Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. august 2016síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. AUGUST 2016 SOSIALURIN 91 7 NØVN 11. juli fingu Betina Lyngvej-Larsen, Tórshavn, og Súni Bjartalíð, Lamba, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3575 gr. 1. august fingu Anita Hammer og Ássvein Mikkelsen úr Søldar­ firði eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3810 gr 11. juli fingu Elisa, Gutti og Alith eina litlasystur. Hon vá 3120 g og var 48 cm long. Foreldrini eru Jeanette Ellefsen Blaasvær og Theodor Eli Dam Olsen. 31. juli fingu Jóna av Vollanum og Bárđur Kjeld, Saltnes, ein son. Hann vigaði 4155 gr. og var 55 cm langur. Føðingar Susan Berghamar 70 ár Vøggan stóð í høvuðstaðnum í bretska imperinum árið eftir krígslok, og tað lá ikki í kortunum, at hon, sum sunnudagin 14. august fer um tey sjeyti, skuldi verða føroyingur í høvuðsstaðnum í danska kongaríkinum. Vegurin var umvegis Føroyar og Havnina og Odense og sum altíð, so lagaði lívsmynstrið seg í samanspæli við egnar sannføringar og avgerðir og í samanspæli við onnur á lívsleiðini. Barnaheimið var í útjaðaranum av London í Hounslow Middelsex. Foreldrini vóru Connie og George Pope. Hann var úr London, og hon var úr Hounslow. Pápin var í hertænastu í báðum heims­bar- døgunum. Susan gekk í sunnudagsskúla í Evangelical Church, sum var ein av næstu grannunum. Har fekk hon andaligu sannføringina, sum varð altavgerandi fyri hennara lívskós. Susan var í tvey ár á Moorland Bible College í Devon í Suðuronglandi, og hon tók gudfrøðiligt prógv á London Bible College, har hon var í eitt ár. Á Moorland høvdu fleiri føroy­ ingar verið, áðrenn Susan kom hagar, og fleiri vóru eftir, at hon hevði verið har. Eingin føroyingur var á Moorland samstundis sum Susan, men hon hevði hoyrt um føroyingar og Føroyar, áðrenn hon møtti manni sínum. Øssur Berghamar var eitt skifti í London. Tá hittust tey bæði á ungdómsfundi í heimasamkomu hennara. Susan vitjaði í Føroyum í 1969, og 20. juni í 1970 giftust Susan og Øssur í heimasamkomu hennara. Tey búsettust í Havn. Tá lá tað ikki so ræðið fyri hjá føroyingum at tosa eingilskt, sum tað nú ger hjá yngra fólkinum. Men Susan var opin og vildi læra føroyska málið. Tað hevur hon gjørt so mikið væl, at hon bæði hugsar og tosar føroyskt, og hon smæðist ikki fyri at nýta føroyska tungu, tá ið hon tekur orðið, um tað so er í stórari mannfjøld. Á sumri í 1972 fóru Susan og Øssur til Danmarkar, har tey fyrsta árið vóru í evangeliska verk­inum, Operation Josva, sum við miðstøð á Fyn virkaði kring alt landið. Árið eftir fluttu tey til Keyp­mannahavnar og búsettust á Amager. Lítla íbúðin á Oxford allé var fyrsti karmurin um tað, sum gjørd­ ist kristiliga og sosiala arbeiðið millum føroyingar í og út frá Kristnastovu. Í 1979 varð flutt í húsini á Birmavej, sum Kristna­ stova framvegis heldur til í. Tá ið yngri hjún fluttu í íbúðina á Birma- vej, flutti Berghamar familjan oman ímóti Amager strond, har tey búðu í eina fjórðingsøld. Seinnu árini hevur heimið verið í Måløv. Susan hevur verið Øssuri góð­ ur stuðul, og tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at tað neyvan hevði verið nøkur Kristna­ stovu í tí líki, sum hetta verkið myndaðist, um miðvísa og stíl­ trygga konan ikki var Øssuri so holl. Hon hevur hjartað á røttum stað og góðar gávur at hava við fólk at gera, og hon er áhuga í so nógvum – í Føroyum, Danmark og Bretlandi og alheiminum – og tað er hugaligt at tosa við hana, eisini um mentanarligu kjølfestina, sum hon ber við sær úr heimlandinum. Susan og Øssur eiga tveir synir. Andrew, sum er føddur í 1971, býr í Skovlunde. Kona hansara eitur Sara. Hon er hálv føroysk og hálv íslendsk og uppvaksin í Íslandi og í Esbjerg. Sara og Andrew eiga fýra børn – Hannah, Eva, Miriam og Noah. Kristin Filip, sum er føddur í 1975, býr í Randers. Hann er giftur Sóley, sum er úr Klaksvík. Døtrarnar hjá teimum eru Vanja og Susan. Onkra ferðina, tá ið hon hevur nevnt sína bakgrund og sína støðu sum føroyskur onglendingur í Keypmannahavn, hevur hon tikið undir við Rutt, sum í Ruttar bók 1 sigur, at hagar sum tú fert, hagar fari eg, og har sum tú búsetist, har búsetist eg; fólk títt skal vera fólk mítt, og Gud tín skal vera Gud mín. 70 ára føðingardagurin verður hildin saman við teimum næstu, sum hetta vikuskiftið eru savnað onkra staðni í Jyllandi. Hjartaliga til lukku við degnum og takk fyri vinalag í mong ár. Sanna og Jóannes Hansen Dusina var, sum navnið sigur, nr. 12 av 13 systkjum og dóttir Annu og Óla Jákup Petersen í Sandavági, har hon vaks upp og flutti síðan til Miðvágs at búgva, tá hon giftist við Gotfred Joensen. Tey fingu 3 synir, Sámal Jákup, Heina og Ólavur. Heini fór tó alt ov tíðliga og tók tað henni fast. Dusina og Gotfred fingu eitt gott og langt lív saman. Tey høvdu m.a. handil og skip og tað munnu vera mong í Miðvági, sum hava arbeitt hjá teimum. Dusina var manni sínum ein hollur stuðul. Í handli­num var nógv at taka hond í. Mjølsekkir og annað tungt skuldi berast. Alt skuldi vigast og skerast og tíðliga var farið upp fyri at náa alt. Heima hjá teimum var gestablídni og har vóru ofta fólk og vitjaðu. Tey tóku sær eisini væl av teim­ um gomlu í familjuni, tá tørvur var á tí. Mangt plaggið troyggjur og hosur ikki at gloyma eru bundnar av Dusinu. Har fór onki burtur. Alt var lappað og stoppað. Tá Gotfred fekk blóðtøpp ein­ ans 60 ára gamal og heilsan bilaði, fullu tey ikki í fátt, men fóru at velta upp úr nýggjum stóran urta­ garð við nógvum trøum og plant­ um. Í urtagarðinum veltu tey epli. Har vóru rabarbur og ber súltað og rabarbugreytur var ofta gjørdur og har vóru vakrar blómur úr urta­ garðinum at síggja í tí altíð reina heiminum, Dusina passaði so væl. Tey dugdu at njóta tíðina og hvønn annan og var tað sera torført hjá Dusinu at missa mannin fyri 2 árum síðani. Samstundis byrjaði krabbamein at gera um seg og mátti hon 2 ferðir til Danmarkar í sjúkraørindum. Fyrru ferð vit vóru niðri báðar, tók Dusina tað bara sum eitt gott upplivilsi, óvon sum hon var við at brúka tíðina at ferðast. Vit vitjaðu familju, gingu túrar í plantaguni nær hotel Tórshavn og vóru eisini til handils onkuntíð. Hon skemtaðist um sjúkuna og fortaldi, at hon fór til »sól« ístaðin fyri stráluviðgerð. Vit høvdu eina góða tíð saman hesar vikurnar og vóru tætt knýttar til hvørja aðra. At enda gjørdist tó ov pínufult at liva og teir seinastu dagarnir vart tú á Sýnuni við øllum tínum kæru rundan um teg og á 89 ára føðingardegi tínum slapst tú at hvíla teg undir liðini av manninum og soninum. Saknurin er stórur og vit duga ikki rættuliga við tí. Húsini standa tóm. Tey mangla eldsálina. Friður verið við minninum um vermóðir Marna Minningarorð um Dusinu Joensen f. 19.05.27 d. 14.05.16 90 ára føðingardagur 12. aug. verður Jóhanna Vágs­heyg 90 ár. Dagurin verður hildin í hølinum ítriv hjá Klaksvíkar sjúkra­húsi frá kl. 15–18 . Avlýsing Vegna forfall verður áttati ára føðingardagurin ikki hildin í Føroyum. Gunnar Joensen, Eiði/Bornholm