Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. august 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. AUGUST 2016 SOSIALURIN 91 13 Jóannes Jacobsen er ikki bangin fyri at siga sína meining i einum kjaki. Hann setist heldur ikki aftur um aftursvarini gerast persónlig. Hann heldur, at mátin at uppbyggja eina betri kjakmentan í Føroyum, er við at halda áfram at kjakast Vit mugu upp­byggja eina betri kjakmentan í Føroyum SÓLVIT E. NOLSØ J óannes Jaobsen er ein ógvuliga íðin kjakari. Hann sæst ofta viðmerkja greinar ella leggja greinar út sjálvur, ið leggja upp til eitt kjak. Hann verður fyrst og fremst settur í samband við fiski­vinnu­ nýskipanina og kjakið rundanum hana, men hann hevur eisini onnur áhugamál, ið hann ofta úttalar seg um. Summi harta hann fyri ikki at hava pissað í saltan sjógv, summi skýra hann kommunist, summi kalla hann faðirin at uppboðssøluni og summi taka kanska dýrari til enn tað. Sjálvur ávirkast hann ikki av tí. – Eg upplivi tað bara sum ein mangul uppá argument. Jóannes við­gong­ ur, at tónin í kjak­ inum í Føroyum er harður og tað merk­ist. Tó held­ ur hann ikki, at tað er nakað verri enn aðra staðni. – Eg fylgi nógv við í útlendskum miðlum, serliga amerikanskum, og har er tað ofta harðari, sigur Jóannes Jacobsen. At summi rópa ella skriva niður­gerandi er sín søk, men Jó­annes eftirlýsir heldur betri argu­mentatiónir í kjakforum í Føroyum. –At summi harta meg fyri ikki at hava pissa í saltan sjógv ella at verða kommunist, er sín søk, men eg sakni ofta argumentini í einum kjaki. Ofta snýr tað seg bert um at rópa hart. Hann sigur seg sakna, at eitt argument verður hildið uppi av grundgevinum og kann verða afturvíst av betri grundgevingum. Ikki fyrrenn tá er tað eitt kjak ístaðin fyri at dyst um at rópa harð­ast, sigur Jóannes Jacobsen. – Eg veit um nógv, ið halda seg aftur frá at kjakast, tí tey taka við­merkingar persónligt, men tað ávirkar ikki meg, sigur hann. Í staðin fyri at setast aftur tá, leggur Jóannes heldur dent á at spyrja viðkomandi eftir argu­ mentum. Ofta spyr hann beinleiðis hvat hann byggir sína meining uppá, fyri at fáa kjakið inn aftur á beint. – Absolutt eru tað nógv, ið duga væl at kjakast við argumentum, men ov ofta koma eingi argument, sigur Jóannes Jacobsen. Spurdur um hann heldur tað verða ov fá fakfólk, ið blanda seg uppí kjakið í Føroyum og um tað ávirkar støðið, er Jóannes ikki so avgjørdur. – Fakfólk duga kanska betur at kjakast. At bera síni argument fram. Tú kann eisini hava aðrar royndir enn at verða lærdur og kunna taka lut, men grundleggjandi trupul­ leikin er, at oftast vilja fólk heldur demonstrera at tey eru ósamd við at rópa nei, heldur enn sakligt at grundgeva fyri hví, sigur Jóannes Jacobsen. Facebook ein avspeglan eini veikari kjakmentan Kjakmentain er veik í Føroyum. Tað sæst best á Facebook, har nógv fólk taka lut. Uttanfyri Face­ book sæst tað kanska best í Løg­ tinginum, har tað eisini mest snýr seg um at planta sítt flagg, heldur enn at argumentera. – Løgtingið skuldi verði hásæti fyri kjakmentan í Føroyum, men tá tað er líka har sum á Facebook, tá stendur illa til, sigur Jóannes Jacobsen. Hann vil tó verða við, at Face­ book og talgildir miðlar hava latið upp fyri einum breiðari kjaki. Tað var verri fyrr, tá partapolitisk bløð vórðu á tremur við dulnevndum lesarabrøvum, ið øll vórðu pers­ ónliga niðurgerandi. Skilir hví summi halda seg aftur Tað eru tey, ið hava eftirlýst fleiri fólk innan serøkir viðmerkja mál, ið viðkoma teimum. Jóannes Jacobsen sigur seg skilja tey, ið onkuntíð halda seg aftur. – Tað eru fleiri, ið hava sagt við meg, at tey eru púra samd og at tað er gott, at eg sigi tað, tí tey høvdu aldrin torað, vísur bú­skapar­frøð­ ingurin á. Tá er tað oftast orsaka av, at tey kunnu missa ein kunda ella ikki umboða tað, ið arbeiðsplássið møgu­liga umboðar. – Eg havi verið so heppin, at eg havi ongantíð havt handan problematikkin tætt inn at kroppin, men eg veit um fleiri, sum halda seg aftur og tað skilji eg væl, sigur Jóannes Jacobsen. Blívur við, tí hann metir seg hava ein góða loysn At siga, at Jóannes Jacob­sen hevur verið ein av ímyndun­ um av kjakinum um fiski­vinnu- nýskipanina, er ikki at siga ov nógv. Spurdur um hví hann heldur áfram, hóast nógvar ákoyringar sigur hann, at hetta er kanska tað størsta samfelagbúskaparliga málið í sínari livitíð. Hann er ongan­ tíð enn blivin sannførdur av nøkrum mótargumentum, ið hann hevur hoyrt. – Eg meti vit hava eina góða loysn uppá ein stóran samfelags­ trupulleika, tí blívi eg við, slær Jóannes Jacobsen fast. Hann sigur, at tá hann byrjaði at kjakast á Facebook, leyp hann ofta sjálvur framav. Inntil hann fekk eini góð ráð. – Eg tók tað til mín, at leggja stílin um. Nú skrivi eg fyrst og fremst til tey, ið fylgja við einum tráði, men kanska ikki luttaka. Tað vil siga, at eg leggi meg ikki beinleiðis eftir at sannføra tann, ið eg skrivi beinleiðis til, men meira tey, ið lesa tað, ið vit skriva og fáa tey at skilja tað, ið eg royni at føra fram, vísir Jóannes Jacobsen á.. Hann sigur víðari, at tað kemur enn fyri, at hann dettur í felluna, men hann er meira tilvitaður um tað í dag. Jóannes vil ikki verða við, at tað er beinleiðis ein skylda at kjakast, men hann metir tað umráðandi, at hann við síni servitan innan fiskivinnu úttalar seg. Annars er tað ikki ein skylda hjá fólki at kjakast og úttala seg, men hann ger tað tí honum dámar tað væl. Annars heldur hann, at fjøl­ miðlar eiga at gera meira við kjak- sendingum og møguliga gera fleir upplegg til millum annað Facebook kjak. – Vit eiga at uppbyggja eina kjakmentan í Føroyum og tað gera vit best við at halda fram at kjakast, sigur Jóannes Jacobsen. s Jóannes Jacobsen