mánadagur 8. august 2016síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 8. august 2016 · Nr. 89
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SVIMJING
T NÁA FINALUNA
Pætur Albinus
Svimjihøllin, sum Pál Vitalis Joensen
og hinir svimjararnir skulu svimja í,
kallast Estádio Aquático Olímpico.
Hon er staðsett mitt í Parque
Olímpico da Barra, sum er tann so
kallaði OL-býurin, ið er bygdur í sam
band við OL og hevur kostað nógvar
milliardir.
Sjálva svimjihøllin hevur kostað
255 milliónir krónur. Farið varð und
ir at byggja hana í 2013, og hon var
liðugt bygd stutt áðrenn leikirnir
byrjaðu. Brasilskir miðlar skriva tó,
at hon ikki er heilt liðugt bygd, og
at restin av arbeiðnum verður gjørt
liðugt eftir at OL er av.
Tveir svimjihylar eru í høllini.
Ein kappingarhylur og ein hylur til
upphiting. Kappingarhylurin verður
eisini nýttur til vatnpolo-dystir.
Høllin hýsir 14.997 áskoðarum.
Her skal Pál svimja
Jón Bjarnason tippar:
1. Paltrinieri (Italia)
2. Horton (Avstralia)
3. Jaeger (USA)
4. Detti (Italia)
5. Yang (Kina)
6. Cochrane (Kanada)
7. Joensen (Føroyar)
8. Mellouli (Tunesia)
Onnur boð: Park (Suðurkorea), Christiansen
(Noreg) Gyurta (Ungarn) og McLoughlin
(Avstralia)
- Hann hevur vant øgiliga
hart upp til OL, og er farin
eitt sindur aftur til tað,
sum vit gjørdu áðrenn HM
í Shanghai 2011, tí tað vísti
seg at rigga øgiliga gott.
Kombinerað við at hann
er meira royndur nú, so er
hetta óivað tað besta hann
kann gera, sigur Jón og
vísir á, at hann til HM í 2011
gjørdist nummar fýra og
einans misti heiðursmerkið
til ein dopaðan kinesara (Sun
Yang, red.) og nakrar meira
royndar svimjarar.
Spell
Herfyri kom tað fram, at Pál
Vitalis Joensen við endan á
hesum árinum ætlar sær at
slakka av við svimjingini.
– Eg havi treytaleyst gjørt
mítt besta. Nógv onnur ting
í lívinum hava verið merkt
av neyðsemjum – bæði út
búgving, vinir og tað at
stovna familju hava verið
í bíðistøðu, segði hann í
samrøðuni við Berlingske.
– Upp á ein ella annan
máta gevur hetta mær ein
tryggleika í mun til, at eg havi
givið svimjingini alt, sum
tað yvirhøvur hevur verið
gjørligt hjá mær, segði hann.
Nakrir miðlar skrivaðu,
at hann fór at gevast, men
Pál var skjótur úti og rættaði
– hann segði, at hann varð
vorðin mistulkaður, og at
hann einans ætlar sær at
slakka av.
- Tað er spell, um hann
gevst nú, tí hann nærkast
allar besta aldri. Hinvegin
ber tað ikki til at liva av
hesum, og hann setur eina
heila arbeiðviku av hvørja
einastu viku til venjing, sigur
Jón Bjarnason til avgerðina
hjá Páli.
Estádio Aquático Olímpico, har Pál skal svimja