hósdagur 11. august 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. AUGUST 2016
SOSIALURIN 91
11
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi
fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum.
Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni,
sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú.
vit og skil, tá ið
avgerðir skulu
takast, heldur
enn bara at
ganga aftaná
bólkinum.
Vit
kenna
helst øll hesar
sjónvarpsupptøk
urnar sum prógva,
at hendir tær eitt
hvørt úti á gøtuni,
so er tað best, at tú ert
har sum fægst fólk eru. Tí
smellur tú um millum fleiri
hundrað fólk á gøtuni, so ger
eingin nakað. Hví? Tí hvør ein
stakur heldur seg aftur, tí hini
halda seg aftur. Smellur tú hin
vegin um har, sum kanska fimm
fólk eru, so lata tey ikki bólka
trýsti halda sær aftur frá at
hjálpa.
Hvussu man tann veruleikin
so ávirka atferð á netinum?
Ímynda tær, um allir inter
netkjakarar í landinum tóku
avgerð um, at nú skuldi einki
ókvæmisorð nýtast, virðing
skuldi altíð vera í tónanum og
ein roynd skuldi altíð gerast at
skilja aðrar hugsanir. Tá hevði
tað ivaleyst verið óheppi at ver
ið tann, sum gekk ímóti streym
inum og kjakaðist á lægsta støð
ið.
Hvat hendir so, um støðan
er hin øvugta? At hvønn dag
siga vit »hasir helvitis muslim
arnir skuldu verið dripnir á
Vaglinum«, tá ið vit umrøða til
dømis fremmandafólk ella bara
føroyingar við øðrum átrún
aðarligum hugsanum enn meiri
lutin. Hvussu man tað tá vera, at
vera tann, sum roynir at kjakast
á einum hægri og virðiligum
støðið?
Hóast vit enn ikki við vissu
kunnu siga, hvat hesin nýggi
samskiftishátturin hevur av
avleiðingum, so vita vit, at
avleiðingar eru har.
Til dømis rithøvundarnir, sum
høvdu fingið eitt miðal ummæli,
og síðani keyptu fleiri túsund
eintøk av sínari egnu bók og
soleiðis endaðu á »best seller«
listanum og harvið seldu meir og
meir. Ella slatur um heilsuna hjá
Barack Obama, sum endaði í fleiri
hundrað millióna afturgongd
á børsinum. Tað er pengar og
óuppiborin viðurkenning. Tað
er sjálvandi keðiligt.
Men hvussu við,
tá ið tað ávirkar ein
einstakling, sum ikki
megnar at standa
ímóti trýstinum?
Helst hava vit øll
upplivað í lívinum
at blíva skeldað, fáa
ókvæmisorð slongd
eftir okkum ella bara
at verða niðurgjørd
onkursvegna. Vit vita,
hvussu tað kennist.
Ímynda tær so,
um tann ræðuleikin
gongur fyri seg fyri
allan almenningin at
síggja? Til dømis á Facebook
ella á netmiðlunum.
Vit hava víst á fleiri dømi um
hetta í miðlunum hjá Miðlahús
inum.
Nevnast kann ungu gentuna,
sum var happað og trýst
umvegis internetið til at leggja
naknar myndir av sær út.
Gentan gjørdist sjálvmorðshótt,
men gjørdist betur fyri, tá ið
foreldrini valdu at sløkkja fyri
allari internetnýtslu. Aðrastaðni
í heimi vita vit, at internet
happing hevur elvt til, at ung
fólk hava tikið lívið av sær.
Eitt annað dømi úr Miðlahús
inum er samkynda gentan, sum
var á forsíðuni á Sosialinum
stutt eftir, at hjúnabandslógin
varð broytt. Fleiri ferðir hevði
hon roynt at tikið lívið av sær,
tí mátin hon og onnur samkynd
vórðu umrødd í almenna
rúminum fekk hana at missa
viljan til lívið.
Sosialurin setur fokus
á kjakmentanina
»Tað næsta verður at pedofilarnir
vera normal« skrivar ein kjakar
á in.fo herfyri um eina grein um
samkynd. »Eingin er fátækur í
Føroyum, hatta eru helvitis nass
arar heila lortið. Tey útnytta al
mannastovuna og tit eru so býtt
at tit ikki vita tað«, skrivaði ein
annar viðmerkjari til eitt kjak um
familjuískoyti hjá samgonguni.
»Hasi sokallaðu kristnu eru
fanansbesett«, skrivaði ein
kjakari um ein trúgvandi
persón, í samband við kjakið um
hjúnabandslógina.
Vit hava øll talu og skrivifrælsi,
men tað kemur við ábyrgd. Tí lata
vit øll um okkum ganga, tá ið vit
síggja slíkan ræðuligan atburð
á netinum, so er vist, at okkara
fólkaræði stendur fyri vanda.
Haturstala móti øðrum hevur
ongantíð og ferð ongantíð at
føra nakað gott við sær, meðan
konstruktivt kjak um øll sam
felagsviðurskifti eru fólkaræð
inum at gagni.
Um seinni viðmerkjarin,
nevndur omanfyri, heldur hevði
skrivað: »Eg taki ikki undir við
stuðul til tey fátøku, tí mær
vantar enn at skilja, hvussu nakar
kann hava tørv á tí í Føroyum.
Tað kundi verið áhugavert at
frætt meira um«.
Ivaleyst hevði viðkomandi
fingið meira burtur úr tí og helst
fingið onnur at fyrihalda seg
kritiskt til evnið, heldur enn at
vera ósamdur fyri ósemjunnar
skuld.
ndir sjóneykuna
Komandi vikurnar fer Miðlahúsið at
varpa ljós á kjakmentan í Føroyum.
Um tú ert fyri ella ímóti samkyndari
vígslu. Fyri ella ímóti at taka flóttafólk
til Føroyar ella at veita stuðul til
fátækar føroyingar. Um tú ert fyri ella
ímóti uppboðssølu av fiskivinnuni ella
blokkstuðli. Hetta er fyri so vítt alt
líkamikið, tí tað snýr seg um, hvussu
vit bera fram okkara hugsanir, nú hvør
einstakur okkara hevur ótarnaðar
møguleikar at siga sína hugsan til
øll at hoyra. Vit ynskja at eggja til
størri umhugsni, tá ið kjakast verður
í almenna rúminum, tí givið er, at
vit eins og onnur samfeløg hava
tørv á at viðurkenna avbjóðingarnar
við nýggja samskiftisháttinum
og taka trupulleikan í álvara.