Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. august 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. august 2016 · Nr. 90 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Nýggja fiskiárið byrjar 1.septemb­er. Hendan dag skal Løgtingið hava ásett, hvusu nógvir fiskidagar kunnu brúkast komandi árið á før­ oysku landleiðini. Serligt í ár er, at hetta er sein­ astu ferð, at fiskidagatalið verður ásett fyri eitt heilt ár, áðrenn vit fáa eina nýggja lóg um vinnuligan fiskiskap. 31.desember næsta ár fer lógin, sum regulerar allan føroyskan fiskiskap úr gildi og øll veiðuloyvir fella aftur til tað almenna. Ein nýskipanarnevnd arbeið­ ir við at gera eitt uppskot til eina nýggja lóg. Ætlanin var, at hetta uppskotið skuldi latast lands­stýris­ manninum við fiskivinnumálum 1.august, men nevndin hevur fingið longt freistina til í heyst. Hóast hesa tilgongd, so skal Løgtingið framvegis áseta fiski­ daga­talið fyri komandi fiskiár. Uppskot er lagt fyri tingið, um hvussu hetta skal gerast. Lands­ stýrismaðurin, sum hevur lagt uppskotið fram, hevur valt í stóran mun at fylgja tilráðingunum frá Hav­stovuni, men tað hóvar als ikki vinnuni. Í uppskotinum hjá lands­stýris­ manninum verður eisini mælt til at seta í verk eina umsitingarskip­an fyri tosk, hýsu og upsa. Hetta tí at vísindin sigur, at stovnarnir, serliga toskur og hýsa, eru so illa fyri, sum ognantíð fyrr: -- Hýsustovnurin verður mettur at vera undir minstamarkinum fyri gýtingarstovnin, og hevur ongantíð verið minni. - Ein glotti er, at 2015-árgangurin av hýsu verður mettur at vera rættiliga góður, og at ein tilgongd tí kann verða í komandi ári. -Toskastovnurin verður mettur at vera ájavnt við minstamarkið fyri gýtingarstovnin og hevur verið tað síðani 2005. Vit eru í einum tíð­ ar­skeiði við vánaligasta fiski­skapi eftir toski og hýsu, sum vit yvir­ høvur hava hagtøl fyri, verð­ur sagt í viðmerkingunum til uppskotið. Vinnan aðrar grundgevingar Hendan útsøgnin byggir á tað, sum politiski myndugleikin hevur fingið at vita frá Havstovuni – altso teimum vísindafólkum, sum fyri tað almenna granska og fylgja við í fiskivinnuni. Metingarnar hjá Havstovuni og vísindafólkunum byggja fyrst og fremst á tær kannignar, sum stovnurin ger, men eisini á hagtøl fyri landingar og hvat slag av fiski, kemur uppá land í Føroyum. Í mong ár hevur Havstovan víst á, at tað er veiðutrýstið á stovnarnar sum í stóran mun ger, at teir eru so illa fyri. Og tað er í hesum grund­gev­ing­ um, at vinnan hevur eina heilt aðra áskoðan. Bæði fiskidaganevndin og fel­øg­ini, sum umboða vinnuna annars, vísa á, at trýstið er minkað ómetaliga nógv øll árini, síðani vit fingu skipanina við fiskidøgum. Fiskidagatalið er lækkað við 1200 døgum um árið hvørt ár síðan 1997, men harafturat vísir vinnan á, Árni Gregersen Føroya Banki hevur altíð verið eitt serligt fiskimið, men seinastu árini hevur Bankin so at siga verið friðaður alt árið, undantikið einar tveir mánaðir um summarið. Magnus Heinason hevur tvær ferðir um árið – í mars og august – gjørt royndartrolignar á Banka­ num. Úrslitini hjá føroyska hav­rann­ sóknarskipinum hava verið eins øll hesi árini. Har er onki at fáa og so at siga ongin toskur. Fyri nøkrum árum síðani gjørdi ein útróðrarbátur úr Havn kann­ ingar fyri Havstovuna á Føroya Banka. Roynt var eftir havtasku. Tað vísti seg, at báturin fekk nógv­an fisk, teir fýra túrarnar hann royndi á bankanum. Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Nýtt Sjálvstýri, hevur fleir ferð­ir spurt skiftandi fiskimálaráðharr­ar um viðurskiftini á Føroya Banka og hví ikki fleiri royndir verða gjørd­ ar har. Hann spurdi Jacob Vestergaard, táverandi landsstýrismann, um tað í veruleikanum er soleiðis, at til ber at undirfiska á ávísum leið­um. Við øðrum orðum um ov lítil veiða hevur við sær, at stovnarnir ikki mennast. Landsstýrismaðurin svaraði so­ leiðis: - Tað er torført at svara spurn­ ing­inum, um møguleiki er fyri at ”undirfiska” fiskastovnar við tí fylgju, at hesir hava neiliga ávirk­ an á aðrar fiskastovnar, t.d. at hav­ taska etur tosk og hýsu. - Eitt nú tí, at fiskiveiða er bara ein av nógvum faktorum, sum beinleiðis og óbeinleiðis hevur ávirkan á vistskipanina, og hvussu ymisku fiskastovnarnir eru fyri. ONGIN SEMJA M OG VINNU UM FI Seinasta árið við áseting av fiskidøgum eftir lógini um vinnuligan fiskiskap, ger bert munin uppaftur størri millum vinnu og vísind Føroya Banki ein skipan fyri seg Vinnan og partar av politisku skipanini undrast á, at fleiri kanningar ikki verða gjørdar á Bankanum Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, hevur lagt uppskotið um fiskiddagar næsta ár fram Ongin ivast í, at torska- og hýsaustovnarnir eru illa fyri. Ósemjan er um tað er veiðutrýstið ella náttúruviðurskifti, sum eru orsøkin