Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-08, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. august 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. august 2016 · Nr. 89 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Føroyski landsliðsframherjin, Jóan Símun Edmunsson skorar tvey mál fyri OB í dystinum ímóti AAB, har Gilli Rólantsson spælir. Góða avrikið hjá Jóan Símuni viðførir, at hann kemur á “ugens hold” hjá danska Tipsblaðnum. Dysturin endaði 2-2. Vandamikli framherjin hjá Víkingi, Finnur Justinussen, brýtur fótin í venjing. Hann er nú ivasamur til steypakappingina ímóti KÍ 27. august. Málskjótandi vinstri vongurin hjá Neistanum, Rói Berg Hansen, fer niður til Danmarkar, har hann skal royndarvenja við danska meistarafelagnum, Bjerringbro- Silkeborg, har føroyski Jóhan á Plógv eisini spælir. Royndarvenjingaruppihaldið er tríggjar vikur langt. Føroyski svimjarin, Astrið Foldarskarð, almannakunnger, at hon steðgar við at svimja. Hon fer nú undir tíðarkrevjandi útbúgving. Føroyingafelagið í Amager í Danmark, ÍF Føroyar, setir nýggj­an venjara í starv til besta fótbóltslið felagsins. Nýggi venj­ arin eitur Niels Strøm Rødgaard, ið sjálvsagt er føroyingur. Arni Klein Abrahamsen verður kunngjørdur sum nýggjur venjari hjá Skála. Hann tekur við eftir Kaysten Rasmussen. Pál Joensen ber føroyska merkið við sær, tá ið hann saman við donsku OL-luttakarunum trínur inn til almenna hátíðarhaldið, tá ið OL 2016 í Rio varð sett. KÍ staðfestir sína oddastøðu í Effodeildini við greiðum sigri á 5-0 ímóti Skála á heimavølli. Hey Ari. Tit tapa 7-1 ímóti NSÍ, og tú fært reytt kort eftir ein hálvan tíma fyri at gera brotsspark. Hvussu upplivir tú støðuna, og var dómurin rættur? - Sjálvur upplivdi eg bert 30 min­ uttir av dystinum ímóti NSÍ, har teir simpulthen renna okkum niður. Og brotssparkið, sum eg geri, haldi eg sjálvur er ógvuliga bíligt av tí, at Árni (Frederiksberg) dettur í so lætt. Men eg gevi dóm­ ar­anum loyvi at døma hatta av tí, at eg haldi um hann. So hatta kann dømast, og tað reyða kortið er sikkurt rætt, tí at dómarin met­ ir, at eg havi tikið ein opnan mál­ møguleika frá teimum. Man skilti á lagnum, at tú vart í øðini um útvísingina. Yvirreageraði tú? - Hehe, ja eg var í øðini, tí eg metti sjálvur, at hatta ikki var straffi. Men ja, eg yvirreageraði so heilt sikkurt. Nú hava tit tapt tilsamans 15-2 ímóti NSÍ í teimum trimum dystunum, sum tit hava spælt ímóti runa­ vík­ingum í ár. Hava tit ein stóran trupulleika ímóti júst teimum? - Man kann ikki annað enn siga, at vit hava stórar truppuleikar ímóti júst teimum. Sjey stig eru upp til fimta plássið og átta stig niður til sjeynda plássið. Kann ÍF enda aðrastaðni enn sum nummar seks í ár? - Eg dugi illa at seta nakra plaser­ ing á, hvat nummar vit fara at enda í ár. Men eg eri sikkur  í, at vit fara inn til hvønn dyst, ið eftir er, fyri at vinna. So má stigatalvan vísa aftan á kappingina, hvat numm­ar vit enda. Hví eru tit so svingandi? Tit vunnu ímóti KÍ í Klaksvík herfyri… - Ja, tað dugi eg illa at svara uppá, men kappingin higartil í ár hevur víst, at vit hava kanska tað vánaligasta botnstøðið av øll­um liðunum, og so um vit raka topp­ stødið, kunnu vit vinna á øllum. Vikan ið fór ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Danska TV2 hevur fingið almen­ nu sjónvarpingina av OL í Rio de Janeiro og er stóra danska miðla­ umboðið í Brasilia. Nógv verður gjørt burturúr, og nærum øll ítrótt­ar­redaktiónin er flutt til OL- býin, Parque Olímpico da Barra, har TV2 hevur sjónvarpsstovu mitt í hjartanum og hevur lætt við at fáa gestir á gátt hvønn einasta dag. Tað eru Morten Ankerdal og Natasja Crone, sum eru vertir í sjón­varpsstovuni, meðan ein stór­ ur hópur av tíðindafólki ferðast runt til tær ymisku kappingarnar og ger bæði beinleiðis frásagnir og innsløg. Sambært TV2 sjálvum, so er talan um størsta dekning av OL í donsku sjónvarpssøguni. Nakað er nokk um tað, tí tá ið tú tendrar sjónvarpið, veit ein ongantíð hvør ítróttur er á skerminum – tað kann vera alt frá teimum meiri kendu, so sum fótbólti og hond­bólti, men eisini til smærri ítróttir sum glíming, rógving og borð­tennis. Sjálvsagt hevur TV2 flestu eyguni vend ímóti donsku ítrótt­ ar­fólkunum, men tá ið tey ikki kappast, verða aðrar kappingar eisini vístar. Ongar stórar løtur fara framvið, tí verða tær ikki fangaðar beinleiðis, so verða tær vístar í OL-studiet, sum er á skránni hvørt kvøld. HYGG UM: Tær dámar væl ítrótt ella OL sum heild. IKKI HYGG UM: Tú ikki vilt síggja OL frá einum donskum vinkli. HVUSSU ER AT HYGGJA: Ríkiligt av ítrótti – væl blandað, men til tíðir ov nógv danskt. HVAT SIGUR TÚ?Tað er her vit kunnu hyggja eftir Páli Joensen fríggjadagin seinnapart! ALBINUS@SOSIALURIN.FO Ummæli av ítróttar bókum, sendingum, dokumentarum og øðrum ítróttarligum hendingum… ★★★★★★ FAKTA OL-dekningurin hjá TV2 er at síggja á høvuðskanalini, TV2, á TV2 Charlie, TV2 Zulu, alt samdøgrið á TV2 Sport og eisini á TV2 Play á netinum. Beinleiðis sjónvarp byrjar um middagsleitið føroyska tíð og heldur á til heilt út á náttina. ÍF heimasíðan eftir lemjandi 7-1 ósigurin móti NSÍ. Zlatan Ibrahimovic eftir Community Shield sigurin hjá Manchester United móti Leicester. Zlatan skoraði avgerandi málið í dystinum. - Mong eru tey, ið spyrja, hvussu kann tað bera til, at ÍF-liðið er so ójavnt. Viðhvørt hølvar ÍF-liðið tey sterkastu mótstøðuliðini í EFFO- deildini og so aðrar dystir, kenna vit ikki liðið aftur. - Eg eri glaður fyri at vit fingu steypið. Orsøkin til at eg eri komin her, er tí at eg ætli mær at vinna steyp. Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Ari Ellingsgaard Aldur: 23 ár Starv: Leikari hjá ÍF í Effodeildini Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! SJÓNVARPSSENDING: TV2 til OL í Rio ÍTRÓTTAR UMMÆLI Quizzin, svar: 1: Rio de Janeiro, 2: Fríggjadagin, 3: Zlatan Ibrahimovic, 4: Paul Pogba, 5: Juan Mata, 6: Lettland, Estland og Litava, 7: Høgni Madsen, 8: NSÍ og 07 Vestur vunnu 7-1, meðan ÍF og AB II taptu 7-1. 1 Í hvørjum býi verður OL hildið í ár? 2 Nær skal Pál Joensen svimja á fyrsta sinni í Rio (hvønn dag í hesi vikuni)? 3 Hvør skeyt avgerandi málið hjá Manchester United í Community Shield-dystinum ímóti Leicester? 4 Hvønn leikara keypir Manchester United væntandi fyri 100 milliónir pund fyrsta dagin? 5 Meira Manchester United. Hvør leikari hjá United varð bæði innskiftur og útskiftur í dystinum ímóti Leicester í gjár? 6 Í farnu viku vann føroysku kvinnulandsliðið í fótbólti venjingarkappingina Baltic Cup. Hvørji onnur lond enn Føroyar luttóku í hesi kapping? 7 Hvussu eitur leikarin hjá NSÍ, sum um vikuskiftið kunngjørdi, at hann steðgar við at spæla fótbólt? 8 Hvørji lið í ávíkavist Effodeildini og 1. deild vunnu og taptu 7-1 hetta vikuskiftið?