týsdagur 9. august 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 10. august 2016 · Nr. 90
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÍTRÓTTUR
Í LONDON
ætlan teir fyrstu 500 metrarnar,
men brádliga fer Pál Joensen at
dragna. Hvørja ferð hann vendir
sæst, at tíðin hjá honum blívur
verri og verri. Seinastu túsund
metrarnir vísa seg at blíva ein sonn
marra fyri undangongumannin og
ítróttarhetjuna úr Vági.
Eftir fýra ár av miðvísari og
knallharðari
venjing
brestur
dreymurin um eitt pláss í OL final
uni frammanfyri 17.000 áskoðarum
í Aquatic Center.
Øll ynski um at hetta er takt
ikkur, og at Pál Joensen hevur ein
endaspurt, fána burtur so hvørt
hann verður yvirhálaður av monn
um, sum hann helst kundi vunnið
við einum armi.
Eina løtu stendur tíðin í stað í
Føroyum. Sjálvt viðmerkjararnir á
BBC skilja ikki hvat hendir. Maður
in við fjórð bestu tilmeldingartíðini
kemur á mál sum nummar 17. Meiri
enn ein hálvan minutt seinni enn
tilmeldingartíðin.
Ongantíð hava fyrireikingarnar
verið so drúgvar, og ongantíð hava
ráðini verið so nógv undan eini
svimjing, sum til OL - men alíkavæl
riggar einki.
Eitt er vónbrotið, ið vanligi
føroyingurin og fólk í fylgja Páli
kenna á sær, eitt annað er hvussu
hart hetta er fyri svimjaran sjálvan
og venjara hansara, Jón Bjarnason.
Eitt tað størsta føroyska ítrótt
arbragdið blívur upp á eitt stórt
korter til eitt vónbrot. Eitt vónbrot
ikki at koma í OL finaluna, men tað
sigur ikki so lítið um høgu málini, ið
Pál Joensen og Jón Bjarnason hava
sett sær, og hvussu lang teir vóru
komnir.
Je havi onga forkláring
Kvøldið eftir er finalan í 1.500 metra
frí svimjingini í Aquatic Center í
Olympisku parkini. Svimjihøllin er
nýggj og bygd til høvið.
Aftaná finaluna, har Sun Yang
vinnur gull og setur nýtt heimsmet,
fær Sosialurin orðið á Pál Joensen.
Hann stendur leingi og tosar við
fólk, sum standa honum heilt nær.
Tað sæst á eygunum á honum, at
hann er ein vónbrotin maður. Í
løtum eydnast tað onkrum at fáa
hann at smílast.
– Je havi onga forkláring upp á
hví hatta hendi, er tað fyrsta hann
sigur aftaná at hava anda djúpt.
Pál er blíður sum altíð og rennur
ikki undan, sjálvt um tað kundi
verið tað lættasta. Hann tosar
ikki í fullum setningum og hugsar
leingi áðrenn hann svarar. Summar
setningar endar hann ikki heilt, og
byrjar at tosa av nýggjum.
Eyguni ferðast aftur og fram,
og í løtum hyggur hann út í tóma
heim. Tað er ongin ivi um at hetta
er ein maður, sum hevur nógvar
tankar í høvdinum.
- Hatta er ikki tað, sum burdi
hent í mun til fyrireikingarnar.
Tað er ein torførur biti at svølgja.
Tað hevur gingið væl í øllum fyri
reikingunum. Eg veit, at eg hevði
kunnað svomið væl skjótari enn eg
gjørdi í fjør, við tí venjingini eg havi
havt í ár, sigur Pál Joensen hendan
august dagin í 2012.
- Eg havi verið harður við meg
sjálvan síðani tað hendi. At tað
kiksar so illa er ikki so stuttligt. Tað
fer at taka langa tíð koma yvir tað.
Men tað er bara eitt at gera og tað
er at byrja av nýggjum, sigur Pál
Joensen. Í dag vita vit, at Pál Vitalis
Joensen hevur lagt vónbrotið
afturum seg.
Galið aftaná 500 metrar
Longu kvøldið eftir svimjingina
hevur Pál Joensen hugsað nógv um
tað, ið fór fram í hylinum.
Aftaná 500 metrar er Pál Joen
sen framvegis nummar tvey, men
split tíðinar hjá honum fyri hvørjar
50 metrar blíva verri og verri. Í
Shanghai í 2011 kemur hann á mál
við tíðini 14.46,33, men til OL er tíðin
15.18,42. Tað er gott og væl 32 sekund
seinni enn árið fyri.
- Aftaná 400 ella 500 metrar síggi
eg at her er okkurt, sum ikki riggar
sum tað skal. Tað kendist ongantíð
ordiligt gott sum í Shanghai fyri
einum ári síðan. Sjálvt um eg ikki
eri væl fyri, so burdi eg kunna
svomið undir 15 minuttir til ein og
hvørja tíð, sigur Pál Joensen, með
an teir 17.000 áskoðararnir eru á veg
út úr svimjihøllini eftir finaluna í
1.500 metrum.
Aftaná
500
metrar
er
Pál
Joensen framvegis nummar tvey
og hann er undir ein hálvan minutt
fyri hvørjar hálvthundrað metrar.
– Tá eg komi til 500 metrar føli
eg at hetta riggar ikki. Og so síggi
eg Oussama Mellouli yvirhála meg
og hinir innheinta meg, greiður
Pál Joensen frá. Vágbingurin og
Oussama Mellouli hava vant saman
í upptaktini til OL.
Málið er OL 2016
Longu hetta leygarkvøldið í 2012
hevur tá 21 ára gamli Pál Joensen
sett sær fyri, at hann skal svimja til
OL í 2016.
– Eg havi sett mær sum mál at
vera svimjari í 2016, og málið er
at koma til OL leikirnar tá. Tað er
long tíð til tað – serliga í svimjihøpi,
staðfestur Pál Joensen og leggur
afturat:
- Tað eru nógvar avbjóðingar fyri
framman, men nú má eg líka samla
tankarnar og meg sjálvan saman.
Eg má eisini arbeiða við tí mentala,
tí eg velji at trúgva at tað er tí tað
er galið við, og ikki tí kropsliga. HM
í Shanghai verður ikki mítt størsta
bragd – tað lovi eg mær sjálvum.
Nú má eg bara arbeiða víðari og
fornuftigari, sigur Pál Joensen
at enda hetta góðveðurskvøldið í
London.
Pál Joensen og Jón Bjarnason
hava slóðað fyri føroyskari svimj
ing í olympiskum høpi. Tað kann
gott vera, at úrslitið ikki bleiv sum
teir og vit kundu hugsað okkum ta
ferðina, men teir hava prógvað, at
umstøðurnar í Føroyum ikki eru
ein forðing fyri at røkka tindinum í
ítróttarheiminum.
Pál klárur til Rio
Síðani hevur Pál Vitalis Joensen
hildið áfram við at svimja við full
ari ferð. Hann er fluttur til Dan
markar við nú konuni, Maluni Vit
alis Joensen. Tey hava verið saman
í fleiri ár og vita hvat skal til fyri at
vera ein yrkissvimjari.
Pál Vitalis Joensen er í dag 25 ára
gamal. Hann hevur fýra ár av fleiri
royndum, men tíðirnar eru ikki
eins góðar og tær hava verið árini
frammanundan. Tað er ikki vist, at
tað er ein samlað afturgongd.
Sum Jón Bjarnason vísti á í
ítróttarSosialinum frá mánadeg
num, so kunnu royndirnar verða
munurin á avrikinum í London í
2012, og einari møguligar finalu í
Rio í 2016.
Kappingini er harðari enn nak
rantíð, men tað hevur ikki steðgað
vábinginum fyrr. So hví skal tað
steðga honum nú?
Greinin frá samrøðuni endaði
við tekstinum ”Vit síggjast til OL
2016!”. Tað passar ikki heilt, tí týn
ingin av føroyska miðlaheiminum
hevur nú gjørt, at ongin føroyskur
miðil hevur fólk á staðnum.
Sostatt verður tað hesa ferð
við frástøðu, at føroyski miðla
heimurin og føroyingar kunnu
fylgja Pál Vitalis Joensen, tá
fríggjadagin seint seinnapartin fyri
aðru ferð kavar í OL hylin.
Góða eydnu, Pál!
trondur@sosialurin.fo