Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-08, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. august 2016síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 32 • 8. AUGUST 2016 10 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Regatta & Ovastevna N ú summarið er farið at halla, eru nólsoyingar til reið­ar at taka ímóti hópin av stevnu­gest­um. Ovastevnan, sum hevur fleiri enn 20 ár á baki, er fastur táttur á summ­ arskránni hjá nógvum før­oy­ing­um. Bygdarstevnurnar eru nógvar, men Ovastevnan er nakað serstakt, og eftir ólavsøkuna og festivalarnar, man Ova­stevnan mangan hava verið mest vitjaða stevna í Føroyum. Kundið tú hugsað tær eitt hugna­ ligt vikuskifti á bygd, har tú kanst uppliva eina rúgvu av øllum møgu­ ligum? So skal tú fara til Nólsoyar kom­a­ndi vikuskifti, tí tá er ovastevna. Ova­stevna er stevnan í Nólsoy har bygdarfólkið ger alt, tey eru ment at bjóða tær vælkomnum og vísa tær hvussu stuttligt, hugnaligt og gott tað er at vera í Nólsoy. Ovastevna er stevnan fyri alla familjuna. Børn­ini kunnu spæla frítt, meðan tey vaksnu hugna sær í bygdasliga umhvørv­inum. Tú merkir veruliga, at tú er kom­in á bygd, bara 20 minuttir úr høvuðs­ staðnum. Ovastevnan hevur heilt víst okkurt til tín, líkamikið hvør tú ert. Fleiri av tiltøkunum eru ókeypis, eitt nú barnatiltøkini, konsertin á keiini, gongutúrar og framsýningar. Tiltøk á stevnuni Gamla keiøkið í bygdini verður mið­ depilin á stevnuni. Her verða m.a. fram­førslur, framsýningar, livandi tón­ leikur, útimøti, felagssangur umframt at matur og drekka verða seld úr hugna­ligu neystunum. Nógvur ítróttur verður á stevnuni. Fríggjakvøldið verður rennikapping fyri vaksin niðan á Oyggjarmúla, meðan børnini renna styttri tein í bygdini. Leygar­dagurin byrjar við einum stór­ um svimjitiltaki á Malarenda, sand­ inum í Nólsoy. Havsvimjarar úr øllum landinum hittast at vassa, dyppa ella svimja. Heilsufótbólts-kvinnur dystast á vøllinum á Mýrini og svimjarar svimja allan vegin úr Havn. Fastur táttur á Ovastevnu er fótbóltsdysturin millum yngri og eldri tónleikarar. Nólsoyingurin Maud Wang Hansen setur stevnuna undir Mikkjalsveggi og Havnar hornorkestur setur rættan stevnu­dám á. Livar Nysted fer at greiða frá ferðum sínum og sam­band­ inum við Ova Joensen. Nicolaj Falck fer í bátinum Dianu Victoriu at framføra leik um Ova og ferðir hansara um høv. Havnakórið fer undir leiðslu av nólsoyinginum Leif Hansen at hava konsert í kirkjuni, sum eisini verður karmur um aftankvirru fríggjakvøldið og guðstænastuna sunnumorgunin. Nólsoyingar duga væl at siga frá. Á stevnuni verður høvi at uppliva tveir teirra. Egon Hansen og Disa Christ­ iansen fara at ganga túr og greiða frá ávíkavist søguligum støð­u­m í bygdini og plantum v.m. Í Royndar­húsini fara 5 kvinnur at framføra kaba­rettina »Tann nakni sannleikin«. Sum altíð er spenningur um hvat og hvønn kaba­ rettin fer at snúgva seg um. Regatta 2016, sum byrjar á Eiði fríggjakvøld og endar í Hósvík út á kvøld­ið og náttina, endar sum vant aftur í ár á Ovastevnu í Nólsoy. Meðan bát­arnir leggja at fara spælimenninir í Nólsoy at spæla og setur hetta eisini sera góðan stevnudám á keiina. Leygarkvøldið fer kendi nóls­ oy­ing­urin Kim Hansen saman við Jens Marna Hansen at undir­halda í tjaldinum á keiini, og í Royndar­hús­ in­um fara Rannvá Vesturklett og Jó­ ann­es Jakobsen at spæla til dans. Við hes­um eru lunnar lagdir undir ársins bygdaball. Nólsoy er perla fyri børn og Ovstevnu vikuskifti er einki undantak Børnini hava nógv at fara til á Ova­ stevnu í ár. Nógv verður gjørt burtur úr at hava ymiskt, áhugavert fyri børn­unum. Barnatiltakið á stevnuni snýr seg um stuttleika, upplivingar og hugna. Børnini kunnu m.a. grilla skúm­fidusar, krita, hoppa band, fanga krabbar og vassa. Børnini fáa eisini høvi at ríða á føroyskum rossum. Børn fara eisini at selja ymiskt, gamlar leikur, bamsur, klæði ella kakur. Stilla svongdina og sløkk tostan á Ovastevnu Tær nýtist ikki at ganga svangur á Ovastevnu. Á keiini kanst tú keypa til­ tikna grýturættin hjá Fríðu, fiskasuppu og breyð við føroyskum viðskera. Kunn­ingarstovan borðreiðir við fiska­ pakkum við arvasalati. Te, kaffi og kakur fáast eisini til keyps. Eingin bygdar­stevna uttan ein pylsuvogn, sum sjálvandi eisini er á Ovastevnu. Ovastevna verður vikuskifti 12.-14. august, og umframt nevndu tiltøkini verða hópin av øðrum spennandi til­tøkum – nýggjum sum gomlum. Strand­ferðslan hevur sum undanfarin ár víst stevnuni vælvild og fer at sigla eftir serligari ferðaætlan, sum er at finna á ssl.fo. Vælkomin til Nólsoyar á Ova­ stevnu. Summarfrítíðin endar á Ovastevnu