Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. august 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. AUGUST 2016 SOSIALURIN 91 10 Tíðargrein BARBARA HOLM redaktørur á Vikuskiftis Sosialinum barbara@sosialurin.fo »Tal pænt – det koster ikke noget«. Heitið á reklamukampagnu hjá danskari telefyritøku fyri nógvum árum síðani, sum danir fagnaðu og tóku væl ímóti. Givið, endamálið hjá fyritøkuni var at selja fleiri telefonhald. Men boðskapurin var kærkomin í Danmark. Alskyns bloggarar og kjakarar hava í kjalar­ vørrinum av kampagnuni tikið júst kjakmentanina og vanliga fólkaskikkin í Danmark upp til við­gerðar. Tey, sum hava búð í Danmark vita eisini, at danir mangan ikki halda seg aftur, um teir av onkrari orsøk halda, at tú gert okkurt skeivt. »Soleiðis er tað ikki í Føroyum«, hevur mangur útiseti sagt eftir eina keðiliga uppliving við óviðkvæmis orðum og ófólkaligum atburði. Hóast vit 50.000 oyggjabúgvar fegnir vilja reypa okkum av, at føroyingar eru so fitt fólkaslag, so eru tað avbjóðingar í okkara samskifti við hvønn annan, sum vit í Miðlahúsinum dagliga leggja rygg til umvegis okkara netmiðlar. Tí eisini vit oyggjabúgvar hava somu avbjóðingar sum onnur modernað samfeløg. Seinastu 10 árini er eitt siðaskifti hent í almenna orðaskiftinum. Frá at kjak­ast umvegis bløðini er kjakið flutt á netið og tað hevur eftir øll­um at døma broytt tónalagið í almenna orðaskiftinum. Fólkaræði og kjakmentanin Kunningarsamfelagið sum inter­ netið hevur ført við sær hevur fleiri vandamiklar avbjóðingar við sær. Ein teirra, sum vísir á tað í bókaútgávu, er Vincent F. Hendriks, professari í heimspeki í lærda há­ skúlanum í Keypmannahavn. Meðan okkara formøður komu í samband við kanska 100 fólk í sínum lívið, eru dagsins menniskju í samband við fleiri túsund fólk hvønn dag. Vit fáa fleiri »likes« í tí dagliga, enn vit fáa “hey” frá fólki á gøtuni. Men hvat merkir eitt like í veruleikanum? Samskifti umvegis internetið elvir til nýggjan atburð, sum vit menniskju í veruleikanum als ikki skilja. Tá tú samskiftir í tí veruliga lívinum eru tað ikki einans orðini, sum hava týdning fyri, hvussu tú uppfatar samrøðuna. Tað er eis­ini kropsatburður, tónalagið, andlitsbrái og so framvegis. Tað hevur menniskjaættin út­vikl­að at skilja og samskifta í gjøg­num fleiri hundrað túsund ár. Men at samskifta at kalla eina­mest gjøgnum skrivaða orðið einans, elvir til misskiljingar og avbjóð­ ingar í hópatali. – Vit eru ikki fødd við teldu­ skermum frammanfyri okkum so vit vita ikki altíð, hvussu vit skulu lesa hvønn annan, segði Vincent F. Hendricks við Politiken. Og kanska er tað júst har, tað mangan gongur galið. Vit skilja ikki týdningin av samskiftinum á netinum og misskilja hvønn annan í tíð og ótíð. Tú kanst siga tína hugsan við einum »like« á netinum, tí tað er ókeypis og ómakaleyst og krevur í veruleikanum ikki nógv tankavirksemi frá tær. Men hvussu uppfatar móttakarin tín sosiala atburð á netinum? Tí øll hini gera tað »Um tíni vinfólk hoppaðu í havið, hevði tú so gjørt tað sama?«. Ein setningur, sum mangan verður brúktur fyri at minna tey ungu á, at hvør einstakur má brúka »Kjak – tað at umrøða eitt evni úr ymisum sjónarmiðum«. Tað er fyrsta allýs­ingin hjá Sprotanum, tá ið orðið »kjak« verður tastað í leitifeltið. Aðrastaðni verður orðið lýst sum ein háttur at vísa á ymisk sjónarmið á ein siðiligan hátt, mangan yvir longri tíðarskeið umvegis lesarabrøv í bløðunum. Men gamli kjak­ hátturin umvegis lesarabrøvini í miðlunum er farin. Í staðin hava vit øll fingið eina megafon í part inn í almenna orðaskiftið og ein kann hugsa, at seinna allýsingin hjá Sprotanum av orðinum »kjak« er tað rættara í dag. »kjak – kegl og klandur«. Tað at skifta orð millum borgarar í einum samfelag er ein horna­steinur í fólkaræðinum, men nýggja tøknin ger, at tónin verður harðari og av­leið­ingarnar óforútsigiligar. Sosialurin varpar ljós á kjakmentan Komandi vikurnar fer Miðla­húsið at varpa ljós á kjakmentan í Føroyum Kjakmentanin u