heilt sikkurt realistiskt, heldur
Jón Bjarnason.
Fleiri royndir
At tað verður hart, bera tíðirnar hjá
Páli eisini vitni um.
- Tíðirnar hjá honum seinastu
árini hava ikki livað upp til formin
frá 2011/2012 áðrenn London, sigur
Jón Bjarnason, sum tó finnur aðrar
orsøkir til at Pál kann fara at leggja
eitt gott avrik eftir seg.
- Hann er ein so nógv meira
royndur svimjari nú, og tað hevur
meira at siga til nakað so stórt, sum
OL jú er, sigur hann.
Sum vera man, so hevur Pál vant
dúgliga fram undir OL.