Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. august 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. AUGUST 2016 SOSIALURIN 91 4 »THE ISLANDS AND THE WHALES« Mike Day, leiktsjóri FØROYAR Á HEIMSPALL MORTAN ØSTERØ Týsdagin og mikudagin varð nógv umrøddi filmurin »The Islands and the Whales« endiliga sýndur í Havnar Bio. Tað varð fullsett bæði kvøldini, og í morgin verður eykasýning, ið eisini er so gott sum útseld. Skotski dokumentarleikstjórin, Mike Day, hevur vitjað Føroyar síðani 2011 til tess at savna inn tilfar til filmin, sum lýsir føroyska veiðimentan, og hvussu hon verður hótt av umhvørvisdálkingum. - Eg ynskti at gera ein film um sambandið millum menniskjuna og náttúruna. Føroyar er heilt serstakar við, at man hevur eitt nútímans samfelag, sum framvegis heldur fast við gamla siðvenju. Tað er ein grundleggjandi partur av føroyska samleikanum at veiða egna føði, men tann føðin, sum kemur úr havinum, er dálkað av uttanfyristandandi mátti, sum føroyingar ikki sjálvir ræða. Føroyar verða sostatt ein framúr mikrokosmos av alheiminum, og ítøkiliggerð nógvar av altjóða umhvørvistrupulleikunum. Her verða fólk helst meira beinleiðis rakt av dálkingarevnunum í villa matinum, enn aðrastaðni, tí so nógv fólk eta hendan matin, sigur Mike Day. Í fimm ár hevur Mike Day støðugt vitjað Føroyar, har hann hevur savnað inn tilfari til filmin. Siðvenjur og gerandisdagurin hjá føroyingum hava verið í optikkini hjá leikstjóranum, og kanska serliga, hvussu gerandisdagurin hjá føroyingum er óloysiliga knýttur at náttúruni. Mike Day fekk frænir av føroyingum, tá ið hann var uppi undir Ytru Hebridunum, har teir veiða súlur. Veiðumenninir vistu tá at siga unga skotanum frá Føroyum, ið veiddi nógv meira sjófugl enn teir. Oyggjarnar lógu nevniliga uttanfyri ES, og vórðu tískil ikki álagdar at halda somu lóggávu sum onnur ES lond, ið friðar flestu sjófuglar. Ikki bara grindafilmur Filmurin rívur plástri av beinanvegin. Hann byrjar við dramatiskum upptøka av føroysku oyggjunum úr erva – filmað úr tyrlu. Øgiligi tónleikurin gevur ábending um, at okkurt ruggar ikki heilt rætt. Næsta upptøka. Vit eru við til dráp av djórum. Veldugt. Tað, sum man væntaði sær at síggja verður trivið í beinanvegin, soleiðis at farast kann í holt við djúparu viðgerðina av føroysku veiðumentanini. - Filmurin er ikki bara um hvalaveiðu, og vit ynsktu at bjóða áskoðarunum á eina ferð í eina meira fjøltáttaða mynd av siðvenju, veiðimentan og uttaru trupulleikunum, sum hótta siðvenjurnar. Føroyar eru eitt gott útgangsstøðið fyri at vísa sambandi millum menniskja og náttúruna, serliga tá ið somikið nógvur av matinum á tykkara borðum er sjálvveiddur, sigur leikstjórin. - Tað eru ógvuliga nógv løg í grundgevingunum fyri tykkara livihátti, og tað ætlaði eg á ongan hátt at loypa um. Eg ynskti at geva eina so djúptøkna mynd sum gjørligt. Eg vildi gjarna stýra uttanum polariserandi kjaki um fyri/móti hvalaveiðu, og heldur lýsa heildarmyndina. Tað krevur drúgva tíð, um margfeldni og smálutirnir skulu neyvt endurspeglast í liðna filmsverkinum, sigur hann. Djúptøkin mynd Í filminum fáa vit innivist í gerandisdegnum hjá føroyingum, sum veiða sjófugl og dáma væl at fara í grind. Tey hava tað til felags, at øll ganga til kanningar fyri kyksilvur innihaldið hjá Pál Weihe. Onkursvegna hevur Mike Day funnið persónar til filmin, sum rúma tað tvíbýtta kjakið um framhaldandi at eta siðbundnan føroyskan mat og vísindaligu frámælini. - Tí tók tað mær eisini fimm ár at gera filmin. Eg vildi finna røttu fólkini at siga søguna so nær og djúpa, sum eg kundi. Eg eri vorðin tættur við fólkini í filminum, sum hava víst mær ótrúligt álit. Tey hava latið upp í hendurnar á mær at siga teirra søgu og greiða frá teirra sjónarhornið so trúverdigt sum møguligt. Eg haldi eisini, at tað kemur greitt fram, hvussu oyðandi kenslan er fyri føroyingar at fáa at staðfest, at veiðimentanin og maturin sum er partur av teirra samleika, samstundis er skaðiligur, sigur hann. Mike Day hevur valt frá at nýta frásøgufólk í filminum, soleiðis, at tað í høvuðsheitum verða luttakandi fólkini í dokumentarinum, sum greiða frá sínari áskoðan. - Tað skuldi á ongan hátt vera ein niðrandi filmur, sum segði fólki hvat tey skuldu halda og ikki. Tað er nógv av nógv størri týdningi, at øll kunnu kenna seg aftur í filminum og at áskoðarar kunnu gera sær sína egnu meining. Vónandi kunnu allar familjur kenna tvístøðuna í filminum; tað, at ikki hava vissu fyri innihaldinum í matinum á borðinum, men hóast alt eta hann, sigur skotski filmstjórin. Huldufólkini sum myndbering Ein av undrunarsomu avgerðunum hjá Mike Day, er at geva frásøguni um huldufólkini stórt pláss í filminum, men sambært honum gerast tey eitt hent frásøguamboð, fyri at vísa á hvussu trupulleikin við umhvørvisdálkingini stingur. - Høvdið og hjarta standa altíð í andsøgn við hvørt annað; tað, sum tú trýrt og tað, sum tú veitst vera sannleikan. Tað er ikki altíð so einfalt at fáa tey at samsvara. Huldufólki, á sama hátt, kann hava verið ein tilgjørd frágreiðing fyri okkurt, sum annars ikki kann greiðast frá. Somuleiðis sigst, at huldufólkini hvurvu, tá ið ljósið kom. Ljósið kemur samstundis sum ravmagni, og ravmagns-ættarliðið og teirra tøkni eigur stóran lut í modernaða framburðinum av okkara samfelagið. Júst ídnaðarligi framburðurin, er somuleiðis ein av størstu syndarunum, tá ið tað kemur til umhvørvisdálkingina og tað kyksilvuri, sum hevur eitrað føroyska matin. Í mínum Við nýggja filminum um føroysku veiðimentan, gerast altjóða umhvørvis­ trupulleikar ítøkiligir, og tað kann skumpa undir ST sáttmálasamráðingar við Føroyum á høvuðspallinum, heldur Mike Day, leiktsjóri Pál Weihe og hansara kanningar av kyksilvur árinum vegna grindahvalaáti, fær nógv rúm í filminum