Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-08, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. august 2016síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 32 • 8. AUGUST 2016 11 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Regatta & Ovastevna www.torshavn.fo Ólavsøkan, summarstevnurnar og tónleikafestivalarnir í bygd og í bý eru av á hesum sinni. Bátaeigarar og tey, ið hava góðan sjóhug, hava verið á bátastevnum. Soleiðis hava tiltøkini - eitt fyri og annað eftir - sett dám á summarið, og soleiðis eigur at vera. Men ein regatta er eftir. Og ein stevna er eftir - hon hjá nólsoyingum. Og hon fellir sum vant saman við regattaini, sum í ár byrjar fríggjadagin 12. august. Vanligt er, at partur av regattaini endar í Nólsoy dagin eftir, leygardagin. Eitt, vit hava lagt til merkis í Havnini er, at áhugin fyri Nólsoynni hevur verið vaksandi seinastu mongu árini. Barnagarðar og skúlar vitja og njóta náttúruna, frítíðarvirksemið, vøllin og sandin – ein av fáu sólstrondunum í Føroyum við trygd fyri góðum vesturskini! Og tað er nú ikki so løgið, at Nólsoyggin er so áhugaverd. Her andar av mentan, her er tónleikur og søga og list og vísund, alt hvørt um annað. Vit hava eitt munagott arbeiði í gongd á fleiri økjum. Vit royna at menna Nólsoynna sum ferðavinnuoyggj, vit hava Kunningarstovu og vit betra havnaviðurskiftini, vit asfaltera og royna at skapa trivnað á annan hátt. Góðu borgarafundirnir, vit hava í kommununi, hava gjørt sítt til, at alt kemur í ljósmála, at alt verður viðgjørt siðiliga, og at loysnir verða funnar á øllum økjum. Nólsoyingar eru kendir fyri góðan vertskap. Ovastevna er als ikki sum aðrar bygdastevnur, festivalar ella ólavsøka, tí ovastevnan er nakað heilt fyri seg. Júst tí at tað eru nólsoyingar, sum eru vertir og fyriskiparar – ovastevna er orginal, hon er ektað – hon skapar eisini mentanarligt margfeldni. Og skráin hesaferð er sera fjølbroytt. Eg fari at ynskja øllum eina góða regatta og eitt hugnaligt kvøld í Hósvík. Og vælkomin til Nólsoyar aftaná - tí sum nólsoyingar siga: Summarið er ikki fullkomið, fyrrenn tú hevur verið á ovastevnu í Nólsoy. Heðin Mortensen borgarstjóri Regatta og ovastevna hond í hond