Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-08, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. august 2016síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 32 • 8. AUGUST 2016 12 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Regatta & Ovastevna – Setur komm­ un­una í fokus Dagfinn Olsen Borgarstjórin í Sunda Kommunu, Heðin Zachariassen, er vanliga við, tá regatta er, og hann heldur hetta vera eitt væl fyriskipað tiltak, ið ber boð um, at trivnaður er í økinum. Brátt verður farið undir at byggja ítróttarhøll – Øll tiltøk hava týdning fyri økið og kommununa. Hjá okkum eru vit so heppin, at vit hava nøkur tiltøk spjødd í kommununi og gjøgnum árið. Øll tiltøk hava týdning fyri trivnaðin og skapa samanhald. Og tey seta eisini kommununa í fokus, sigur Heðin Zachariassen. Byggja ítróttarhøll – Regatta er dømi um eitt væl vitjað og væl fyriskipað tiltak. Tað er sera huga­ligt at hava fólk í økinum, ið skipa fyri tiltøkum. Alt eru einstaklingar ella feløg, ið skipa fyri, og var hetta ikki, so var fátæksligt, metir Heðin Zacha­ riassen, borgarstjóri.Eitt er, at slík tiltøk økja trivnaðin. Tey bera eisini boð um, at her er trivnaður. Tí hava vit eisini tikið stig til, at byggjast skal ein ítróttarhøll, tí tað er nakað, sum vant­ ar í økinum, sigur Heðin Zachariassen. Borgarstjórin við Borgarstjórin í Sunda Kommunu fegnast um, at Regatta er í Hósvík, og hann veit hvat hann tosar um, tí vanliga er hann virkin og við, tá regatta er. – Um mær ikki berst frá av serstøkum orsøkum, so eri eg altíð við, tá regatta er, og tað er í egnum báti. Tað er hugaligt at vera við, sigla og hitta fólk, og síðani sigla við, tá fylgið fer víðari til Nólsoyar, sigur Heðin Zachariassen, ið metir regatta tiltakið vera eitt sera hugnaligt og væl skipað tiltak. Øll vælkomin Tað er hugnaligt, tá fólk koma saman. Hesum er borgarstjórin ikki ósamdur í, og hann vil fegin hava so nógv fólk sum gjørligt til Hósvíkar at uppliva regatta tiltakið. – Sum borgarstjóri ynski eg sjálvsagt øllum vælkomnum til regatta, og eg vóni, at nógv fólk leita til Hósvíkar, sigur Heðin Zacha­ riassen. Standa saman um tiltakið Dagfinn Olsen H ósvíkar Róðrarfelag stendur á odda í fyriskipanini, tá Regatta verður hildið í Hósvík. Marni Joensen, formaður í felagnum, metur avgjørt, at tiltakið hevur týdning fyri bygdina og hann sigur, at bygdafólkið stendur saman um tiltakið. Vit hava brúk fyri eini 80 fólkum at hjálpa okkum, so bygdarfólkið eigur ein part av, at regatta er afturvendandi, sum Róðrarfelagið nú skipar fyri á sekstanda ári – Byrjað verður í januar at fyrireika, og tað er nógv, ið skal passa saman, og fyrireikingarnar eru nógvar, sigur Marni Joensen, formaður í Hósvíkar Róð­rarfelag, ið skipar fyri Regatta. – Trygdin á regatta er umráðani fyri okkum, tí hava vit aftur í ár bjarg­ ingarbátarnar Vón, Sverri og Lív Rescue við í feltinum, tá siglt verður. Vit gera alt vit kunnu, fyri at trygdin á regatta skal vera so góð sum gjørligt á landi og á sjógvi, sigur formaðurin. – Tað er neyðugt við neyvum fyri­ reikingum á øllum økjum, tí nógv fólk vitja tiltakið. Í fjør høvdu vit upp móti 700 fólk til døgurða, umframt tey, ið vóru vitjandi. Í fjør vóru 107 bátar til­meld­ aðir til regatta siglingina, og høvdu tí pláss í bátahylinum í Hósvík, greiðir Marni Joensen frá. Standa saman Eitt tiltak sum Regatta hevur avgjørt týdning fyri Hósvík og HVR. – Hetta er eitt stórt tiltak fyri okkum og fólkið, ið hevur tilknýtið til bygdina. Vit standa saman um hetta, og hetta gevur avgjørt smanhald ímillum bygdarfólkið. Eisini er Sunda kommunan glað fyri tiltakið og er ein stórur stuðul fyri regatta, sigur Marni Joensen. – Hetta er eitt tað fyrsta tiltaki, ið kom fyri frítíðarsiglarar. Hetta er sekst­ anda ári, at Hósvíkar Róðrarfelag skipar fyri regatta, og innan tað hevði RSF tað eitt ár, greiðir Marni Joensen frá. Lítið felag, stórt tiltak – Tað er umráðandi fyri okkum fyri­ skiparar, at øll kunnu verða við, tí er gjaldið einans 150 kr. og fyri hetta gjald fær ein regatta T-shirt, døgurða og morgunmat. Eisini verður tónleikur við Hanus G. Johansen og Hans Andrias í tónleikaneystinum á kai økinum. Á kai økinum verður eisini felagssangur og røða frá Jørgen Niclasen. – Regatta luttakarar fáa aftur í ár góðan døgurða frá MAT smiðjuni hjá Ruben Busk, og á matskránni stendur oksasteik og mild piparsós, stokt epli og grønmeti, sigur formaðurin í róðrar­felagnum í Hósvík. – Vit eru sera stolt og glað fyri, at eitt so lítið felag sum Hósvíkar Róðrarfelag megnar at standa á odda fyri einum so stórum og vældámdum og ódýrum tiltaki, sigur Marni Joensen. Eisini campingvognar Í Hósvíkar Róðrarfelag eru fimm nevndar­limir og tveir eykalimir. Fe­ lag­ið stendur fyri tiltakinum og fyri at býta upp­gávurnar út. – Tað, at bygdafólkið er við sjálv­ boðið vísir, at hugsanin um, at alt kann ikki gerast upp í pengum, livir enn, hetta kunnu vit bara fegnast um og er við til at styrkja samanhaldið, sigur formaðurin í Hósvíkar Róðrarfelag. – Nú eru eisini campingvognar við, tá regatta er. Í fjør vóru fólk sera væl nøgd við umstøðurnar at campera á bryggjuøkinum, men vit royna at gera tað betri og royna eisini at fáa pláss fyri fleiri campingvognum í ár, sigur Marni Joensen. – Regatta-tiltakið nærkast, og bátarnir í Hósvík byrja at blíva snøggir, eins og ljós nú koma upp í bygdini, so tað merkist, at nú er ársins regatta tiltak ikki langt burtur, so er summari fullkomið, sigur Marni Joensen. SKRÁIN Kl.17.00 Regattain verður sett á Eiði Kl.17.30 Bátarnir fara av Eiði Kl.18.40 Bátarnir samlast norðan fyri brúnna við Streymin Kl.20.00 Bátarnir koma til Hósvíkar Kl.20.00 Døgurði frá MATsmiðjuni hjá Ruben Busk, í bygdarhúsinum fyri regatta gestum Kl.22.00 Livetónleikur: Hans Andrias, í Tónaneystinum Kl.22.30 Livetónleikur: Hanus G Johansen, í Tónaneystinum Kl.23.00 Felagssangur við harmoniku spælarunum Sakarias Hansen & Co. Kl.23.30 Midnáttarrøða, við Jørgen Niclasen Kl.00.00 - Kl.04.00 Dansur: Rox, í bygdarhúsinum Kl.08.00 – 12.00 Morgunmatur í bygdarhúsinum fyri regatta gestum 2016