Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-08, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. august 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 8. august 2016 · Nr. 89 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð Pætur E. Jensen Tað er altíð stórsligið at seta seg frammanfyri sjón­ varpsskíggjan at síggja setanina til olympisku leik­ir­ nar, og ikki var øðrvísi hesaferð. Við einum ávísum spenningi sat ein og taldi til 56, tí Danmark var land nummar 56, sum kom inn á leikvøllin við sínum OL- luttakarum, tá setanin var í Rio de Janeiro í Brasil. Løtan vardi ikki so nógv sekund á skíggjanum, men tað var stórt at síggja, at Pál Joensen mintist til okkum heima í Føroyum hesa stóru løtuna. Danska flaggið er vakurt, og tað eru hini norðurlendsku fløggini eisini, men hvat gjørdi tað ikki okkum gott, at Pál Joensen veitraði við Merkinum hesa løtuna, og staðfesti enn einaferð tað, sum hann av sonnum er: Tann størsti føroyski einstaklingurin innan ítrótt nakrantíð. Nú telja vit dagarnar til hann skal í hylin fríggjadagin, tá hann skal svimja í innleiðandi kappingini í 1500 metrum frí. Aftaná kiksaran í London í 2012 unnir øll tjóðin honum at sleppa at uppliva at verða partur av einari olympiskari finalu. Hjart­a­liga góða eydnu við tí Pál Joensen. Tað er var tó ikki bara við gleði, at ein sat framm­ an­fyri sjónvarpsskíggjan, tá setanin til olympisku summ­arleikirnir í Rio í Brasil var at síggja í sjón­ varp­inum. Innar á leikvøllin trinu oyggjalond og at­ lond, sum hava væl minni sjálvræði enn Føroyar, og kortini hava tey olympiska viðurkenning. Ein unnir so hjartaliga Bermuda og Cayman-oyggjunum, at tey sleppa at taka lut á olympisku leikunum, men sam­stundis sker tað í hjartað, at vit ikki eins og okk­ara oyggjaleikavinir av Bermuda og úr Cayman- oyggj­unum ikki eisini kunnu taka lut á olympisku leik­unum, og havt Pál Joensen, sum flaggbera hesa tign­arligu løtuna, sum nærum allur heimurin situr og hyggur eftir. OL er stórt, men altjóða olympiska sam­gongan, IOC eru smáligir. Teir vita fullvæl, at vit taka lut í fleiri ítróttargreinum, sum sjálvstøðug tjóð. Teir vita, at vit hava tikið lut á talvolympiaduni síð­ani 1970, á paraolympisku leikunum síðani 1984, og teir vita eisini, at vit taka lut í Special Olympics. Tað skal bara ikki verða okkum unt at taka lut á sjálvari olympiaduni. Givið er, at vit høvdu fingið olympiska viðurkenning beinavegin, um Føroyar vóru limir í ST. Men vit søktu um limaskap átta ár áðrenn treytirnar fyri limaskapi vóru broyttar í 1992, og enn bíða vit eftir at fáa eitt endaligt svar. Ein olympisk viðurkenning hevði eisini givið okkum møgu­leikan at tikið lut í smátjóðaleikunum, sum eru ítróttarleikir fyri evropeiskar tjóðir, sum hava færri enn eina miljón íbúgvar. Ein kapping okkara íslendsku grannar hava tikið lut í við stórari gleði sein­astu 30 árini. Okkara einasta vón í skrivandi stund er, at IOC og IPC leggja saman, so olympisku leik­irnir og paralympisku leikirnir verða í sama al­ tjóða felagsskapi, so vóru vit loksins innanborða. Hin møguleikin er at taka eitt politiskt stig, sum nógv­ir føroyingar ikki vilja taka. Danskarar og hini norð­ur­ londini hava stuðlað okkum í at fáa olympiska við­ ur­kenningina, so tey hava so ikki skyldina av, at vit ikki hava tað olympisku viðurkenningina, sum vit so sáran tráa eftir at fáa. Vónandi hava vit hana í 2020. Pál mintist til okkum ta stóru løtuna KLUMMAN Heri sigur sína hugsan... Neli Heldarskarð Føroyingauppgerð hevur ver­ið í bæði Superliguni og næstbestu deildini. Hós­ kvøld­ið hittust Vendsyssel og Vejle í næstbestu deildini, meðan Randers og Horsens hitt­ust í Superliguni leyg­ar­ dagin. Vendsyssel er botnlið Vendsyssel, sum hevur tríggj­ar føroyingar í hóp­ i­num, hevur fingið eina ræðu­liga byrjan upp á kapp­ingarárið. Eftir fyrstu tríggjar dystirnar hevur før­oy­ingafelagið nevniliga 0 stig, har tað er blivið til trý tap. Hóskvøldið varð triði dysturin taptur, tá ið Viljormur Davidsen og Vejle vitjaðu í Hjørring. Dystur­in endaði 3-1 til Vejle. Viljorm­ur Davidsen spældi allan dystin á vinstra bakki hjá Vejle, meðan René Shaki Joen­sen var einasti føroyingurin á vøllinum hjá Vendsyss­ el - hann varð skiftur inn eftir 78 minuttir. Hákun Ed­ munds­son og Meinhard E. Ol­sen sótu á bonkinum hjá Vendsyssel allan dystin. Vejle hevur nú fimm stig eftir tríggjar dystir eftir, meðan Vendsyssel liggur til nið­urflyting. Heini og Bárður taptu fyri fyrstu ferð Uppflytaraliðið, Fremad Amager, sum hevur før­ oysku Heina Vatnsdal og Bárð Jógvansson Hansen á liðnum, taptu sín fyrsta dyst hetta vikuskiftið. Før­oy­ing­ arnir og kendi venjarin, John Faxe Jensen, taptu 2-0 ímóti FC Helsingør í gjár. Heini Vatnsdal spældi allan dystin á miðvøllinum hjá Fremad Amager, meðan Bárður Han­sen spældi 81 minuttir á høgra bakki, áðrenn hann varð útskiftur. Fremad Amager hevur tvey stig eftir tríggjar dyst­ir. Komandi sunnudag er før­ oy­ingauppgerð og botn­brak á Sundby Idræts­park, tá ið Fremad Amager tekur ímóti Vendsyssel. Brandur spældi sín fyrsta dyst Leygardagin tóku Brandur Hendriksson Olsen og Rand­ ers ímóti Halli Hans­son og AC Horsens á leik­vøll­inum í Randers. AC Horsens var ósigrað í hesum kappingarárinum undan dystinum, men so er ikki longur. Randers vann nevniliga dystin 1-0. Hallur Hansson hevði annars fleiri góðar møguleikar at javna fyri Horsens, men hann var ov óneyvur. Við føroyskum brillum kann ein fegnast um, at Brandur Hendriksson loks­ ins kom á vøllin fyri Randers fyri fyrstu ferð. Hann varð innskiftur eftir 67 minuttir. Jóan Símun skoraði ikki hesaferð Jóan Símun tók av møgu­ leika­num farna mánakvøld, tá ið hann byrjaði inni í dystinum ímóti AAB á høgra vongi. Hann takkaði fyri álitið og skoraði tvey mál. Í gjár byrjaði Jóan Símun Edmunsson enn einaferð inni á høgra vongi, tá ið OB tók ímóti Viborg. Jóan Sím­ un Ed­munsson spældi allan dystin, men megnaði ikki at koma á máltalvuna hesa­ferð. Tað megnaðu liðfelagarnir eiheldur, og sostatt endaði dysturin 0-0. OB hevur nú spælt fýra javnleikir eftir fýra umfør og er harvið ósigrað, men hinvegin hevur liðið held­ ur ikki vunnið nakran dyst. OB kundi eins væl tapt tapt í gjár, tí at í seinna hálv­leiki misnýtti Viborg brots­spark. Gilli misti plássið Tað gongur heilt væl hjá AAB, ið eftir fýra umfør hevur átta stig og er við í toppinum í Superliguni. Góða gongdin hjá AAB helt fram í gjár, tá ið AAB vann 2-1 á útivølli ímóti FC Nordsjælland. Fyri føroyska Gilla Ról­ ants­son man talan tó hava verið um stórt vónbrot, at hann ikki so mikið sum slapp á vøllin í gjár, hóast hann er byrjaður inni í trimum teimum fyrstu umførunum. Gilli Rólantsson hevur spælt væl á vinstra bakki hjá AAB higartil í ár, men til dystin í gjár var vanligi vinstri bakk­ urin, Jacob Ahlmann, blivin klárur eftir skaða, og tað kendi Gilli Rólantsson sviðan av, tá ið hann bleiv skump­ aður út á bonkin. Gilli Sørensen hevur mist plássið á vinstra bakki hjá AAB, meðan Vend­ syssel er botnlið í næstbestu deildini. Her er eitt yvirlit yvir, hvussu tað hevur gingið hjá føroysku fótbóltsútisetunum í Danmark í vikuskiftinum TVÆR FØROYINGA­UPP­GERÐIR SPÆLDAR Í FARNU VIKUNI