Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. august 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. august 2016 · Nr. 90 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR Tróndur Arge Tað er tíðliga í august í 2012. EB/ Streymur er í holt við at vinna sær annað FM heitið í før­oysk­um fótbólti. Manchester City hev­ur vunnnið fyrsta enska meist­ara­ heitið í 44 ár, meðan Sir Alex Fergu­ son leggur hond á seinsta verkið hjá sær í Manchester United. Á Summar Festivalinum er Ron­ an Keating høvðusnavnið, með­ an Dia Midjord verður settur sum nýggjur stjóri í Kringvarpinum. Á forsíðuni í Sosialinum er táver­andi løgmaður, Kaj Leo H. Johannesen í verjustøðu, tí hann sigur seg ikki hava pádrigið landinum nakra skuld – men tað siga skjølini hjá Sosi­alinum ikki. Olympisku leikirnir eru í Lon­ don og Føroyar hava á øðrum sinni lut­takara við til størstu og mest fjølbroyttu ítróttarhendingina, sum er. Í 2008 er rógvarin Kartin Olsen við donskum báti til OL í Bejing í Kina, men hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur einstaklingur er við til OL. Pál Joensen er longu tá størsta ítróttarfólkið vit helst nakrantíð hava átt. Venjingin er á altjóða stigi, so skúlagongd, vinir og familja má tillagast yrkissvimjingini. Hann venur tá framvegis í 25 metra hylinum í heimbygdini í Vági, sum bara er helvtin av 50 metra OL hylinum. Pál Joensen er ímyndin av, at alt kann lata seg gera, um tú bara vilt tað nokk. Útvarpaði í eini stovu Ferðasambandið til London er gott úr Føroyum. Rás2 og Sosialurin gera nógv burturúr stóru hendingini. Arbeitt verður við øllum kreft­um, at fáa pláss til at siga frá í Aquatic Center, sum olympiska svimjihøll­ in eitur. Har er pláss fyri 17 tús­und áskoðarunum, men tað ógjørligt at fáa pláss til lítlu Rás2 í stóra samanhanginum. Dagarnar undan innleiðindi svimj­ingini ferðast føroysku miðl­ar­nir til OL býin, fyri at fáa orð­ið á Pál Joensen og venjaran Jón Bjarnason. Einki bendir á, at føroyski svimjarin stendur framm­ anfyri sínum størsta vónbroti. Lagið er gott á føroying­unum, sum eisini geva sær tíð til at svara upp á spurningar og gera samrøð­ur við føroysku miðlarnar. Hóast ÍSF roynir sítt, so er ongin møguleiki at sleppa til innleiðandi svimjing­ina, sum í staðin verður útvarpað bein­ leiðis á Rás2 úr eini stovu í eini íbúð í London. Bjartar vónir Pál Joensen hevur fjórðbestu til­ meld­ingartíðina. Tí tora føroyingar at trúgva upp á eitt finalupláss. Í samrøðu við Sosialin undan inn­leiðandi svimjingina eru Pál Joensen og Jón Bjarnason sann­ førdir um, at føroyski svimjarin hev­ur tað, sum skal til fyri at koma í finaluna. - Málið er at Pál Joensen kemur í finaluna so bíligt sum gjørligt. Tað vil siga, at hann brúkar minst møguligt orku, sigur Jón Bjarna­son, sum tó er skjótur at leggja aftur­ at, at er tað tætt millum átta teir fremstu, so nyttar einki at spara seg. Pál Joensen, sum í dag eitur Pál Vitalis Joensen, eftir at hann bleivur giftur Maluni Vilatis Joen­ sen, er avslappaður undan stóru hend­ingini. Tað hoyrist beinanvegin, at Pál hevur sett sær fyri at halda fokus á svimjingina og ikki lata seg ávirka av øllum tí, sum gongur fyri rundan um hann. Fleiri ferðir í samrøðuna leggur hann dent á, at hann ikki ger sær so nógvar tank­ ar um stóru heildina og upplivilsi av at vera til OL, men hugsar bara um svimjihylin og 1.500 metra svimjingina. – Tað er spennandi at vera til OL og her er nógv at uppliva, men eg nú má eg halda meg aftur til eg eri komin á mál, sigur Pál Joen­sen smílandi. - Tað er lætt at missa fokus í einum slíkum stað, men higartil haldi eg at eg klára tað fínt. Eg royni bara at hugsa um hetta sum eina HM kapping, sjálvt um hetta er nógv størri. Byrji eg fyrst at missa fokus í einum slíkum stað, so hev­ði skjótt gingið galið, men eg arbeiði hart upp á at tað ikki skal henda hesa seinastu dagarnar, sigur Pál Joensen bara fáar dagar undan innleiðandi svimjingini. Marran Tað gongur heilt galið, tá Pál Joensen svimur innleiðandi um­ farið í 1.500 metra frí fríggjadagin 3. august í 2012. Dreymurin um eina OL finalu brestur við einum braki. Alt sæŕ út til at ganga eftir MARRAN Tað eru fýra ár síðani, at Pál Vitalis Joensen sum 21 ára gamal kavaði í olympiska hylin í Aquatic Center í London. Í 15 minuttir stóð føroyski ítróttarheimurin púra stillur, meðan ítróttarhetjan hjá okkum vísti, at sjálvt hann er menniskjaligur