Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. august 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 10. august 2016 · Nr. 90 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ILLUM VÍSIND SKIDAGATALIÐ - Spurningurin leggur upp til at loyva beinleiðis veiðu eftir hav­ tasku á Føroya Banka, soleiðis at stovn­arnir av toski/hýsu kunnu koma fyri seg aftur, tí átið frá hav­ tasku minkar. - Í hesum sambandi er týd­ning­ ar­mikið at vita, hvussu nógv er til av toski og havtasku á Føroya Banka. - Ein stovnsmeting av hav­tasku við Føroyar vísir, at havtasku­ stovnurin sveiggjaði millum 9.000 og 19.000 tons í tíðarskeiðinum frá 1999 til 2011, og stovnurin var umleið 11.000 tons í 2011. Hetta er fyri landgrunnin og Føroya Banka tilsamans. - Havstovan metir, at nøgdin av havtasku á Føroya Banka var góð 1000 tons í 2011, og er mink­að nakað síðani. Nøgdirnar av toski eru størri, frá 2000 til 10.000 tons. Kanningar vísa, at havtaska og toskur eta umleið líka ofta tosk, umleið ein tosk fyri hvørjar 50 ella 60 kannaðar magar. Havtaska kann eta umleið 12 prosent (í vekt) av toskastovninum á landgrunninum um árið (2001-2005). Toskur á landgrunninum etur somikið nógvan smáfisk, at tað hevur neiliga ávirkan á tilgongdina av smáfiski á landgrunninum. Ikki er greitt, hvussu nógvan smáfisk tosk­ur etur á Føroya Banka, men tað er neyvan minni enn á land­ grunninum. - Við tað, at tað er meira av toski enn av havtasku á Føroya Banka, metir Havstovan, at toskur hevur størri neiliga ávirkan á tosk á Før­ oya Banka enn havtaska. - Samanumtikið kann ein siga, at tað eisini eru onnur ting í vist­ skipanini enn viðurskiftini millum havtasku og tosk, sum hava týd­ ning fyri tilgongd hjá toski og hýsu. Og tí er tað torført at siga, um møguleiki er fyri at ”undirfiska” fiska­stovnar við tí fylgju, at hesir hava neiliga ávirkan á aðrar fiska­ stovnar, t.d. at havtaska etur tosk og hýsu, svaraði Jacob Vest­ er­gaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, tá ið spur­ning­ urin var settur. Vitan nóg góð Havstovan upplýsir annars, at orsøkin til, at tey ikki hava gjørt royndir við gørnum á Føroya Banka er, at arbeiðsorkan er avmarkað. Hinvegin hevur Havstovan, við fíggjarligum stuðli frá Gransk­ ingarráðnum og Fiskivinnu­roynd­ um, gjørt nógv við at kanna hav­ tasku á føroyska land­grunn­inum í sambandi við eina PhD-verkætlan. Lagt kann vera afturat, at eitt av endamálunum við roynd­ar­ fiskiskapi er at útvega nýggja vitan um t.d. fisk, fiskastovnar og veiði­ hættir. Í sambandi við havtasku á Føroya Banka hevur Havstovan mett seg at hava nóg mikið av vitan til at kunna siga nakað um nøgdina av havtasku á Bankanum. Havstovan metir av havtasku­ stovn­urin er um 1000 tons á Føroya Banka. Bæði vinnan og partur av pol­ itisku skipanini eru illa nøgd við, at royndarveiða ikki verður gjørd á Bankanum, men sum svarini hig­ artil hava víst, so er áhugin ikki serliga stórur at lata onnur slppa at royna á bankanum. Vísindaliga sigur Havstovan, at royndir við sama skipið – Magnus Heinason – og sama reiðskapi geva bestu vísindaligu úrslitini, sjálvt um hetta ikki altíð gevur bestu veiðuna. Dennis Holm er formaður í fiskidaganevndini Kári P. Højgaard, Nýtt Sjálv­stýri, hevur fleiri ferðir spurt lands­stýris­ fólkini um Føroya Banka og hví so fáar royndir verða gjørdar har Løgtingið skal samtykkja fiskidagarnar í seiansta lagi 18.august at leiðirnar at fiska á eru skerdar ómetaliga nógv hesi árini: Umleið 50% av landgrunni­num uttanfyri 12 fjórðingar er friðað­ur fyri trolveiðu ein part av árinum ella alt árið. - Ein stórur partur av landleið­ ini innanfyri 12 fjórðingar er friðað fyri húk partar av árinum. - Øll landleiðin innanfyri 12 fjórð­ingar er friðað fyri trolveiðu alt árið, undantikið 3 mánaðir um summarið, tá trolbátar sleppa at royna á pørtum á landleiðini eftir flatfiski, við uppíblandi av toski og hýsu á hægst 35%. Trolbátar kunnu tó ikki royna innanfyri 6 fjórð­ing­ar. - Ein munandi partur av land­ leiðini er friðað fyri allari veiðu partar av árinum. - Friðaðu leiðirnar eru øktar úr 10% av landgrunninum í 1990, til umleið 37,5% í 1994, til meiri enn 50% í 2015. - Føroya Banki hevur verið frið­ að­ur fyri allari veiðu síðani 2008, við undantøku av nøkrum fáum fiski­døgum til útróðrarbátar í bólki 5A um summarið. Óbrúktir dagar Í uppskotinum verður mælt til, at til at óbrúktir fiskidagar verða strikaðir og tiknir úr fiski­daga­skip­ anini. Hetta fyri at dagarnir ikki verða aktiveraðir aftur, tá ið útlitini ger­ ast betri aftur og stovnarnir menn­ ast. Hesum eur feløgini hjá vinnuni ímóti. Í veruleikanum er her talan um ein politiskan spurning, tí vinnan heldur fast vð, at tey sum fingu rætt til hesar fiskidagar, tá ið skipanin var sett í gildi, framvegis eiga hendan rættin. Vinnan vísir á, at talan er um fólk, sum í eitt langt lív hava arbeitt og vunnið sær hendan rættin til fiskidagarnar. Tí ber ikki til bert at taka teir burtur. Í veruleikanu m er hetta eisini ein aprtur av setninginum hjá sam­ gonguni, sum er at býta virðini í samfelagnum øðrvísi. Um tað eisini liggur til grund fyri broytingarnar verður onki sagt um. Grundleggjandi verður daga­tal­ ið hetta komandi árið skert við 15 pro­sentum. Tað rakar ójavnt, men ser­liga tey, sum brúka allar teirra fiskidagar.