Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. august 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. AUGUST 2016 SOSIALURIN 91 16 Matgerð HVAT VILT TÚ HELD - RUGVAFLUR TJÓÐHILD PATURSSON S einastu tíðina hava vit spælt eitt matspæl sum eitur “Hvat vilt tú heldur”? Ein góður máti at fáa tíðina at ganga, ímeðan vit vaska 30 kg av eplum til Ovastevnuna. Oftast gongur spælið nakað so­leiðis: ‘Hvat vilt tú heldur, liva uttan ost ella pasta?’ (eg velji pasta fram um næstan alt hitt - tí hvør kann liva uttan pasta?). Pasta, havragrýn og breyð er mín topp trý listi yvir sovorði sum eg ikki vil liva uttan. Ok, sjálvsagt vil eg fegin liva - eisini um eg má eta eggjablommu hvønn dag rest­ina av lívinum (eitt av teimum fáu tingunum mær ikki dámar) - lívshugin er stórur! Summir av spurningunum eru truplari at svara enn aðrir “ Hvat vil tú heldur, liva uttan frukt ella grønmeti?” - eftir langa umhugsunartíð var svarið: Eg vil heldur liva uttan frukt. Aðrir spurningar eru lættari: ‘Hvat vil tú heldur liva uttan, køku ella breyð?’ - eg vil heldur liva uttan køku - sjálvandi! Hetta eis­ ini hóast eg ikki eti serliga nógv breyð. Mær dámar bara betur salt enn søtt. Seinni fór eg tó at hugsa um, at tað ikki altíð er neyðugt ella møgu­ligt at velja - tað finnst jú so nógv sum er mitt ímillum breyð og køku ella mitt ímillum frukt og grønmeti. Vit deila heimin upp í bólk­ar, bólk­ar sum ofta verða sædd­ir sum isoler­að­ir frá hvørjum øðrum, men í veruleikanum finnast óteljandi millum stig, ella síðustig - ímillum breyð og køku er t.d. bananbreyð, dadlubreyð og ikki minst rugvaflur! Og hvussu nógv kyn munnu ikki vera mill­um maður og kvinna? Rugvaflan er ein køka, men allíkavæl ikki. Hon er formað sum ein vafla, men smakkar sum breyð. Og hon kan brúkast bæði afturvið søtum og søltum - hin gylti og broyskni millumvegurin. Rugvaflur Rugvaflan kann brúkast uppá nógvar mátar. Til pinnamat, sum dessert við róma og súltutoyi, ístað­in fyri breyð afturvið døg­urð­anum, ella sum vit fara at gera til Ovastevnu leygardagin, sum ein norðurlends tortilla - smurda við smyrjiosti/ sinoppi og fulta við gularót, reyðrót, súrepli og rásúltaðum rabarbum. Til komandi ár fara vit at royna at gera eina súrdeiggj rug­vaflu - men til tað tíð, so verður tað hendan uppskriftin vit brúka, og hon er eisini góð. Tað var av óvart/av neyð eg gjørdi hesa uppskriftina. Anna Malan skuldi hava bókaframløgu á Kunn­ingarstovuni, og vit høvdu lovað okkum til at gera mat til høvið. Vit høvdu nógv at gera allan dagin, og tveir tímar frammanundan bókaframløguna vóru vit enn ikki byrjaðar uppá matin. - Tað er løgið sum tey góðu hugskotini tikjast at kunna kroystast út úr høvdinum tá eyka stórur tørvur er á teimum. Er nokk nakað við at ‘perfektionisturin’ og ‘kontrolørurin’ í mær verður sligin frá, og at hugskotini sleppa at sveima frítt fyri at bjarga støðuni. Nå, nokk roksa. Her koma rugvaflurnar: Til einar 10 vafflur: 4 egg 1 tsk salt 1 tsk sukur 250 gram av rugmjøli 250 gram av hveitimjøli 4 tsk av bakipulvuri 250 gram av smøri (Ok, jú, tað ber VÆL til at brúka minni smør, um man hevur hug. Tað havi eg ikki :) ) Umleið 750 ml av vatni Píska fyrst egg, salt og sukur saman. Síðani rugmjøl, hveiti­mjøl, bakipulvur og vatn. At enda smørið. Baka í einum heitum vaflujarni. Vaflurnar skulu bak­ast eittsindur longri enn ‘van­ligar’ vaflur - tá ið tær eru giltar og eitt­sindur broysknar, tá eru tær liðnar. Eru bestar um tú etur tær beinan vegin. Deiggið goymist væl í kuldaskápinum - so kanst tú brúka tað yvir fleiri dagar.