Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. august 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. AUGUST 2016 SOSIALURIN 91 6 »THE ISLANDS AND THE WHALES« MORTAN ØSTERØ Til fyrstu sýningina av filminum um oyggjarnar og hvalirnar í Havn­ ar Bio vóru nógv teirra, sum støðugt hava verið frammi í kjakinum um grindadráp. Fólk sum eru fyri og í móti. Landsstýrisfólk, ið varða av økinum, lívfrøðingar, filmkøn, lækna­liga tilvitað, tíðindafólk, limir úr Grindamannafelagnum, kjakar­ ar og sjálvandi fólkini, sum eru við í filmi­num. Ein teirra, sum hevur verið sera eyðsýndur í kjakinum um grinda­dráp seinnu árini, er Hans Jacob Hermansen, nevndarlimur í Grinda­mannafelagnum, sum bæði var á filmsløriftinum og millum áskoðar­ar­nar týskvøldið. - Mær dámdi væl filmin. Høg mynda­góðska, ljóð og innihaldi var sterkt, samstundis sum film­ ur­in megnaði at lýsa Føroyar og gerandislívið úr ymsum sjónar­ horn­um. Mike Day kom runt um alt frá pátrúgv og gomlum sið­venj­ um til nútímans umhvørvis av­ bjóð­ingar, og tað eydnaðist ógvu­ liga væl, haldi eg, sigur Hans Jacob. Filmurin hjá Mike Day førir fram, at grindahvalur kann vera skaði­ligur matur, men at nógvir før­oyingar ikki lata við seg koma, og kanska hava lyndi til at skúgva lækna­ligu frámælini til viks. Tann spurdómin er Hans Jacob Herman­ sen heldur ikki ókendur við. - Eg fái mær javnan spik og tvøst, og eri ongantíð kannaður fyri kyksilvur – tað átti eg kanska at havt verið. Tó merki eg ikki sjálvur nak­að til tað. Somuleiðis kann man eisini spyrja seg sjálvan hvussu tað ber til, at grindahvalurin stend­ur seg somikið væl í havum­hvørvi­ num, um hann skal eitast at verða fongdur við eitrandi evnum. Eg skilji tað í hvussu er ikki heilt. Í filmi­num verður somuleiðis víst á, at ov høgt kyksilvurinnhald í børn­um kann tarna menningina hjá teimum, og beinleiðis síggjast aftur í intelligensinum. Tá ið eg hugsi um støðið hjá børnunum í Før­oyum í síni heild, vildi eg tó mett, at tað stendur væl til. Guð vitið hvussu gløgg okkara børn kundu havt verið, ótu vit ikki grind, sigur Hans Jacob flennandi. Saklig lýsing Hann heldur tó ikki, at filmurin er órímiligur á nakran hátt, tá ið hann lýsir kjakið viðvíkjandi grinda­ drápinum. - Filmurin er í allar mátar eitt vala­verk, og man legði til merkis, at Mike Day hevur lagt nógva tíð og orku í filmin. Somuleiðis er hann ógvu­liga loyalur í síni lýsing av grinda­drápinum – bæði fyri ímóti. Eitt sum serliga setti seg í høvdið á mær, var viðmerkingin, sum fall frá ein­um av monnunum í filminum. At, er fiskurin í okkara reina havi so­mikið dálkaður, átti at staðið nakað illa til aðrastaðni. Tað er ræð­andi. Tað verður spennandi at fylgja gongdini, tí hetta kann gerast eitt aktuelt á altjóða pallinum, og er Mike longu í sambandi við altjóða stovn­ar, sigur nevndarlimurin í Grinda­mannafelagnum. Hóast ávaringarljósini kanska áttu at glampa, tá ið føroyski veiðu­ mat­urin kann vera skaðiligur at eta, heldur Hans Jacob Hermansen tó ikki, at siðvenjan fer at káma burt­ur. - So leingi vit sleppa at vera sjálv­berandi við mati á sjónum og á landi, fara føroyingar helst at halda fram. Tað er bara av týdningi, at vit kun­nu standa inni fyri mátanum vit veiða fuglin, fiskin ella hvalin. Fyrst og fremst skal stovnurin ikki vera hóttur, og eigur veiðan at vera inn­an lógarkarmarnar. SAKLIGUR GRINDAFILMUR Filmurin gevur eina ógvuliga sakliga lýsing av føroyska grindadrápinum, heldur Hans Jacob Hermansen, nevndarlimur í Grinda­mannafelagnum Stillmynd av grindadrápi úr filminum hjá Mike Day Hans Jacob Hermansen, nevndarlimur í Grindamanna­ felagnum, var eisini til fyrstu sýningina av filminum