fríggjadagur 10. september 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 172 - 10. september 2004
Nr. 172 - 10. september 2004
31
Lindin Leygarkv. kl. 20.00
Kunningar- og stuðulssending fyri Lindina:
Komandi leygarkvøld í Lindini kl. 20.00, verður um Lindina og tað fjølbroytta
virksemið, ið gongur út frá henni. Vit fara at frætta um gongdina higartil, um fram-
tíðarætlanir, um nýggju vetrarskránna, um tørvir- og tú verður eggjaður at verða við
í arbeiðinum.
Fyri framman liggur víðkanin til m.a. Vágoynna, nýggjar og broyttar sendingar
verða á vetrarskránni, og greitt verður frá dreymunum um skjótt at kunna senda
allan sólarringin, til allar bygdir, og út um landoddanar.
Fíggjarliga grundarlagið undir virkseminum eru sjálvbodnar gávur. Javnt við
víðkaða virksemið er tørvurin á stuðlum nógv vaksin, og leygarkvøldið fara vit at
eggja teg at stuðla, av nýggjum ella við at hækka stuðul tín. Í hesum sambandi verða
stórir vinningar lutaðir millum stuðlarnar, bæði verandi og nýggjar. Talan er um
uttanlandsferðir, vikuskiftir á gistingarhúsum, gávubrøv o.a.
Lindin Mánadagin kl. 13.30
»Her og har«
Nýggj sending í Lindini við Dánjal á Dul Jacobsen.
Hvønn mánadag kl. 13.30 er sendingin »Her og har« at hoyra á Lindini. Hetta er
sending, har Dánjal lesur tilfar upp úr ymiskum bløðum og nýggjheitsbrøvum bæði
heimligum og útlendskum. Til ber at senda tilfar til sendingina á e-mailadressu:
pastor@gospel.fo. Eisini kanst tú ynskja tær ein sang, um tú sendur mail til nevndu
e-mailadressu. Kravið er tó, at tú sendir eina frágreiðing um, hví tú ynskir júst tann
ávísa sangin ella greiðir frá onkrum í samband við sangin.
Rás 2 Mánakvøldið kl. 20.00 og mikudagin kl. 15.00
Keldan - eitt megnarverk!
Hetta vóru fólk flest samd um aftaná vígsluhátíðina seinasta vikuskiftið.
Rás 2 sendi beinleiðis alt vikuskiftið frá Kelduni í Skálafirði, tá nýggi bygningurin
varð vígdur. Í tí sambandi vóru gjørdar samrøður við Jastrid og Paula Høj sam-
komuleiðarar, Jógvan Martin Høj og Jóan Paula Jacobsen, limir í elstaráðnum, Regin
Jacobsen fíggjarleiðara og Gittu og Jonhard Joensen limir í Kelduni.
Hesar samrøður verða nú endursendar, og tey greiða m.a. frá søguni hjá Kelduni,
um arbeiðið uppá nýggja bygningin, hvørjar framtíðarætlanir tey hava og eitt sindur
frá teirra lívið. Tey vísa á allan hátt fyrimyndarligt samanhald, offurvilja og áhaldni,
og hetta hevur borið ávøkst. At enda hoyra vit brot frá talum og heilsum frá vígsluni.
Vit hoyra eisini tónleik millum samrøðurnar.
ÚF Leygardagur kl. 19.05:
Leygarkvøld í Atlantis
Komandi leygarkvøld fer hin fyrsta av fýra undirhaldssendingum, ið verða sendar
beinleiðis úr Atlantis, av bakkastokki. Á skránni verður talkshow, undirhald og
musikcafé. Fyrsti gesturin verður Kristian Fríðrik Olsen, ið hevur roynt eitt sindur av
hvørjum. Prátað verður við Kristian Fríðrik, eins og aðrir gestir eisini støkka inn á
gólvið.
Leif Waag Høgnesen er royndur hermari og leygarkvøldið fer hann at herma eftir
nøkrum av sínum »yndisoffrum«. Eisini verður nomið við eitt nú herming, íblástur
og fyrimyndir.
Á musikcaféini vitjar Steinvør Fonn, og onki undirhaldskvøld úr Atlantis uttan
áskoðarar og orkestur, orkestrið verður mannað av Magna Husgaard, tangentar,
Ólavi Øster, guitar, Eyðuni Nolsøe, bass, og Jens Paula Joensen, trummur. Vertur
verður Gunnar Nolsøe.
ÚF Mikudagur kl. 16.03·
Trý ár í Nepal
Tommy Petersen var í trý ár saman við familjuni í Nepal í Himmalaya. Hann
arbeiddi hjá Danida-hjálparfelagsskapinum saman við fólkum úr fleiri øðrum
londum. Nepal er millum tíggju tey fátækastu londini í heiminum, men Tommy
Petersen sigur, at ongantíð hevur hann hitt so blítt fólkaslag. Helgi Jacobsen leggur
til rættis.
Sendingin varð fyrru ferð send 9. apríl.
Just Cause er spennings-
filmur frá 1995, ið snýr seg
um ein sakførara, sum fer at
kanna í einum átta ára
gomlum rættarmáli, har ein
ungur littur maður varð
deyðadømdur. Men spurn-
ingurin er um maðurin,
sum situr á deyðsgongini er
sekur. Við í filminum eru
so kendum nøvnum sum
við Sean Connery, Lau-
rence Fishburne og Ed
Harris
Í Everglades í Florida
verður ein 11 ára gomul
genta funnin myrd. Í lítla
býnum Ochopee verður ein
syndabukkur skjótt funnin.
Ungi svarti Bobby Earl
verður handtikin av harð-
ligum
løgreglumonnum.
Og innan eitt samdøgur er
farið hava teir, við harð-
skapi og russiskari roulette,
noytt
eitt
játtanarskriv
burturúr tí unga Bobby
Earl. Hann endar á deyðs-
gongini. Átta ár seinni situr
Bobby Earl enn í deyðs-
klivanum og bíðar eftir
endaligu revsingin. Hann
setir seg nú í samband við
juraprofessaran av Harvard,
Paul Armstrong, ið verður
leiktur av Sean Connery.
Armstrong fer til Florida og
fer undir at kanna málið.
Hann gerst skjótt greiðir
yvir allar teir leysu endar-
nar, sum stinga seg upp í
málinum. Og aftur at hes-
um er løgreglan sera lítið
samstarvssinnað.
Løg-
reglumaðurin
Tanny
Brown, ið verður leiktur av
Laurence Fishburne, vil
hava Bobby Earl í elek-
triska stólin sum skjótast.
Armstrong sær so við og
við, at hesin sjálvrættvísi
og harðligi løgreglumaður-
in hevur ein týðandi leiklut
í málinum um Bobby Earl.
Og í grannaklivanum hjá
Bobby Earl situr tann
sinnissjúki Blair Sullivan
(Ed Harris), ið sigir seg
hava týðandi vitan um, hvør
tann seki er. Men lítið
hjálpir Bobby Earl. Tó,
vend kemur í søgugongdina
í filminum, tá tað vísir seg,
at tað als ikki var av tilvild,
at tað júst varð Armstrong,
ið Earl setti seg í samband
við.
Filmurin, ið kemur undir
"thriller"-filmsgreinina, er
mest róstur fyri framførsl-
urnar hjá Sean Connery og
Ed Harris. Sean Connery er
sannførandi sum altíð og
Ed Harris, ræðuligi psyko-
paturin í grannaklivanum
hjá Bobby Earl, kundi
fingið sjálvan Hannibal
Lector at krimpa tærnar.
Samrøðurnar millum sak-
føraran og psykopatin eru
avgjørt millum hæddar-
punktini í filminum.
Sean Connery í leiklutinum sum sakførarin, Paul Armstrong
Just Cause - um ein deyðadømdan, ið sigir seg vera ósekan, og
um sakførara hansara
Just
Cause
Á 3+ hósdagin 16. september kl. 20.00
FILMSTEIGURIN
HAVNAR BIO
P
Tlf. 3119 56
P
www.bio.fo
Frumsýning
Fríggjadagin 10.09. kl. 2100
Fríggjadagin 10.09.
kl. 2315
Leygardagin 11.09. kl. 2100
Leygardagin 11.09.
kl. 23150
Sunnudagin 12.09. kl. 2030
Sunnudagin 12.09.
kl. 2245
Við danskari talu – Billettprísur: 55,- kr.
Fríggjadagin 10.09. kl. 1700
Fríggjadagin 10.09.
kl. 1830
Leygardagin 11.09. kl. 1700
Leygardagin 11.09.
kl. 1830
Sunnudagin 12.09. kl. 1630
Sunnudagin 12.09.
kl. 1800
Við enskari talu og donskum teksti – Billettprísur: 55,- kr.
Fríggjadagin 10.09. kl. 1900
Fríggjadagin 10.09.
kl. 2030
Leygardagin 11.09. kl. 1900
Leygardagin 11.09.
kl. 2030
Sunnudagin 12.09. kl. 1830
Sunnudagin 12.09.
kl. 2000
Fríggjadagin 10.09. kl. 2245
Leygardagin 11.09.
kl. 2245
Sunnudagin 12.09. kl. 2215
Cady Heron helt, at hon
flutti burtur frá ódjórum,
tá hon sum 15 ára gomul
flutti aftur til USA, eftir at
hava verið í Afrika saman
við foreldrum sínum í
drúgva tíð. Nú kemur hon
sum 15 ára gomul aftur í
skúla, og her fær hon ann-
að at vita.
Skjótt kemur hon nevni-
liga eftir, at tað er her, at
veruligu rovdjórini eru.
Torgreiðar óskrivaðar lóg-
ir um, hvat er hot og ikki,
og stakkals tann, sum
brýtir hesar lógir. Cady
fær tó góða hjálp frá
Mean Girls
»skúlans drotning«, Re-
gina, sum er tann, sum
veruliga ger av, hvørjar
eru við og ikki, men tá Re-
gina steðgar einum for-
holdið millum Cady og
gamla sjeikin hjá Reginu,
kemur vátt í reiðrið.
Cady setir sær nú fyri at
yvirtaka leiklutin hjá Re-
ginu, og skjótt sæst, at
Cady eisini dugir tær
skitnu metodurnar. Talan
verður um eitt stríð um at
vera tann besta á skúla-
num, og ongar reglur eru
fyri, hvat er loyvt og ikki.
P
BIO KIOSKIN P
Heitt Pop-Corn - Coca Cola - Góðgæti - Fóm ís - o.m.a.
Stórt úrval av
DVD-filmum til sølu
C
M
Y
K
31
30