hósdagur 11. august 2016síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. AUGUST 2016
SOSIALURIN 91
5
huga ger tað huldufólkini til eina
ræðandi góða myndbering fyri
trupulleikarnar, sum føroyingar
standa fyri. Kreftir uttanífrá gera
seg inn á føroysku siðvenjurnar,
eins
og
ravmagni
stygdi
huldufólkini burtur. Harafturat
umboða huldufólkini onkursvegna
eisini náttúruna og ávaringarnar
um hennara hóttafall, sigur Mike.
Góða móttøku
Filmurin hevur verið sýndur
í Skotlandi, USA, Kanada og
Føroyum og Mike Day fegnast um
hvussu móttøkan hevur verið.
- Sum heild hava fólk verið
serstakliga positiv og glað um
filmin. Sýningarnar í Føroyum
eru tær týdningarmestu fyri meg,
nú so nógv fólk hava verið um
filmin. Somuleiðis havi eg eisini
notið hesar sýningarnar mest,
tí eyðkendi føroyski humorurin
verður so væl móttikin, og føroysku
áskoðararnir flenna væl við. Tá
ið ein situr við ráupptøkunum,
skal klippa og seta saman, er
sjálvandi týdningarmikið, at
endaligi filmurin kann fanga
altjóða áskoðarar, men tað var tó
týdningarmeiri, at filmurin lýsti
føroysku mentanina so neyvt
sum gjørligt, og júst har er humor
ein stórur partur av tí. Eg eri púra
burtur í turra føroyska skemtinum,
sigur hann flennandi.
Í Amerika hava tey eisini
gjørt vart við seg eftir filmin, og
Mike sær fyri sær, at filmurin
onkursvegna sigur eina søgu, sum
ger seg galdandi allastaðni.
-
Áskoðarar
har
hava
samanborið føroysku støðuna við
ta hjá upprunafólkunum í Amerika.
Hvussu tann veiðimentanin og
lívstílurin er skúgvaður til viks
av uttanfyristandandi megi, ið tey
ikki sjálvi kunnu steðgað ella taka
ræði á. Eisini eru fólk, sum eru fegin
um at fáa innlit í hvalaveiðuna. Tó
síggja tey flestu seg før at skilja
hvalaveiðuna og gera sær sína egnu
meting av henni, framum at koma
til skorin klæði, so at siga. Undan
filmsýningunum hava summi fólk
sagt seg vera móti grindadrápið,
men eftir sýningina siga tey seg
framvegis vera móti drápinum, tó
at tey nú hava fingið eitt forstáilsi
fyri tí. Hvalaveiðan er tó ikki
høvuðsfokus hjá teimum, ið hava
sæð filmin, men heldur hugsavnað
tey seg um umhvørvisdálkingina,
tykir tað mær, sigur hann.
Føroyar á heimspall
Ítøkiligu
kanningarnar,
sum Føroyar hava, og tann
veiðimentanin, sum er, ger Føroyar
til eina sjóneyku fyri restina av
heiminum, sambært Mike Day.
- Kyksilvur er eitt stórt kjakevni
á altjóða pallinum í løtuni. ST hevur
samráðingar, ið skulu staðfesta
eina avtalu um at basa kyksilvur
útláti, soleiðis at vit sleppa undan
eitraðum matvørum. Føroyar
kunnu her gerast bæði hetjan og
offuri. Søgan um Føroyar ógvuliga
beinrakin og ítøkilig – ikki minst
orsaka av drúgvu kanningunum
hjá Pál Weihe. Samstundis eru
Føroyar onkursvegna ein lítil
tjóð, sum berur trupulleikarnar,
ið allur heimurin eisini stendur
andlit til andlit við. Verður ST
sáttmálin staðfestur, kann tað
minka um dálkingina av høvunum,
og tí er ógvuliga umráðandi, at
almenningurin gerst tilvitaður
um hesa dálkingina, sum ger seg
galdandi í matvørum og hóttir
siðaarv – sum tann føroyska. Av
tí sama kann hendan søgan um
Føroyar ikki undirmetast. Føroyar
kunnu trína fram á pall og vísa
heiminum hvussu oyðandi hendan
dálkingin er, sigur hann, og heldur
fram:
- Fyri føroyingar kann filmurin
vónandi stimbra hvalaveiðukjakið.
Kanska enntá kveikja eina
kjakmentan, sum setir seg
út yvir fyri og móti, og bjóða
umhvørvisdálking innivist.
Filmurin kemur at verða sýndur
í biografum kring knøttin og
luttaka á filmfestivalum komandi
Mike Day legði seg eftir at vísa
Føroyar frá síni erligu síðu
Mike Day, filmleikstjórin,
mitt í fuglarokanum