Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. august 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. august 2016 · Nr. 90 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Bústaðir byggja bíligt og gott Jóhann Mortensen formaður í stýrinum fyri Bústaðir Bústaðir byggja ov dýrt. Leigan er ov høg. Tað gongur ov seint. Og fyri ólavsøku varð sagt í eini miðla­ samrøðu, at Bústaðir áttu at bygt fleiri heilt vanligar leiguíbúðir. Tey fyrru páhaldini eru ikki røtt. Tað fjórða krevur eina fráfeiðing. Miðalleigan fyri tey 110 leigu­ málini hjá Bústøðum er 4.800 kr. um mánaðin. Almannamálaráðið hevur víst á, at fólk, sum eru knýtt at Almannaverkinum, kunnu rinda 4.500 kr. í leigu. Í Bústaðarpolitikki Landsins verð­ur sagt, at “Húsaleigan verður ásett í mun til veruliga kostnaðin, sum er afturgjald av lániskuld, viðlíkahald og umsiting”. Miðalleigan hjá Bústøðum er slakar 800 kr fyri hvønn fermetur um árið. Miðalleigan í Danmark er fyri alt landið 850 kr. Fyri nýggjar íbúðir er miðalleigan 1.100 kr. fyri fermeturin. Við øðrum orðum kann ikki sig­ ast, at leigan hjá Bústøðum er høg. Bústaðir byggja bíligt Tá Bústaðir fyrireikaðu seg at byggja leiguíbúðir, vórðu kost­nað­ ir kannaðir væl og virðiliga. Før­ oyskar byggifyritøkur, sum høvdu bygt eigaraíbúðir, hildu, at Bústaðir kundu neyvan byggja undir 18.000 kr. fyri fermeturin. Boligselskabernes Lands­for­en­ ing upplýsti, at tað kostaði um 13- 14.000 kr fyri fermeturin at byggja uttan fyri Keypmannahavn. Útrokningar hjá Bústøðum vístu, at um mánaðarleigan skuldi vera um 4.000 kr. fyri eina minni íbúð, og eini 5.000 kr. um mánaðin fyri eina miðalstóra íbúð, skuldi byggi­kostnaðurin hest vera niðan fyri 14.000 kr. fyri hvønn fermetur. Tí heittu Bústaðir á Fíggjar­mála­ ráðið um at sleppa leiguíbúðum und­an MVG. Fíggjarmálaráðið eft­ ir­líkaði hesum í kunngerð í mai fyri trimum árum síðani. Tá hættaðu vit okkum at seta ferð á verk­ætlan­ ir, sum vóru í umbúna. Síðani er bygt íbúðir á Tvør­ oyri, Oyrabakka, í Leivík, Sør­vági, Klaksvík, Vági, Skopun (endurbygg­ ing) og á Óðinshædd í Havn fyri ímillum 14.000 og 17.000 kr. fyri fer­ meturin. Tá er MVG ikki drigið frá. Grundað á hesar prísir haldi eg ikki, at páhaldið um dýra byggi­ kostnaðin er rætt. Bústaðir miðað eftir at byggja bíliga, men gott, sum ásetingarnar í Bústaðarpolitikki Landsins siga. Tað hevur kravt nógvar og drúgvar samráðingar við arkitektar og byggifyritøkur at fáa byggikostnaðin niður á nevnda krónutal. Fyri hetta hava stjóri og tøknilig manning á Bústøðum uppi­borið eitt herðaklapp. “Fram kemur hann ið hóvliga fer” Tá Bústaðir fóru til verka, varð av­gjørt at fara hóvliga fram. Ein miðvís ætlan varð løgd um nak­ rar smærri verkætlanir í flestu økjum kring landið fyri at útvega royndir. Samstundis vórðu størri verkætlanir fyrireikaðar í Havn og í Klaksvík. Somuleiðis varð avgjørt fyrst og fremst at brúka føroyskar ark­ itektar, verkfrøðingar og byggi­ fyritøkur. Avgjørt varð tó at gera royndir at innflyta partvíst lidnar íbúðir fyri at staðfesta prís og dygd við atliti at føroyska verðurlag­num. Dømi um eina innflutta loysn eru vardu íbúðirnar á Heygavegi í Klaksvík. Tær eru keyptar úr Danmark og lagaðar til føroysk við­urskifti. Føroyskt byggifelag gjørdi lendisarbeiðið og økið verður leigað frá Klaksvíkar komm­unu. Kostnaður: 16.000 kr. fyri fer­met­ urin. Leigan er 4.200 kr. um mán­ aðin. Tað var ómetaliga hug­tak­andi at síggja hesar landsmenn­in­ar fyri fyrstu ferð fáa sína egnu íbúð í mai í fjør. Verkætlanirnar kring landið hava sum heild eydnast væl. Kost­ naðir og avtalur hava hildið. Og handverkið er gott og sera gott. Tá norðurlendsku íbúðafeløgini hildu ársfund í Føroyum í fjør, vitj­aðu vit eina íbúð í Leir­vík. Var saman við norskum byggi­ser­frøð­ ing­ini. Hann rósti íbúðini. Góðsku­ stigið var tað sum í Nor­egi. Tá hann fekk prísin at vita – um 17.000 kr fyri fermeturin – helt hann seg fyri ennið. “Det var fan­tast­isk. Det er billigt. Det havde kost­et 35.000 kr. i Norge”. Somuleiðis avgjørdu leiðsla og stýrið at fylgja donskum byggi­ “..allir føroyingar hava atgongd til ein góðan og tryggan bústað..” (úr Visjónin um búskaparpolitikk landsins frá 2012) Bústaðir í Leirvík