týsdagur 9. august 2016síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 10. august 2016 · Nr. 90
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Brúðleyp
Leygardagin 20. august giftast
Arna Winther Lognberg, Skopun,
og Sólvar Nielsen, Skopun. Vígslan
verður í Betania í Skopun kl 13.00,
okkurt ábit verður eftir vígsluna.
Øll eru hjartaliga vælkomin. Veitsl
an verður í Samljóð kl 18.00 fyri
innbodnum.
Vinarliga Arna & Sólvar
Brúdleyp
20. august giftast Eyð Tausen Magnussen, Fámjin, og Ruben Haraldsen, Hoyvík. Vígslan verður í Havnar
kirkju kl 13. Eftir vígsluna eru øll vælkomin til receptión við ábiti í hølinum uppiá handlinum »Hennara«
í Havn. Borðhald fyri innbodnum verður um kvøldið.
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 21. august 2016 hava vit, Árni og Anna Elisa Jacobsen, verið
gift í 50 ár. Dagurin verður hildin í Bygdarhúsinum í Miðvági frá klokkan
13. hendan dagin. Tit, ið hava hug at koma, sigið frá á tlf. 219687 (Anna Elisa)
ella tlf. 267987 (Árni) í seinasta lagi 14. august.
Vit gleða okkum.
Brúdleyp
Fríggjadagin 12. august, giftast,
Betty Toral, Mexico og Eirikur
Lauritsen, Miðvágur. Øll, ið vilja
gleðast saman við okkum, eru væl
komin til vígsluna í Miðvágs kirkju
kl.17:00. og veitslu í Bygdarhúsinum
í Miðvági eftur vígsluna. Vinarliga
sigið frá áðrenn 5. august á telefon
533033/ 333033
Brúdleyp
Leygardagin 13. august kl. 11
giftast Hjalmar Joensen og Doris
Bjarkhamar í býráðssalinum
í Havn. Veitsla verður fyri
innbodnum í heiminum í
Dýrindalsgøtu 27 í Hoyvík.
Brúdleyp
Leygardagin 20. august giftast Diana Nolsøe og Tóki Hartmann Niclasen,
Tvøroyri. Vígslan verður í Tvøroyrar kirkju kl. 15. Veitslan verður fyri
innbodnum í høllini í Trongisvági.
Diana & Tóki
Brúdleyp
Leygardagin
15.
oktobur
2016
kl.10 giftast Tove Maria Ehlers og
Peter Ratajczak Gylling Nielsen í
Sigerslevvester kirke. Sigerslev
vestervej 20A, 3600 Frederikssund.
Buffet er frá kl.12.30 fyri inn
bodnum. Opið hús er fra kl.17 í
IF1864 klubhus. Strandvangen 13,
3600 Frederikssund, har vinir og
kenningar er hjartaliga vælkomin.
Tove og Peter
MERKISDAGAR
Fyri nærum fjøruti árum síðan
– á sumri nítjansjeytisjey – upp
livdu eisini føroyskir luttakarar á
norðurlendskari
tónuppalingar
stevnu í Örebro í Svøríki eitt finskt
unglingastrúkiorkestur, sum bar av
øllum, ið har var at hoyra.
Nærri samband hendanvegin
fekst seinni við hetta framúrskar
andi ljómlið, og á sumri 1985 sótu
vit hugtikin í Norðurlandahúsinum
og lýddu á ein strokljóm, sum tú
valla hevði kunnað hugsað tær
møguligan av so ungum hond
um. Partur av upplivingini var tað
eisini, tá stovnari og leiðari orkest
ursins, ungarnskføddi Géza Szilvay,
greiðandi frá sínum arbeiðslag,
fann sær børn fram millum áhoyr
arnar, sum hann á undursaman
hátt fekk til at fylgja sær í sínari
wfyrivísan.
Hugaligt eisini fyri okkum var
tað, at gestirnir fullu so væl til í
okkara landi og seinni hava tikið til,
at millum ferðir víða um heim var
tann vitjanin higar út í Atlantshav
teimum støðugt eitt serstakt minni.
Hómandi eitt serligt tónlistarligt
viðkvæmi millum áhoyrarar og
havandi í huga tær stuttu fjarstøður
millum búðpláss her helt Szilvay tá
fyri um okkara tónlistarmennandi
møguleikar: “This can be the best in
the world!”
Søkjandi
tættari
samband
við tað jørðildi, sum nevnda vala
úrslit er sprottið av, fekst í lag ein
breiðari vitjan úr Finnlandi í 2009,
sum The Helsinki Strings aftur var
ein so hugtakandi partur av. Og
nú í sambandi við strúkaratiltakið
“Strokrok” er eitt nýtt ættarlið
av hesum fiólsnillingum frá “The
East Hesinki Music Intitute” aftur
okkara kærkomnu gestir og verða
at hoyra í Vesturkirkjuni hóskvøld
ið kl. 20.00 og í Christianskirkjuni
fríggjakvøldið kl. 19.30.
Hesaferð eitur orkesturleiðarin
Jukka Rantamäki, er fyrrverandi
næmingur hjá Géza Szilvay, spældi
við í orkestrinum á fyrstu Føroya-
ferðini í 1985 og er í dag gitin í finska
tónlistarheiminum bæði sum fiól
spælari og sum orkesturleiðari.
Skráin hjá orkestrinum umfatar
verk eftir klassikarar sum Antonin
Dvorak, Edgar Elgar, Bela Bartok
og ikki at forgloyma finska tjóðar
tónaskaldið Jean Sibelius.
Ó. H.
Heimsgitnu Helsinki Strings vitja aftur
Konsert í Vesturkirkjuni hóskvøldið og í Christianskirkjuni fríggjakvøldið
Brúdleyp
Leygardagin 13.08.16 giftast Katrin Thomassen, Runavík, og Karl Jóhann
Mikkelsen, Norðragøta. Vígslan verður í gomlu kirkju í Norðragøtu kl.
17.00, og veitslan verður hildin í skótahúsinum við løkin fyri innbodnum.
Sunnudagin 14.08.16 verður brúðarhús á Sjúrðargøtu 6, Norðragøtu, frá
kl. 14.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.