týsdagur 9. august 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 10. august 2016 · Nr. 90
Sosialurin
KJAK
reglum og at byggja “grønt” og um
hvørvisvinarliga. Stórur dentur er
lagdur á orkusparing. Slóðbrótandi
úrslitið
er,
at
orkunýtslan
í
smærru íbúðunum á Oyrarbakka
í miðal er um 600 kr. um mánað
in fyri hita og el. Bústaðir eru nú í
granskingarátaki við atliti at orku
sparing.
“Hastverk er lastverk”
Víst varð á í miðlasamrøðu herfyri,
at Bústaðir áttu at havt bygt nógv
fleiri íbúðir og fleiri bíligar íbúðir,
serliga í høvuðsstaðnum.
Bústaðir hava eftir fáum árum
bygt ella keypt um 100 íbúðir og
umsita har umframt 10 leigumál.
80 íbúðir eru í gerð: 16 í Runavík,
30 í Klaksvík og 34 í Havn. Fleiri av
hesum íbúðum verða lidnar í ár,
annars næsta ár. Har afturat verður
Kommunuskúlin umbygdur til 37
íbúðir til ung í útbúgving. Íbúðirn
ar verða lidnar næsta summar.
Aðrar verkætlanir eru klárar. Á
Strondum er klárt at byggja sjey
íbúðir nærhendis sambýlinum, og
í næstum verður sáttmáli gjørdur
um at byggja 38 íbúðir omanfyri
Berjabrekku. Fleiri aðrar verk
ætlanir eru fyrireikaðar, men enda
ligar avtalur eru ikki gjørdar. Aðrar
bíða, til framtíðarfígging er tøk. Eitt
nú hava Bústaðir júst ognað sær
trý grundstykki á Óðinshædd. Á
teimum 10.000 fermetrunum skulu
m.a. íbúðir til eldri reisast.
Bústaðir hava arbeitt við tveim
um øðrum størri byggiætlanum.
Í Máttalag og við Dalavegin.
Vit mugu ásanna, at tað hevur
ikki gingið “sum eftir ánni”. Eitt
nú í sambandi við kostnaðin.
Fyritreyt í eini arkitektakapping
um íbúðabygging í Mattalág var,
at prísurin skuldi vera um 14.000
kr. fyri hvønn fermetur. Útrok
ningar hjá byggifyritøkum vísa, at
kostnaðurin verður eini 50 prosent
hægri. Tí er henda ætlanin ikki
framd. Men nú verður virkað fyri
eini aðrari, bíligari og vónandi
skjótari loysn.
Kanska kundu Bústaðir havt
bygt – ella innflutt – fleiri íbúðir.
Men vit hava valt at fyrireika verk
ætlanirnar væl. Stýrið og leiðsla
eru sannførd um, at tað loysir
seg í longdini, ásannandi orða
takið “hastverk er lastverk”. Og
vit hava valt føroyskar loysnir.
Heldur ikki ber til at byggja skjót
ari, enn einstøku stigini taka í tíð
– at tekna, taka støðu, gera kost
naðarmetingar, gera sáttmála, fáa
byggiloyvi, gera byggibúgvið og
byggja.
Vit taka verkætlanina á Óðins
hædd sum dømi. Tekningarnar
vórðu lætnar inn á vári/sumri í
2013. Byggiloyvið kom í mai 2014.
Tann 26. mai í 2014 varð fyrsta flagið
loyst. Lendisarbeiðið og hand
verksarbeiðini hava gingið væl, og
íbúðirnar verða lidnar í heyst. Ein
góð føroysk loysn. Vit kundu havt
keypt íbúðir úr Baltalondum ella
Danmark, men vit valdu at lata
góðar føroyskar lendisarbeiðarar
og handverkar gera íbúðarhúsini.
Støddin er úr 54 upp í 86 fermetrar.
Leigan verður úr áleið 4.000 upp í
áleið 6.000 kr.
Alment bústaðarfelag
Visjónin í Bústaðarpolitikki Land
ins frá 2012 er: “ Allir føroyingar hava
atgongd til ein góðan og tryggan
bústað”. Eisini verður staðfest: “Við
miðvísum ætlanum og í tøttum
samstarvi við kommunurnar og
Føroya Bústaðarfelag fara vit nú
undir at tryggja øllum atgongd til
ein góðan og tryggan bústað”. V.ø.o.
skulu øll hava atgongd til ein góðan
og tryggan bústað.
Bústaðir hava lagt seg eftir at
røkka hesum málum: at byggja
góðar íbúðir til øll í góðum sam
starvi við kommunur. Eisini at
røkka ásetingini um at “stuðla
undir inklusjón”. Almannaverkið
hevur t.d. rætt til fimtu hvørja íbúð.
Íbúðirnar eru tryggar og leigumál
eru undir skipaðum umstøðum við
atliti at leigulógini.
Vit miða eftir í øllum byggiætl
anunum at lúka ásetingarnar í Bú
staðarpolitikki Landsins um góðar
og tryggar bústaðir til øll.
Skansin
Sum ræðumynd er verkætlanin
Skansin brúkt. Sagt er, at talan er
um marglætisíbúðir.
Talan er um 12 íbúðir – úr 54 upp í
98 fermetrar. Tilsamans slakar 1.000
fermetrar.
Kostnaðurin
verður
21.000 kr. fyri hvønn fermetur,
íroknað MVG. Kostnaðurin fyri
aðrar íbúðir, sum Bústaðir byggja í
dag, er 16-17.000 kr. fyri fermeturin.
Munurin er um 4.000 kr. Umrokn
að er talan um einar tríggjar íbúðir.
Eg trúgvi neyvan, at Byggideildin
hjá Tórshavnar kommunu hevði
givið byggiloyvi til eitt byggjarí
yvir av Havnarskansa og Eik, sum
ikki hevði eina spennandi útsjónd.
Hon hevur vent tummilin niður
í sambandi við aðra ætlan hjá
Bústøðum, sum ikki hevði eina nóg
áhugaverda byggifrøðiliga útsjónd.
Sjøtul varð settur á Skansan,
meðan bíðað varð eftir byggiloyvi
til Óðinshædd. Verkætlanin hevur
hvørki seinkað ella forðað øðrum
ætlanum. Leigan verður úr 5.500
upp í 9.000 kr.
Eftir bíðilistanum hava nógv
ir limir sagt seg sinnaðar at rinda
eina slíka leigu. Áhugin at sleppa
inn í Skansan at búgva er sera
stórur. Bústaðir skulu eftir bú
staðarpolitikki
landsins
eisini
“tryggja fjølbroytni á bústaðar
marknaðinum”. Tað gera vit m.a.
við Skansanum.
Smærri og bíligari
Tað harmar meg sanniliga, at tað
ikki er eydnast at byggja fleiri
smærri og miðalstórar íbúðir í
høvuðsstaðnum. Høvdu vit ikki
rent okkum í tann høga kostnaðin
í Mattalág og trupulleikar við
Dalavegin, høvdu vit kunna bjóða
út eini 60 íbúðir í næstum. Eg skilji
væl, at fólk eru ørkymlað, tí tað er
so torført at fáa eina íbúð í Havn og
at leigan er høg.
Men glotti er fyri stavn. Í ár
og komandi tvey árini verða eini
120 smærri og miðalstórar íbúðir
klárar at flyta inn í í Havnini. Har
afturat kemur kommunuskúlin við
37 íbúðum komandi ár.
Vit hava valt ikki at innflyta
“bíligar” íbúðir at seta saman í
íbúðarhús. Bústaðarfeløg í øðrum
londum hava mælt frá slíkum
loysnum, sum stundum fáa heiti
sosialt byggjarí. Tær elva til
ghettogerð og stigmatisering. Er
góðskan ikki í lagi, er haldførið
vánaligt, og sum frálíður er einki
spart. “Sosialt byggjarí” er eisini í
andsøgn við ásetingina í Bústaðar
politikki Landsins um inklusjón.
Alt krevur tó viðlíkahald. Fyri
at sleppa undan størri viðlíka
haldsarbeiðum hava vit avgjørt, at
íbúðirnar hjá Bústøðum støðugt
skulu haldast í góðum standi. Tí
verða 10 prosent av leiguinntøkuni
sett á viðlíkahaldskontu.
Bílig leiguáseting
Við hesi skipanini halda íbúðirnar
virðið og tí ber til at hava ein langa
afturgjaldingartíð. Avgjørt er, at 70
prosent av lánsskuldini liggja til
grund fyri leiguásetingini. Eftir 30
ár eru lánini niðurgoldin. Tá ber til
at leggja restskuldina til grund fyri
leiguni frameftir. Við eini slíkari
loysn rinda ikki bara tey fyrstu,
sum búgva hjá Bústøðum, lánið í
eini íbúð niður, men eisini tey, sum
flyta inn seinri.
Samanumtikið: Bústaðir hava
roynt at leggja eitt haldgott grund
arlag fyri at byggja leiguíbúð
ir í Føroyum og skapa ein meira
fjøltáttaðan bústaðarmarknað. Alt
hetta er nýtt í føroyskum høpi og
krevur eina góða skipan. Vit hava
gjørt mistøk, og vit hava lært av
teimum. Bæði jaligar og neiligar
viðmerkingar
verða
tiknar
til
eftirtektar. Alt við tí endamáli at
tryggja fleiri føroyingum ein virði
ligan bústað fyri eina rímuliga
leigu í einum góðum umhvørvi við
skipaðum viðurskiftum. Ein góður
bústaður er ein av fleiri fyritreytin
fyri góðum uppvakstrar- og livium
støðum. Hesum virka Bústaðir fyri.
Men “Róma varð ikki bygdur eftir
einum degi”.
Annika Olsen
Løgtingskvinna
fyri Fólkaflokkin
Sambært hagfrøðingum fara vit
at síggja stórar broytingar í fólka
samansetingini í Føroyum kom
andi árini. Demografiskar fram
skrivingar vísa, at býtið millum
fólk í arbeiðsførum aldri og talið
av fólkapenjónistum fer at skeikla
munandi. Meðan tað í dag eru 4
fólk í arbeiðsførum aldri í mun til
hvønn pensjónist, verða tað í 2040,
2 fólk í arbeiðsførum aldri í mun til
hvønn penjónist.
Hetta merkir samstundis, at
talið av fólkum við kroniskum
sjúkum væntandi eisini fer at økja
komandi árini. Vit hava tíverri ongi
nøktandi hagtøl, hvat viðvíkur fólk
um við demenssjúkum í Føroyum,
men samanbera vit okkum við
grannalondini, so verður leysliga
mett, at eini 800 føroyingar liva við
demenssjúku í Føroyum í dag. Mett
verður, at hetta talið fer at tvífalda
upp í 1600 í 2040. Hetta er ein stór
avbjóðing, ið vit sum samfelag eiga
at taka í størsta álvara.
Tá sjúkan demens rakar, er tað
ikki bert tann einstaki borgarin,
ið verður raktur av sjúkuni. Øll
familjan, hjúnarfelagi, børn og
onnur í nærumhvørvinum verða
eisini ávirkaði av, at ein teirra gerst
sjúkur/sjúk. Tí er tað umráðandi,
at hond verður tikin um bæði tann
einstaka og alla familjuna, ið verð
ur rakt av demenssjúku.
”Demensvinarligt
samfelag – Gloymsk,
men ikki gloymd”
Í 2012, fingu landsstýrisfólkini í
ávikavist í heilsumálum, Karst
en Hansen og undirritaða, ið var
landsstýriskvinna í almannamál
um, álit handað, ið hevði heitið
”Gloymsk, men ikki gloymd”. Úrs
litið av hesum áliti varð, at vit
bæði landsstyrisfólkini tóku stig
til, at ein samskipað demensætlan
skuldi gerast fyri Føroyar. Ein arb
eiðsbólkur varð settur og á stórari
ráðstevnu í í 2015 fingu hesi somu
landsstýrisfólk endaliga úrslitið
handað, eina demensætlan um,
hvussu vit kunnu gera Føroyar
til eitt demensvinarligt samfelag.
Heitið
á
demensætlanini
er
”Eitt
demensvinarligt
samfelag
– gloymsk men ikki gloymd”.
Ì
demensætlanini
fyriliggja
14 ítøkilig tilmæli til politiska
myndugleikan at taka støðu til.
Tilmælini kosta áleið 3 mió. kr.
áliga, men taka vit íløgurnar við,
sosum dagtilhald- og heim fyri
minnisveik, so er talan um eina
upphædd íð liggur væl hægri. Vit
hava ikki ráð at lata vera við at
raðfesta hetta økið figgjarliga.
Lata vit standa til er tað ikki bert
tann einstaka familjan, ið verður
rakt av sjúkuni, ið kemur at merkja
hetta, men tað kann gerast ein enn
dýrari smeitur fyri tað føroyska
vælferðarsamfelagið
Ongin fíggjarlig raðfesting
av demensøkinum
Í samband við fíggjarlógina fyri
2016 stóðst mikil orðadráttur í Løg
tinginum um hetta málið, tí sitandi
landsstýrið hevði ikki sett nakra
upphædd av til demensætlanina.
Úrslitið
av
hesum
orðadrátti
varð, at broytingaruppskot varð
lagt fram, og Løgtingið samtykti
at seta 250 tús kr av til enda
málið. Hendan upphædd er alt
ov lítil til at impelementera alla
demensætlanina. Sambært fíggj
arlógartekstinum røkka hesar 250
tús bert til at lýsa hvusu demens
økið eigur at skipast í framtíðini.
Á
Ólavsøku
lat
løgmaður
frágreiðing fyri Tingið, sum nú
hevur verið til orðaskiftis. Tíverri er
ikki eitt orð nevnt um demensøkið
í Òlavsøkurøðu løgmans. Hetta
er ørkymlandi, og tí eru hesir
spurningar sendir Løgtinginum
í dag til landsstýriskvinnuna í
heilsumálum at svara:
1. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir
um at seta ”Demensætlanina” í verk
og um ja, nær?
2. Hvat er úrslitið av teimum 250
tús kr, sum Løgtingið samtykti til
demensætlanina í 2016?
3. Verður neyðugur peningur settur
av til Demenætlanina á fíggjar
lógini fyri 2017
Demensøkið onga
rúmd í ólavsøkurøðuni