Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-11, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. august 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. AUGUST 2016 SOSIALURIN 91 15 uppreistrarmaðurin Fidel Castro byrjaði at blíva kendur. Í 1950, sum nýútbúgvin løg­frøð­ ingur, meldaði hann seg sum lim í vinstravenda Partido Ortodoxo, vanliga kallaður Ortodoxos. Sum løgfrøðingur var hans­ ara endamál at hjálpa teimum, ið livdu í lægsta lagið í samfelagnum og hann hevði lítlan áhuga í at útvinna pening. Hann legði meir í endamálið av teim málum hann átók sær, heldur enn vinninginum, ið hann persónliga kundi útvega sær. Tá leiðarin í Ortodoxos, Chi­ bás, doyði í 1951, sá Castro seg sjálvan sum ein, ið skuldi taka arv­in upp eftir honum og hann bjóðaði seg fram at stilla upp til kongressina. Flokkurin sýtti fyrst, tí tey hildu hann verða ov víð­gondan. Í staðin bleiv hann stillaður upp til umboðsmann fyri tey fátækastu økini í Havana. Áðrenn nakað val kundi haldast, bleiv tó eitt stjórnarkvett framt og Fulgencio Batista noyddi forset­ an frá og tók valdið sjálvur. Valið bleiv avlýst og Batista setti í verk tað skipan, ið hann sjálvur kallaði disiplinert demokrati. Saman við nógvum skilti Fidel Castro støð­ una sum, at Kuba hevði fingið ein einaræðisharra, ið umboðaði amerik­anska imperialismu og handilslig áhugamál. Politiska leiðin til tann Fidel Castro, ið øll seinni komu at kenna, byrjaði at taka skap. Fyrsta royndin miseydnast Í 1953 vórðu Fidel Castro og bróður­ in Raúl, oddamenn í eini roynd hjá 160 monnum at taka valdið aft­ur fra Batista. Tey lupu á hernaðar­ lig­ar barakkir í Santiago de Cuba, við vón um at byrja ein fólksligan uppreistur. Royndin miseydnað­ ist. Flestu uppreistrarmennirnir blivu avrættaðir. Fidel og Raúl Castro blivu handtiknir og fingu ein fongulsdóm uppá 15 ár. Tey blivu leyslatnir í 1955 og flýddu til Meksiko, har teir gjørdu seg klár­ar til næstu roynd at fáa Batista frá valdinum. Næsta royndin eydnast Í desember 1956, lendu 81 mans á eystur síðuna á Kuba, við tí enda­ málið at fáa stjórnina í Kuba frá. Millum teir 81 vórðu Fidel og Raúl Castro, saman við einum øðrum vælkendum uppreistarmannið, Ernesto “Che” Guevara. Tað byrj­ aði ikki væl. 12 mans yvirlivdu fyrsta álopið og teir flýddu niðan í Sierra Maestra fjøllini, har teir síðani arbeiddu útfrá. Við tíðini vaks rørslan aftur og byrjaði at føra guerilla álop á ein ógvuliga illa útgjørdan og demotiveraðan kubanskan her. Saman við eini røð av hernaðarligum sigrum og eini vælsmurdari propaganda maskinu, leidd av Fidel Castro, vaks mótsøðan ímóti Batista og í 1959 bragdaði hjá Fidel Castro og hansara monnum. Batista rýmdi av Kuba tann 1. januar 1959 og í februar var Fidel Castro settur sum forsætismálaráðharri á Kuba. Eitt starv hann røkti inntil 1976, tá hann bleiv innsettur sum forseti á Kuba og sat í stólinum í 32 ár, tá hann av heilsu­ávum mátti lata sessin frá sær. Uppreistrarmaðurin, ið bleiv einaræðisharri Fidel Castro setti á stovn eitt ein­ flokkastýri á Kuba. Hann ognar­tók jørðina og har bleiv ognarstykk­ið hjá pápanum heldur ikki spart. Við tíðini fekk flokkurin fult ræði á Kuba, politiskt, búskaparligt og mentanarligt. Hann setti á stovn frítt heilsuverk og fría útbúgv­ing til kubanar, men megnaði ikki at fíggja og menna økini, í tráð við at búskapurin var stagneraður og teir ikki megnaðu at fáa gongd á hann aftur. Tey flestu búskaparligu átøkini riggaðu ikki og Kuba bleiv alt meira fáækt. Kuba mátti líta á lagaligar treytir frá hugsjónar­ liga vinarlandinum USSR, fyri at uppihalda eitt búskaparligt støði, so landið ikki fór heilt av knór­ anum. Handilssamstarvið við USA var slitið og tað hevði stór­ ar avleiðingar, tí USA var størsti inn­flytari av kubanskum sukuri, ið var teirra nógv størsta út­flut­ ningsvøra. Øll síni ár sum ovasti í land­ inum veik Fidel Castro ongantíð frá tí kommunistisku linjuni. Held­ ur ikki tá USSR og onnur eystur­ evropisk lond byrjaðu at víkja. Hann førdi eina sera harða linju og kúgaði frælsi hjá sínum egna fólki fyri at halda eina politiska kós. Fjølmiðlafrælsi bleiv avtikið. Persónliga frælsi hjá fólkið blev skert munandi og andstøðingar blivu fongslaðir og summir av­ rætt­aðir. Nógv fólk flýddu til USA í eini vón um fáa eitt betri lív enn tað, ið tey kendu á Kuba. Tíðirnar broyttar – møguliga Øll síni ár sum politiskur leiðari var Fidel Castro fíggindi nummar eitt hjá USA. Handilsliga og diplom­atiska sambandið bleiv slitið og sýtt var fólki at ferðast ímillum lond­ini. Royndir vórðu eisini gjørdar at fáa hann frá, tann kendasta í 1961 í Svínavíkini á Kuba. Ein roynd at gera eitt stjórnarkvett, við fígg­ing og venjing úr USA, var niður­bard av eini kubanskari herdeild, leidd av Fidel Castro. Tíðinar broytast tó, eisini á Kuba. Fidel Castro er nú útskiftur við bróðurin Raúl. Átøk eru eisini framd fyri at mýkja viðurskiftini hjá fólkinum á Kuba og, ikki minst, eru viðurskiftini við USA tiðnaði – eitt sindur. Tá Barack Obama gjørdist forseti í USA, hevði hann eitt ynski um at betra um viðurskiftini við Kuba. Okkurt er eisini hent. Bannið á ferðing og peningaflutningi millum londini er linkað og eisini hava londini latið politiskar fangar leysar, ið sótu fastir vegna polit­iskt virkemi. Størstu frambrotini eru tó, at londini nú hava endurstovnað diplomatiskt samband við at lata upp sendistovur í Washington og í Havana, umframt lógvatakið, ið Raúl Castro og Barack Obama tóku í apríl 2015. Fyrstu ferð amerikanski og kubanski forsetin hittast alment síðan sambondini landanna mill­um bleiv slitið í 1961. Tó eru tað enn fleiri, ið enn finn­ ast at Kuba. Human Rights Watch sigur, at mannarættindini á Kuba enn ikki eru betrað. Fólk verða enn revsað fyri at finnast at stjórnini og grundleggjandi mannarætt­indi á Kuba verða ikki vird. Avbuking­ar og burturvísingar eru enn vanligar á Kuba. USA hevur heldur ikki enn upp­ afturtikið fult handilsligt samband við Kuba og tað letur til, at tað verður heldur ikki við tað fyrsta, at fult samband aftur er millum gomlu fíggindarnar. Komandi forsetavalið í USA fer eisini at hava sína ávirkan á við­urskiftini. Donald Trump hevur sagt, at í sær sjálvum er ein normalisering í viðurskiftinum við Kuba ikki ringt, men at USA má fara harligari fram í samráðingum við Kuba. Hann metir, at Kuba fær ov nógv afturfyri ov lítið. Hillary Clinton harafturímóti hevur stuðlað kósini, ið Obama hevur sett og sannlíkt er, at hon heldur fram á sama hátt. Eftirmæli Nú Fidel Castro fyllir 90, er pass­ andi at hugsa um, hvat eftir­mæli hjá hesum sermerkta manni verð­ ur. Uppreistrarmaðurin, ið gjørd­ ist einaræðisharri, ið førdi landi og fólki á eggina, men sum ongan­ tíð veik frá síni sannføring. Sum leiðari hevur hann verið ógvuliga harðligur, bæði við sítt egna fólk og í sínum uttanríkispolitiska retorikki. Serliga hevur hann alla sína tíð staðið sum ein ímynd ímóti tí vesturlendska tíðarrákinum og serliga ímóti USA, ið hann metti sum fyrilitaleysar imperialistar. Tá øll onnur kommunistisku londini byrja at detta sundur og kollveltingar tóku seg upp, stóð Fidel Castro við sítt, sannførdur um at hansara kós var tann rætta. Nógv hildu øðrvísi. Fidel Castro og Che Guevara Barack Obama og Raul Castro á søguligum tíðindafundi