Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. august 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Formaðurin í Dansk Tandplejerforening, Elisabeth Gregersen, heldur, at sjúklingar, sum taka heilivág móti tunglyndi, eiga at vera kunnaðir um vandar við tonnunum Vilmund Jacobsen Gott munnreinføri kann byrgja upp fyri flestu tannsjúkum, og soleiðis kanst tú sjálv/-ur gera rættiliga nógv fyri at varðveita tína tannheilsu. Tá tú tekur heilivág móti sál­ ar­ligari líðing, kann hetta ávirka framleiðsluna av spýtti. Vantandi spýtt kann geva tær kensluna av, at tað er trupult at svølgja og snakka - og at tann matur, tú etur, ikki smakkar, sum hann plagar. Turrur munnur kann geva eym­ar, viðkvæmar og øsandi slím­hinnur, og av hesum kunnu standast rivur og sár. Tá likamið hevur vant seg við heilivágin móti sálarlíðing, kann henda, at framleiðslan av spýtti gerst vanlig aftur. Formaðurin í Dansk Tand­plejer­ for­ening, Elisabeth Gregersen, held­ur, at sjúklingar, sum taka heili­vág móti tunglyndi, eiga at vera kunnaðir um, at nýtsla av hesum kann ávirka framleiðsluna av spýtti, soleiðis at munnurin verður turrur. Hon heldur, at tá út við 420.000 danir sambært hagtølum taka heili­vág móti tunglyndi eigur hetta avgjørt at vera ein partur av kunningini. - Tá ”psykofarmaka”, sum er heili­vágur móti tunglyndi, er vorð­ in so algongdur, er hetta eitt økið, sum vit saktans kunnu tosa meira opið um - eisini í samband við varðveiting av tannheilsuni, sigur Elisabeth Gregersen. Vantar tær spýtt?  Tín tannrøktari kann máta, hvussu nógv spýtt tú hevur í munninum, og fylgjandi spurningar kunnu eisini vera við til at gera greitt, um tær vantar spýtt: • Kennist muður tín turrur um náttina ella aðrar tíðir á døgninum? • Er neyðugt at drekka vatn, tá tú etur turran kost? • Hevur tú trupulleikar við at svølgja matin? • Brúkar tú tyggigummi fyri at minka um turrleikan í munninum? • Etur tú bomm ella annað fyri at minka um turrleika?  Virknaður hjá spýtti Tá vit tyggja matin, verður hann blandaður við spýtti, sum ger tað møguligt hjá okkum at svølgja. Spýtt inniheldur enzymir, sum byrja sodningina av matinum, so­ leiðis at likamið kann upptaka føðslu­evni og orku. Spýttið neutral­iserar súrleikan í tí, vit eta og drekka. Spýttið vætar munnin, soleiðis at vit kunnu svølgja og tosa. Spýttið hjálpir eisini til við at ”skola” tenninar reinar fyri mat­ restir. Uttan spýtt, hongur maturin fastur í tonnunum, og vandi er fyri bruna í tannhaldi, eins og vandin fyri holum í tonnunum veksur. Sambært Elisabeth Gregersen nýt­ist ein turrur munnur kortini ikki at vera orsøk til tannsjúku. Men, tá munnurin er turrur, er eisini avgerandi at vera nærlagd­ur við dagliga munnreinførinum. Tað finnast ymisk hjálpar­ ráð, sum kunnu linna turrleikan í munn­inum og gera dagliga rein­føri lættari. Á apotekum og í størri mat­ vøruhandlum kanst tú keypa súgvitablettir, tyggigummi og vín­ gummi við ongum sukuri, og her kanst tú keypa sirmdós (spray), gelé og munnskol, sum bøta um og stimbra framleiðsluna av spýtti. - Tú kanst t.d. brúka sirmdós (spray) um dagin og gelé um nátt­ ina. Gelé heldur longri upp á væt­ una, tá tað leggur seg sum eitt verj­andi lag á slímhinnurnar í munninum, sigur Elisabeth Greg­ er­sen. Tú kanst gera títt Tað, sum tú sjálv/-ur kanst gera fyri at verja tínar tenn, er eitt nú at avmarka nøgdina av sukuri og sýru, tú kanst drekka vatn í staðin fyri saft og sodavatn, og tú kanst syrgja fyri góðum munnreinføri hvønn dag. Tú skalt busta tenninar við bleyt­ari tannbust - miðvíst og skip­ að við smáum gníggjandi rørslum, og tú skalt vera nærlagdur millum tenn og tannhald. - Best er at brúka milt tannkrem við flúri (flour), og skilagott er ikki at skola munnin, tá tú hevur bust­ að. Tað er ein góður vani at ganga regluliga til tannlækna til tess at fyribyrgja og viðgera møgulig hol í tonnunum. Formaðurin í Dansk Tand­plejer­ for­ening, Elisabeth Gregersen, vís­ ir eisini til heimasíðuna - www. dinmund.dk - har meira er at lesa um turran mun og góð ráð um dagliga røkt av tonnum og munni. Kelda: www.helse.dk HEILSA Heilivágur móti tunglyndi kann oyðileggja tenninar Tað er kent, at heilivágur kann hava hjáárin, men tað er kortini nýtt fyri mong, at ein long røð av heilivági, eitt nú heilivágur móti tunglyndi, kann hava ógvusligar avleiðingar fyri tenn og tannheilsu Uttan spýtt, hongur maturin fastur í tonnunum, og vandi er fyri bruna í tannhaldi, eins og vandin fyri holum í tonnunum veksur