hósdagur 11. august 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. AUGUST 2016
SOSIALURIN 91
12
KJAKMENTAN
Óli Samró plagdi at verða frammi í almenna
kjakinum, men trekti seg seinni burturúr.
Tó heldur hann tað vera eina skyldu hjá
fólki við servitan at bjóða seg fram
Facebook
ikki rætti
plattformurin
SÓLVIT E. NOLSØ
Ó
li Samró. Tað er ikki eitt
navn, ið er nógv frammi
alment. Tað eru nokk
fleiri, ið kennast við
hann. Serliga tey, ið eru eldri enn
eitt ávíst og minnast væl 1990ini
og hvat hendi í samfelagnum tá.
Hann plagdi at úttala seg alment
fyrr. Serliga um evnir, ið høvdu
við fiskivinnu ella ES at gera. Við
árunum trekti hann seg frá al
menna kjakinum og hevur nú í
nógv ár ikki verið nógv at sæð.
Hann hevur annars allar for
treytir fyri at koma við eini mein
ing, ið er vælgrundað.
Hann er útbúgvin búskapar
frøðingur frá universitetinum í
Aarhus í 1989, við servitan innan
altjóða handil, ES, felags mark
naðin og fiskivinnupolitikkin hjá
ES.
Síðan 1991 hevur hann havt
egið virkið, FAREC, har hann
veitir marknaðar ráðgeving innan
fiskivinnu.
Av mongu nevndarsessunum,
ið hann hevur havt kann nevnast
formaður í fiskidaganevndini,
limur í búskaparráðnum og limur
í nevndini, ið samráddist um hand
ilsavtalur við ES, Póland, Estland
og Litava. Eisini var hann við í
arbeiðnum at gera Reyða- og Bláa
álitið, ið greinaði støðu Føroya í
mun til ES.
Spurningurin er so, hví ein
maður sum Óli ikki heldur seg
framat við síni servitan, ið kundi
lagt afturat kjakinum í Føroyum.
– Eg veit ikki, er stutta svarið,
ið Óli leggur út við. Hann leggur
síðani afturat, at hann var ofta
frammi í 1990, tá hann hevði eina
avtalu við Kringvarpið um at verða
til taks at úttalað seg um evnir, ið
høvdu við fiskivinnu og ES at gera.
Hann sat tá við eini ekspertvitan,
ið ikki var eins útbreidd og hon er
í dag. Vinnan hevði tá eisini eina
fatan av, at tá tað vóru viðkom
evnir, ið høvdu ein almennan
áhuga, so var hann ein góður mað
ur at heita á, um at úttala seg.
Við tíðini fekk hann tó eina
kenslu av, at tað vórðu fá, ið út
talaðu seg alment og tað kendist
slítandi og ov smalt, at tey somu
úttalaðu seg allatíð.
– Sjálvur kendi eg meg ikki so
slitnan og nógv brúktan, men eg
troyttaðist av at hoyra tey somu
allatíðina. Til dømis juristar, so
vórðu tað bara tveir ella tríggir, ið
úttalaðu seg alment, og tað var gott,
meðan hinir ikki hildu seg framat,
sigur Óli, ið tók tað til eftirtektar
og trektir seg meir úr kjakinum og
til endans var ikki partur av tí meir.
– Við tíðini, um tú ikki heldur
teg framat, so verður tú eisini
gloymdur og til endans verður tú
ikki spurdur meir. Tað hendi hjá
mær. Hann leggur eisini afturat,
at ofta undrast hann eitt sindur á,
at so nógv úttalað seg um so ymsik
evnir, tí sjálvur finnur hann sjáldan
motiv at úttalað seg alment.
Skilir hví fá úttalað seg fakligt
í dag
– Tað er øgiliga fá, ið úttala seg
fakligt í dag og geva sína meining
greitt til kennar. Tað sigur Óli
Samró seg eisini skilja, í ein ávísan
mun. Áðrenn ein er blivin partur
av tí etableraðu skipanini, so hevur
tú ongar forðingar og kann úttalað
teg næstan sum tú vil, men um tú
knappliga blívur partur av einum
arbeiðsbólki, ið skal forma politikk
ella eitt lógaruppskot, so nyttar
lítið, at tú um kvøldi stendur í
fjølmiðlunum og úttalar teg sum
privatpersónur á ein annan hátt
enn tað, ið tú til dagligt arbeiðir.
Tú er altið tann sami og um
boðar títt arbeiðspláss, óansæð
hvar tú er, sigur Óli og hevur tí eina
fatan av, hví tað kunnu tykjast at
verða fá faklig fólk, ið úttalað seg
alment.
Tó leggur hann dent á, eftir
hansar metan er tað ein skylda hjá
fólki við servita at útala seg fakliga.
– Vit eru so fá og tað hevur
týdning, at vitanin kemur út til
fleiri, sigur Óli Samró.
Ov nógv politisk motiv
í kjakinum í dag
– Tað eru nógv, ið duga væl at
kjakast í dag og mann sær nógv
gott á nógvum forum, men tað sum
er við flestu fakbólkum í dag, tað
er, at tey flestu hava eitt politiskt
motiv goymt aftanfyri eitt fakligt
motiv. Mann upplivir ofta, at nógv
úttalað seg sum eksperter og
fakfólk, men áðrenn mann veit av,
so stilla tey upp og hava enn somu
meining, men nú sum politikkarar.
So tú heldur, at fakfólk bjóða
sína fakligu objektivu meining
fram, men hon er í veruleikanum
politisk?
– Ja, og tað er ein trupulleiki. Tá
er nógv frægari, at mann meldar
greitt út beinavegin, at motivini eru
politisk. Tá alt verður ov politikst,
verður kjakið ov einsporað.
Glottar at hóma – hóast
batar krevjast
Kjak í dag fyrigongur seg fyri tað
mesta inni á Facebook, bloggum
og digitalum miðlum annars. Tað
er millum annað av teirri orsøk, at
Óli Samró ikki heldur seg framat. –
Tað eru tvey ting í hasum. Fyri tað
fyrsta, so gongur tað ov skjótt fyri
seg og tað er ikki rætti platformur
fyri einum fakligum kjaki. Tað er
ikki møguligt at svara greitt aftur
uppá so skjóta tíð. Mann er í ferð
við at svara einum aftur og so
koma eini fýra svar inn í millum
áðrenn eg havi svarað og so sær
tað skeivt út. Tað næsta er, at helst
eru tað fleiri, ið halda seg burtur
frá kjakinum tí tey verða ikki rætt
viðfarin í einum kjaki og verða ikki
tikin seriøst. Sjálvur metir hann, at
um mann bjóðar seg fram alment,
má mann verða klárur uppá at fáa
aftursvar av ymsum slag, men tað
er nokk fleiri, ið setast aftur av tí,
sigur Óli Samró.
Facebook hevur givið øllum ein
platform at úttalað seg á og tað er
blivið lætt. Óli Samró heldur, at í
sær sjálvum er tað gott, men at tað
ofta útviklar seg skeivan vegin og
at nógv skriva nógv, ið var betur
ósagt. Í tankaloysi smekka nógv
ymiskt út, ið fær onnur at halda seg
burtur. Einki verður eftirhugsa ella
redigera, men øll hava nú frælsi at
smekka alt út, ið tey sita inni, púra
ófiltrera, sigur Óli, ið tó metir, at
glottar er at hóma.
–Tey ungu í dag halda seg
framat og tey duga væl at kjakast
siðiliga og objektivt. Sæð í mun
til fyrr, har tað líka ofta var lagt
persónliga eftir einum um ein
úttalaði seg um eitthvørt, ofta
enntá eftir útsjónd, so duga tey
ungu í betur at kjakast um evnir
og ikki persónar, sigur Óli Samró.
Summi kjakast
javnt og samt á sosialu
miðlunum, meðan onnur halda
seg púra burtur. Mennirnir á
hesum síðunum eru í hvør sínum
enda av skalanum. Meðan Jóannes
Jacobsen, búskaparfrøðingur,
javnan er at síggja í heitum orða
skiftum á netinum, er Óli Samró,
búskaparfrøðingur, so at siga
ongantíð at síggja í almenna
orðaskiftinum.
Óli Samró