Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. august 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. AUGUST 2016 SOSIALURIN 91 14 F idel Alejandro Castro Ruz var føddur 13. august 1926, nærendis býnum Birán á suðurendanum á Kuba. Pápin, Ángel Castro y Argis, var innflytari úr Spania og mamman var ein av tænastugentunum hjá Ángel Castro, Lina Ruz Gonzáles, ið hann seinni giftist við. Tað var lítið í uppvøkstri Fidels, ið bendi á, at hann seinni í lívinum skuldi gerast ímyndin av teirri kommunistisku kollveltingini, ið stríddist ímóti amerikonsku imperialismuni. Hann var føddur inn í eina lut­ falsliga vælhavandi familju. Pápin, Ángel, búsettist á Kuba í 1905 og byrjaði at arbeiða hjá amerikanska United Fruits Company. Við tíðini fekk hann samlað eina manning av arbeiðsmonnum, ið hann síð­ ani leiðaði út til United Fruits Company. Hetta gav honum so­ mikið av peningi, at hann útveg­ aði sær 11.000 hektarar av jørð, ið hann gjørdi eina sukurplantasju burturúr. Sum seks ára gamal varð hann sendur til Santiago de Cuba, næst­ størsti býur á Kuba, har hann búði hjá einum lærara og gekk á privat skúlum, ið skuldi tryggja hon­um tað bestu útbúgving, ið hann kundi fáa. Hann hevur viðgingið sjálv­ur, at meðan hann gekk í skúla, fylti politikkur einki hjá sær. Hann var ógvuliga áhugaður í ítrótti og brúkti nógva tíð uppá tað. Ikki fyrrenn í 1945, tá hann sum 19 ára gamal flutti til Havana at lesa løg­ frøði á hægri lærustovni, byrjaði eitt poltiskt tev at koma fram. Politiskt legði hann seg uttast á vinstra veinginum og var sum lesandi ógvuliga aktivur árini 1945- 50. Hann tók millum annað lut í mótmælisgongum og politiskum atsóknum í bæði Dominikanska Lýðveldinum og í Kolumbia, ið høvdu til endamáls at mótarbeiða og mótmæla stýrunum í báðum londunum. Hann var eisini ógvu­ liga kritiskur mótvegis stýrinum í sínum egna landi og førdi eitt átak ímóti forestanum, Ramón Grau, ið hann ákærdi fyri at verða korruptan og harligan ímóti andstøðingum. Politikkarin og FIDEL CASTRO FYLLIR 90 Leygardagin fyllir ein av best kendu stats­ leiðarum í nýggjari tíð, Fidel Castro, 90 ár