hósdagur 11. august 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. AUGUST 2016
SOSIALURIN 91
18
T
að er sumt, eg treyðugt
vil viðganga. Eitt av hes
um er, at mær faktiskt
dámar tann kremuta,
næstan klebruta Cliff Richard.
Hann er ein ordilig »living doll«.
Okay, lat meg greiða frá hví. Vit
spola aftur. Tað byrjaði við, at eg
sum 12 ára gamal fekk plátuna
»I’m No Hero« frá 1980 í jólagávu
frá systur míni.
Tá man er í pre-pubertetinum,
hevur man lítið og onki filtur, og
soleiðis fór musikkurin beint inn
í kenslurnar. Men tað hevði so í
minsta lagi eina orsøk, og í hesum
førinum var tað dygdin við bæði
sangskriving og framleiðslu. Eg
hevði tilvildarliga rakt tíðarskeiðið,
tá Allan Tarney skrivaði og fram
leiddi allar sangirnar fyri cliffin.
Orsøkin til samstarvið um ta
útgávuna var stóra hittið frá ‘79
»We Dont Talk Anymore«, og nú
vildi man endurtaka succé’ina. Og
tað riggaði. Melodiirnir á plátuni
vóru lætnir í eina kontanta og
framsøkna 70’ara-popp framleiðslu,
og hetta var beint áðrenn, allur
poppheimurin brast út í dekadenta
80’ara dogmu við alt ov pompøsum
og stylaðum úttrykki. Eg varð
hugtikin av manninum við bleytu
røddini og sloktu útsjóndini og ikki
minst plátuhúsanum, har perman
vísti tekning av einum klæntra
sligum sangara, sum stríddist
móti herðabreiðum boksara, og
á innaru síðuni hevði Cliff sligið
hann í gólvið. »I’m No Hero«, var
boðskapurin, »cool«, helt eg, og
við hesum varð Cliff Richard mín
hetja. Heitislagið er ikki tað besta,
men hinir sangirnir eru frálíkir
– »I’m Dreamin«, »Take Another
Look«, »Anything I Can Do«, »In the
Night« og »A Heart Will Break« –
flott flott, og eg livi uppá teir enn,
men altso væl at merkja bara tá
tað sentimentala »dummalagið«
kemur á meg, sum bert fá skilja.
Skjótt slepti eg cliffinum, tí musi
kalski hugurin fór aðrar vegir. Men
hann spøkti støðugt aftur í mínum
rokaða høvdi. Tá ið løtan so kom, at
maðurin loksins skuldi trína á pall
í Føroyum – hvat eg aldrin trúði
fór at henda – mátti eg bara fara,
tí eg trongdi til at fáa umrokerað
forbrenda tannáringadreymin í
heysinum. Sjálvandi kundi tað av
øllum støðum bara vera á Vágsbøi,
sum hevur siðvenju at grava
»falleraðar« poppstjørnur upp til
eitt eldri, etablerað segment, sum
ikki neyðturviliga brúkar tónleik
ella fyri tað aðra list til at søkja
sær sálarfrið- og dýpd. Tað skal
helst vera nakað, man kennir
aftur frá ungdóminum. Soleiðis
fingu tey valuta fyri pengarnar
hetta kvøldið, eisini á átrúnaðar
liga økinum, tí cliffurin helt sítt
orð um, at hann nokk skuldi
vera so fittur at eftirlíka onkrum
lurtaraynski og spæla ein gospel-
sang. Hæddarpunktið fyri mong
samkomufólk hesa løtuna hevur
helst verið at veipa við ørmunum,
tá tann sangurin kom – og tað er
jú onki forgjørt í tí, tí listin eksi
sterar bert í móttakaranum. Hesa
løtuna brúkti eg stillisliga til sjálv
rannsakan, tí Cliff hevði órógvað
mítt tannáringalív.
Vit komu eitt lítið sindur ov seint
til konsertina, tí vit máttu ganga
ein umveg orsakað av, at ein stór
skúlabygging fór fram í økinum,
har vit parkeraðu. Men Cliff
bíðaði ikki eftir okkum. Ekkóið í
Klaksvíkini fleyg aftur og fram
millum húsaveggirnar, tá hann
byrjaði konsertina við Chuck Berry
sanginum »Roll Over Beethoven«.
Meðan vit fingu smoygt armband
á, brendi hann nummar tvey av,
»Dreamin’« – »MÍN« sang. Men
tað var ikki orsakað av hesum, at
dreymurin brast, hóast tað undr
aði meg, at Cliff Richard á gamals
aldrinum var farin at spæla tøkuløg
hjá Chuck Berry, meðan hann
sjálvur hevði meir enn nokk at taka
av frá einum longum tónleikalívi.
Orsøkin var, sum hann eisini
sjálvur síðani kom inn á, at hann
var á gáttini við einari utgávu, har
Chuck Berry sangir vóru á. Kanska
var tað tí, at Cliff, eins og eg, vildi
seta síni egnu tannár í perspektiv.
Tað gav meining, tí hann helt
afturlítandi fram við “Living Doll”,
sum var hansara fyrsta hitt, tá
hann var bara 17 ára gamal.
Eg legði nú til merkis, at ungu
tónleikararnir spældu nakað
stívt og mekaniskt, sum vóru
teir bílagdir til uppgávuna og
gjørdu ikki stórt meir enn tað, teir
vóru bidnir um. Gamaní var Cliff
Richard høvuðspersónur, men eg
hevði væntað mær nakað meir av
bólkinum. Høvdu tónleikararnir
persónligheit, kom hon so ikki til
sjóndar undir hesari konsertini.
Ongin spontan interaktión var
á pallinum. Onki váðafýsið spæl
var, sum kundi flyta nøkur mørk.
Tað var neyvt kopi av originali,
og eg varð ongantíð tikin á bóli
av spælinum. Slíkt er lætt at
gjøgnumskoða, tá man sjálvur
er tónleikari – og hetta skal ikki
skiljast soleiðis, at eg eftirlýsti, at
onkur brast út í eina villa solo, als
ikki – tónleikararnir kundu bert
verið meiri integreraður partur
í showinum hjá Cliff heldur enn
bert at spæla undir. Men teir
spældu tó væl, og tað riggaði, sum
tað skuldi. Tað er líkasum, tá tú
tendrar okkurt húsarhaldstól,
og tað riggar, og tú hugsar »fínar
greiðir«. Job done. Cliff og bólkur
hildu fram við enn einum Chuck
Berry lagi, »Sweet Little Sixteen«.
Har, hann stóð so skínandi hvítur í
sterka pallljósinum á Vágsbøi, var
hann úr frástøðu á at líta sum ein
50-60 ára gamal unglingi. Vit skulu
minnast til, at maðurin er 75 ára
gamal í dag. Kropsliga kundi hann
fingið einahvørja fiskiklógv við
stórum skiparabúki í fiskivinnu
høvuðsstaðnum at øvundast. Cliff
Richard hevði meir enn so førleika
í formi av »stage presence«, altso
Leivur Thomsen, tónleikaummælari
Hóskvøldið fjórða august kl. 22 trein Cliff Richard á pall í Klaksvík. Hann sang
hitt omaná hitt, men konsertin var ein vavgreytur av ov ymiskum tónleiki
TANNÁRINGA
DREYMURIN,
SUM BRAST
UMMÆLI